← Løgtingsmál

52-047/2022

Ábøtur á Skúlanum á Trøðni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. okt. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
047.22 Svar frá J. av Rana til Ey. Samuelsen - Ábøtur á Skúlanum á Trøðni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. okt. 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 12. oktober 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-159
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-047/2022 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av
Rana, landsstýrismanni, um ábøtur á Skúlanum á Trøðni.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er ætlanin at gera nakað við uttanduraøkið á Skúlanum á Trøðni við atliti til at stimbra
kropsligu og sansaligu menningina hjá børnunum á skúlanum?
2. Er tørvur á ábøtum viðvíkjandi ljósi, ljóði og viðlíkahaldi annars innandura?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at seta neyðuga peningin av til dagføring av uttandura og, um
neyðugt, eisini innandura økjunum, so at fysisku karmar skúlans verða dagførdir?
4. Er nøkur meting av, hvat ein møgulig dagføring av ávikavist uttan- og innandura økinum
kostar?
Svar
Til 1: Útiøkini - 4 skúlagarðar - eru bara asfalteraði økir. Mett er, at 250 tús. kr. skulu til at gera
hvønn av garðinum til ein stimbrandi skúlagarð. Á komandi fíggjarlóg eru settar av 300 tús. kr. til
hetta endamál, og treytað av játtan á komandi fíggjarlógum, er ætlanin komandi árini at uppstiga
alt uttanumøkið.
Til 2: Skúlin hevur húsavørðir í starvi og hevur saman við Landsverk raðfest viðlíkahald av
bygninginum. Tekjan og vindeygu eru skift, og er skúlin bjálvaður umaftur, tí ikki var nógv hugsað
um bjálving, tá skúlin var bygdur í 1976.
Sjálvsagt sæst aldur á einum bygningi frá 1976, men metingin er, at bygningurin er í góðum standi
bæði innan og uttan og verður viðlíkahildin við verandi játtan, ið er til at gera tær ábøtur, sum
treingja til, t.v.s. viðvíkjandi ljósi, ljóði og øðrum vanligum viðlíkahaldi.
Skúlin er vælhildin og ljóðdoyvingin er rímiliga góð.
Til 3 og 4:
Skúlin á Trøðni hevur gjørt eina meting av kostnaðinum at dagføra skúlagarðarnar, sum er umleið
1 mió. kr. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 eru játtaðar 300 tús. kr. til endamálið.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
047.22 Spurningur til J. av Rana frá Ey. Samuelsen - Ábøtur á Skúlanum á Trøðni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. okt. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Ábøtur á Skúlanum á Trøðni
Spurningar:
1. Er ætlanin at gera nakað við uttanduraøkið á Skúlanum á Trøðni við atliti til at
stimbra kropsligu og sansaligu menningina hjá børnunum á skúlanum?
2. Er tørvur á ábøtum viðvíkjandi ljósi, ljóði og viðlíkahaldi annars innandura?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at seta neyðuga peningin av til dagføring av
uttandura og, um neyðugt, eisini innandura økjunum, so at fysisku karmar
skúlans verða dagførdir?
4. Er nøkur meting av, hvat ein møgulig dagføring av ávikavist uttan- og
innandura økinum kostar?
Viðmerkingar:
Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum, har børn við serligum tørvi úr øllum
landinum fáa eitt skúlatilboð. Skúlin var liðugt bygdur í 1976 og hevur bygningurin
sostatt meir enn 45 ár á baki. Hesi nógvu árini tykist ikki nógv at vera broytt, tá ið tað
kemur til uttanduraøkið á skúlanum.
Á skúlanum ganga 53 næmingar í aldrinum 7-18 ár. Børn við serligum tørvi hava ofta
eisini kropsligar avbjóðingar og tí tørv á einum stimbrandi umhvørvi bæði inni og úti.
Skúlin hevur ein skúlagarð av asfalti. Har eru nógvir kantar, ið børnini kunnu snáva
um og sum heild er garðurin ikki innbjóðandi at spæla í. Ein sær t.d. ongar reiggjur
ella aðrar spennandi leikur, ið hava til endamáls at stimbra spæl og gera mun í
kropsligu menningini av børnunum.
Skúlin sjálvur er gamal og kann tykjast slitin. Til dømis hevði tað verið áhugavert at
vitað, hvussu er við viðlíkahaldi og hvussu við ljóðdoyving havandi í huga, at summi
børn við serligum tørvi eru sera viðkvom, tá ið tað kemur til larm og óljóð.
Fyri at fáa greiðu á, hvat landsstýrismaðurin ætlar á økinum, verður hesin
fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 3. oktober 2022
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --