52-049/2022
Samkynd og Føroya «grundlóg»
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. nov. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
049.22 Svar frá B. S. Nielsen til A. V. Johannesen - Samkynd og Føroya «grundlóg».pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. nov. 2022
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 49/2022 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, um samkynd og Føroya «grundlóg» Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Er tað rætt, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, sigur, at tað stríðir ímóti føroysku “grundlógini” at liva sum samkyndur? 2. Er løgmaður samdur í útsøgnini hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum? 3. Um nei, ætlar løgmaður, at hetta fær nakrar avleiðingar fyri landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum? Svar: Til spurning 1-3 Tá formaður Miðfloksins sigur grundlóg, so gangi eg út frá at hann meinar tað óskrivaða virðisgrundarlagið hjá føroyska fólkinum, soleiðis sum hann sjálvur tulkar tað at verða. Eg haldi tað vera rættiliga nasadjarvt av formanni Miðfloksins at gera niðurstøður um virðisgrundarlagið hjá øllum Føroya fólki, útfrá sínari egnu sannføring. Lat meg sláa fast, at eg á ongan hátt eri samdur í teimum útsagnunum, sum formaðurin í Miðflokkinum førdi fram í valsendingini hjá Miðflokkinum, og taki fulla frástøðu frá teimum. Somuleiðis havi eg gjørt formanninum í Miðflokkinum greitt, at útsagnirnar á ongan hátt umboða Føroyar og føroyingar, og havi átalað hann fyri hetta. Í Tinganesi, 7. november 2022 Bárður á Steig Nielsen løgmaður -- 1 of 1 --
049.22 Spurningur til B. S. Nielsen frá A. V. Johannesen - Samkynd og Føroya «grundlóg».pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. okt. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Evni: Samkynd og Føroya «grundlóg» Spurningar: 1. Er tað rætt, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, sigur, at tað stríðir ímóti føroysku “grundlógini” at liva sum samkyndur? 2. Er løgmaður samdur í útsøgnini hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum? 3. Um nei, ætlar løgmaður, at hetta fær nakrar avleiðingar fyri landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum? Viðmerkingar: Okkara landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum segði hesi orðini í Andglettinum í Kringvarpinum í gjár: «Tað at liva sum sokallaður homosexuellur, tað er í stríð ímóti tí grundlóg, sum eg persónliga havi, og sum Miðflokkurin hevur, og sum eg eisini haldi, at Føroyar hava» Løgmaður hevur evstu ábyrgd av førda politikkinum hjá landsstýrinum. Tað er eisini løgmaður, sum hevur ábyrgd av, at landsstýrisfólk umboða Føroyar á virðiligan hátt. Um tey ikki gera tað, hevur løgmaður fullan rætt og heimild at taka avgerð um, at hetta fær avleiðingar fyri landsstýrisfólk. Ein landsstýrismaður í uttanríkismálum er andlitið úteftir hjá landsstýrinum, og tí myndar hann serliga stóran part av landsstýrinum. Tí verða hesir fyrispurningarnir sett. Á Løgtingi, 26. oktober 2022 Aksel V. Johannesen -- 1 of 1 --