← Løgtingsmál

52-046/2022

Almennu bussleiðirnar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. okt. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
046.22 Svar frá U. Rasmussen frá H. Abrahamsen - Almennu bussleiðirnar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 12. okt. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 11. oktobur 2022
J. nr.: 22/17918
Viðgjørt: AE
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-046/2022 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, um almennu bussleiðirnar.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at gera átøk, ið skulu fáa fólk at brúka almennu
bussleiðirnar meira?
2. Um landsstýrismaðurin hevur eina slíka ætlan, kann hann so greiða frá, hvør hon er?
3. Um landsstýrismaðurin hevur eina slíka ætlan, nær kann so roknast við, at hon verður sett
í verk?
Svar:
Ferðafólkatalið fall sera nógv, meðan koronu avmarkingarnar vóru. Í 2020 vóru bert 320 túsund
ferðandi við Bygdaleiðum. Talið er vaksið støðugt síðani. Strandferðslan roknar við, at eini 510
túsund ferðandi verða við Bygdaleiðum í 2022. Tá er komið upp aftur á vanligt støði.
Nógvar fyritreytir eru fyri at kunna økja ferðafólkatalið við Bygdaleiðum. Bussarnir eru 40 í tali.
Teir eru nýggir, rúmligir og komfortablir. Tað eru 24 farleiðir, og einar 1.500 fráferðir eru um
vikuna. Tað merkir, at tænastustøðið hjá Bygdaleiðum er gott. Tað er eisini bíligt at ferðast.
Tá sagt verður, at ruturnar passa illa við arbeiðs- og skúlatíðirnar, er tað ikki heilt rætt.
Við Bygdaleiðum sleppur tú til Miðnám í Vestmanna, Miðnám í Kambsdali, til Glasir, Tekniska
skúla í Klaksvík og heim aftur. Við øllum leiðum ber til at leggja sær ferðina soleiðis til rættis, at
ein kann møta til arbeiðis í Havn, Runavík, Strondum, Sundalagnum, Klaksvík, Skopun,
Tvøroyri og Vági klokkan 8 ella 9 á morgni og heim aftur seinnapartin.
Tað er ein sannroynd, at ferðslumentanin hjá nógvum føroyingum byggir á koyring við egnum
bili. Neyðugt er tí við hugburðsbroyting, um føroyingar í størri mun skulu brúka almenna
ferðslu, sum eisini er umhvørvisvinarligari.
Strandferðslan hevur áður roynt at marknaðarføra Bygdaleiðir. Ætlanin er, at gera nýggj átøk á
vári 2023 fyri at fáa fleiri fólk at nýta bussarnar.
Strandferðslan hevur í summar samstarvað við Visit Faroe Islands, lokalar ferðavinnuaktørar og
borgarar, og eru broytingar gjørdar á ymiskum rutum, sum betra umstøðurnar at ferðast.
Strandferðslan samstarvar framhaldandi við kommunur, um at leggja túrar soleiðis til rættis, at
flytføri hjá einamest skúlanæmingum í kommununi er tryggjað.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Tað, at fáa fleiri fólk at brúka bussarnar, er eisini ein spurningur um ferðaætlan. At broytingar
verða gjørdar eftir tørvi og ynskjum. Til dømis er ætlanin at fáa fleiri snartúrar millum
norðurøkið og Suðurstreym umvegis Eysturoyartunnilin, umframt at aðrar tillagingar verða
gjørdar.
Samanumtikið ætlar Strandferðslan at gera nýggj átøk á vári 2023, fyri at fáa fleiri fólk at ferðast
við Bygdaleiðum. Samstarvið við ferðavinnuna, kommunurnar og borgararnar heldur fram, og
tillagingar verða gjørdar.
Tinganes, 11. oktobur 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
046.22 Spurningur til U. Rasmussen frá H. Abrahamsen - Almennu bussleiðirnar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Almennu bussleiðirnar
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at gera átøk, ið skulu fáa fólk at
brúka almennu bussleiðirnar meira?
2. Um landsstýrismaðurin hevur eina slíka ætlan, kann hann so greiða frá, hvør
hon er?
3. Um landsstýrismaðurin hevur eina slíka ætlan, nær kann so roknast við, at hon
verður sett í verk?
Viðmerkingar:
Nógv fokus er á orkusparingar, veðurlagspolitikk og átøk, ið skulu minka um CO2-
útlátið. Á samferðsluøkinum verður nógv tosað um el-bilar o.a., men ein møguleiki
sum sjáldan verður nevndur, er brúkið av almennu bussleiðunum.
Vit hava nógvar bussleiðir í landinum, og um tær vórðu brúktar meira, kundi nógv
orka verið spard. Men av tí at ruturnar í nógvum førum passa illa við arbeiðs- ella
skúlatíðirnar hjá fólki, velja mong heldur at koyra við egnum bili. Og av tí at fólk
heldur velja at koyra við egnum bili, er grundarlag ikki fyri at økja um túratalið hjá
bussunum. Talan er sostatt um eina sokallaða ”ónda ringrás”.
Sambært hagtølum er ferðafólkatalið við Bygdaleiðum minkað tey seinastu nógvu
árini, samtíðis sum familjur eru hart fyrispentar fíggjarliga, og tosað verður um at
minka um CO2-útlátið.
Tað kann tykjast sum, at tað skal ein hugburðsbroyting til fyri at fáa føroyingar at
velja almennu samferðsluna, og tí verður spurt, um landsstýrið hevur nakra ætlan á
hesum økinum, og í øðrum lagi, hvør tann møguliga ætlanin er, og nær hon verður sett
í verk.
Á Løgtingi, 28. september 2022
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --