← Løgtingsmál

52-050/2022

Sildafiskiskapur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. nov. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
050.22 Svar frá Á. Skaale til B. Hammer - Sildafiskiskapur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. nov. 2022

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
11. november 2022
Mál: 22/20320-4
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-050/2022
Svar til fyrispurning 52-050/2022 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um
sildafiskiskap
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv er eftir av føroysku sildakvotuni?
2. Hevur landsstýrismaðurin roynt at fáa betri sømdir við Ísland, soleiðis at føroysku
skipini sleppa at sildini, sum svimur hinumegin 50 fjórðingsmarkið?
Svar:
Til nr. 1.
Vørn hevur upplýst, at tað, sum er eftir av føroysku sildakvotuni á 116.289 tons, eru
70.386,4 tons.
Tað, sum er fiskað í ymsu økjunum, sæst í talvuni niðanfyri.
Altjóða øki Føroyskt øki Íslendskt øki Tilsamans
Norðhavssild 16.138,6 9.597,0 20.167,0 45.902,6
Til nr. 2.
Sambært semju millum Føroyar og Ísland viðvíkjandi fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski er
avtalað, at londini kunnu fiska alla teirra ásettu kvotu hjá hvørjum øðrum.
Í íslendsku kunngerðini, sum skipar føroyska fiskiskapin eftir norðhavssild í íslendskum
sjógvi, er ásett, at føroysk skip ikki kunnu fiska á eini leið sunnan fyri 67°00,00´N, sum er
lýst við 9 koordinatum. Henda ella líknandi áseting hevur verið galdandi í fleiri ár.
Grundgevingin fyri hesi avmarking er, at á allýstu leiðini eru bæði norðhavssild og
summargýtandi sild. Føroyar hava ikki kvotu frá Íslandi av summargýtandi sild. Tí verður
ikki loyvt føroyskum skipum at fiska á hesi leiðini.

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
Málið um hesa avmarking varð seinast umrøtt á fundi millum landsstýrismannin og
íslendska fiskimálaráðharran undir samráðingunum í november 2020 um sínámillum
fiskiskap í 2021. Ísland játtaði at kanna møguleikarnar fyri at endurskoða serligu
ásetingarnar, sum avmarka, hvar føroysk skip kunnu fiska norðhavssild í íslendskum
sjógvi.
Á sumri 2021 fekk Fiskimálaráðið frágreiðing frá íslendsku myndugleikunum, har greitt
var frá teimum kanningum, sum íslendska havstovan hevði gjørt av sýnum, ið vóru tikin
frá fiskiskapinum eftir norðhavssild í íslendskum sjógvi. Niðurstøðan var, at Ísland ikki
metti, at tað var grundarlag fyri at gera broytingar í verandi ásetingum. Hetta var grundað
á, at tað er stór íblanding av summargýtandi sild á leiðini, har føroysk skip ikki hava loyvi
at fiska.
Í heyst fara tingingar aftur at verða millum Føroyar og Ísland um fiskiskap um m.a.
norðhavssild, har høvi verður at taka málið upp til umrøðu av nýggjum.
Árni Skaale
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
050.22 Spurningur til Á. Skaale frá B. Hammer - Sildafiskiskapur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. nov. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Sildafiskiskapur
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv er eftir av føroysku sildakvotuni?
2. Hevur landsstýrismaðurin roynt at fáa betri sømdir við Ísland, soleiðis at føroysku
skipini sleppa at sildini, sum svimur hinumegin 50 fjórðingsmarkið?
Viðmerkingar:
Føroyska sildaveiðan hevur hilnast illa higartil í ár. Á leið ein fjórðingur av føroysku kvotuni
er komin til lands higartil.
Skip og manning vanta inntøku. Gólvini eru turr á uppsjóvarvirkjum, og arbeiðsfólk fáa onga
inntøku. Serliga stórur er trupulleikin hjá arbeiðsfólki í Suðuroy. Her hevur arbeiðsfjøldin als
ikki somu møguleikar sum tey á meginlandinum at finna sær annað arbeiði.
Tí føroysk skip sleppa ikki inn um 50 fjórðingar í Íslandi at fiska sildina. Harafturímóti hava
íslendingar rokast innanfyri og longu fiskað sína kvotu.
Tað hevur alstóran týdning, at føroysku skipini sleppa at sildini fyri at fáa føroysku virðini til
høldar, og arbeiðsfólkið sleppur til arbeiðis.
Tað vildi tænt Føroyum, um landstýrismaðurin í fiskivinnumálum tók samráðingar upp við
starvsbróður sín í Íslandi í eini roynd at vunnið okkum betri sømdir, soleiðis at fiskiskapurin
ikki steðgar upp, og fiskitilfeingið ikki kemur til høldar.
Á Løgtingi, 4. november 2022
Bjarni Hammer

-- 1 of 1 --