52-048/2022
Um týðandi uttanríkispolitiskar avgerðir og ráðførslur við Uttanlandsnevndina sambært stýrisskipanarlógini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. nov. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
048.22 Svar frá B. S. Nielsen H. Hoydal - Týðandi uttanríkispolitiskar avgerðir og ráðførslur við Uttanlandsnevndina sambært stýrisskipanarlógini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. nov. 2022
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 48/2022 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um týðandi uttanríkispolitiskar avgerðir og ráðførslur við Uttanlandsnevndina sambært stýrisskipanarlógini Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hví hevur tann arktiska strategiin hjá Føroyum, sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum legði fram fyri øll heimsins lond í Reykjavík í seinastu viku, ikki verið til ráðførslu í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum? 2. Hví hevur tann rammuavtalan um fiskivinnusamstarv, sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum undirskrivaði við Ísland í seinastu viku, ikki verið til ráðførslu í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum? 3. Heldur løgmaður, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum heldur ásetingarnar í stýrisskipanarlógini um týðandi uttanríkispolitiskar avgerðir, sum skulu til ráðførslu í Uttanlandsnevnd Løgtingsins? 4. Hvussu hevur løgmaður í hesum málum útint sína eftirlitsskyldu við, at landsstýrisfólk fyrisita á lógligan hátt? 5. Hvør er tann politiska grundgevingin fyri ikki at viðgera slík mál í Uttanlandsnevndini? Svar: Til spurning 1 Fyri at svara hesum spurningi, havi eg vent mær til Uttanríkis- og mentamálaráðið. Tey svara: “Tilgongdin at orða arktiska politikkin byrjaði á vári 2020, tá ið eitt samt landsstýri og ein samd Uttanlandsnevnd tóku undir við ætlanini. Skipað hevur verið fyri fundum við stjórnarráð, stovnar og -- 1 of 3 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo viðkomandi áhugabólkar til tess at fáa til vega eitt grundarlag fyri at orða føroyska arktiska politikkin. Viðkomandi stjórnarráð hava harumframt á sínum málsøki latið skrivlig íkast til politikkin. Úrslitið, sum varð lagt fram undir ráðstevnuni “Arctic Circle Assembly” í Reykjavík, ber heitið politikkur í staðin fyri strategi og er ein samanrenning av yvirskipaðum málum, raðfestingum, tilmælum og átøkum. Politikkurin er ikki bindandi og endamálið er at skilmarka Føroyar sum samstarvspartur í Arktis, at styrkja leiklut Føroya í Arktiska ráðnum og øðrum viðkomandi samstørvum, umframt at fáa til vega grundarlag fyri avgerðum, ið eru við til at skapa menning, vitan og framburð í Føroyum og restini av Arktis. Hugsanin er, at arktiski politikkurin skal vera grundarlag undir eini meira nágreiniligari virkisætlan, har tíðarkarmur, fígging og ábyrgdarbýti eru neyvari lýst.” Til spurning 2 Fyri at svara hesum spurningi, havi eg vent mær til Uttanríkis- og mentamálaráðið. Tey svara: “Avgjørt var í 2017 at fara undir hesar samráðingar við Ísland, og tað hava verið fleiri samráðingarumfør síðani. Karmsáttmálin varð undirritaður í Reykjavík 14. oktober 2022, og sáttmálin fær gildi, tá ið báðir sáttmálapartar hava fráboðað, at komið er á mál við teimum innanríkiskrøvum, sum neyðug eru fyri at seta sáttmálan í gildi. Karmsáttmálin hevur ikki substantivar sáttmálaskyldir, men ásetir yvirskipað endamál, eins og mannagongdarreglur fyri fiskiveiðusamstarvinum landanna millum. Avgerðin at undirritað sáttmálan varð tískil ikki mett at vera ein avgerð av stórum uttanríkispolitiskum týdningi. Hinvegin verður mett, at talan er um ein týdningarmiklan sáttmála, smb. § 52, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, og sáttmálin er av somu orsøk gjørdur við fyrivarni fyri løgtingsins góðkenning. Ætlanin er at leggja karmsáttmálan fyri løgtingið í næstum sum uppskot til samtyktar.” Til spurning 3 og 4 Metingin hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum er, at tað formliga ikki var neyðugt at ráðføra seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd fyri at taka avgerð um at leggja fram arktiskan politikk. Uttanríkis- og mentamálaráðið sigur, at frá byrjan hevur ætlanin verið at leggja arktiska politikkin fyri Løgtingið sum eina frágreiðing til aðalorðaskiftis fyri at geva arktiska politikkinum og arbeiðinum hjá landsstýrinum viðvíkjandi arktiskum viðurskiftum eitt munagott kjølfesti. Sum eg nevni í spurningi 2, metir Uttanríkis- og mentamálaráðið, at í sambandi við karmsáttmálan við Íslandi, er talan um ein týdningarmiklan sáttmála, smb. § 52, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, og sáttmálin er av somu orsøk gjørdur við fyrivarni fyri løgtingsins góðkenning. Ætlanin er tí at leggja karmsáttmálan fyri løgtingið í næstum sum uppskot til samtyktar. -- 2 of 3 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Eg taki svarið hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum til eftirtektar. Til spurning 5 Eg vísi til svarið uppá spurningarnar omanfyri. Í Tinganesi, 2. november 2022 Bárður á Steig Nielsen løgmaður -- 3 of 3 --
048.22 Spurningur til B. S. Nielsen frá H. Hoydal - Týðandi uttanríkispolitiskar avgerðir og ráðførslur við Uttanlandsnevndina sambært stýrisskipanarlógini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. okt. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Evni: Um týðandi uttanríkispolitiskar avgerðir og ráðførslur við Uttanlandsnevndina sambært stýrisskipanarlógini Spurningar: 1. Hví hevur tann arktiska strategiin hjá Føroyum, sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum legði fram fyri øll heimsins lond í Reykjavík í seinastu viku, ikki verið til ráðførslu í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum? 2. Hví hevur tann rammuavtalan um fiskivinnusamstarv, sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum undirskrivaði við Ísland í seinastu viku, ikki verið til ráðførslu í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum? 3. Heldur løgmaður, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum heldur ásetingarnar í stýrisskipanarlógini um týðandi uttanríkispolitiskar avgerðir, sum skulu til ráðførslu í Uttanlandsnevnd Løgtingsins? 4. Hvussu hevur løgmaður í hesum málum útint sína eftirlitsskyldu við, at landsstýrisfólk fyrisita á lógligan hátt? 5. Hvør er tann politiska grundgevingin fyri ikki at viðgera slík mál í Uttanlandsnevndini? Viðmerkingar: Í stýrisskipanarlógini er ásett, at landsstýrið skal ráðføra seg við Uttanlandsnevnd Løgtingsins í øllum týðandi uttanríkispolitiskum avgerðum. Endamálið er sjálvsagt, at føroyskur uttanríkispolitikkur er kjølfestur í tí føroyska fólkaræðinum umvegis fólkavalda Løgtingið – og at einstøk landsstýrisfólk ikki taka avgerðir eftir egnari persónligari ella partapolitiskari hugsan – sum so kunnu skifta og broytast, alt eftir hvør situr í landsstýrinum. Í seinastu viku fingu tingfólk boð gjøgnum fjølmiðlarnar um, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevði lagt fram eina arktiska strategi fyri Føroyar fyri umboðum úr øllum heimi á ráðstevnuni Arctic Circle í Reykjavík. Talan er um eitt sera týðandi mál fyri Føroyar og okkara altjóða samstarv. Hartil fingu tingfólk boð um, at ein sonevndur rammusáttmáli var undirskrivaður millum Føroyar og Ísland um fiskivinnu. Eisini eitt sera týðandi uttanríkispolitiskt mál. Tí verður spurt, hvussu ráðførslurnar hava verið í hesum málum, og um rætt er farið fram. Á Løgtingi, 21. oktobur 2022 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --