← Løgtingsmál

52-045/2022

Skúvoy og farmur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. okt. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
045.22 Svar frá U. Rasmussen frá S.K. Poulsen - Skúvoy og farmur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. okt. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 13. oktobur 2022
J. nr.: 22/17923
Viðgjørt: AE
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-045/2022 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um Skúvoy og farm.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir túrar verða gjørdir til Skúvoyar við og eftir tungum farmi, sum Sildberin
ikki megnar at flyta, um árið?
2. Hvørji skip hjá SSL røkja (tungu) farmatúrarnar til Skúvoynna?
3. Hevur SSL skipakapasitet til at økja um farmatúrarnar til Skúvoynna?
4. Hvat er kostnaðurin fyri at røkja verandi farmatúrar?
5. Hvat er eyka kostnaðurin av at tryggja Skúvoyingum ein farmatúr um mánaðin við
tilkalling?
6. Hvat er eyka kostnaðurin av at tvífalda farmatúrarnar?
7. Fer tað at broyta fortreytirnar fyri farmi og sigling annars til Skúvoyar at
Sandoyartunnilin letur upp?
Svar til spurning 1
Fyrst er at siga, at Sildberin tekur allan farm til Skúvoynna, sum ikki vigar meira enn umleið 800
kg. fyri hvørt kolli. Stórur partur av farminum til útoyggj kann pakkast í eindir, sum viga minni
enn 800 kg.
Sambært reglugerð um útjavningarstuðul til útjaðaraøkið frá 7. februar 2006, sum broytt 26. mai
2016, verða farmatúrar, sum eru umbidnir av fastbúgvandi á útoyggj, goldnir av
útjavningarstuðlinum, so langt játtanin røkkur.
Farmatúrar, við og eftir tungum farmi til Skúvoyar og aðrar útoyggjar, verða sigldir eftir tørvi.
Mannagongdin er tann, at íbúgvar seta seg í samband við Strandfaraskip landsins og biðja um
serflutning til útoyggj (farmatúr við tungum farmi). Standferðslan lýsir síðan alment, at
farmatúrur verður sigldur, fyri at sleppa undan at gera fleiri túrar enn neyðugt. Farmur verður
savnaður í nærmasta pakkhúsi og tikin umborð á skipið og sigldur til útoyggj.
Í miðal er 1 farmatúrur til Skúvoyar um árið.
Svar til spurning 2
Sam hevur siglt fleiri farmatúrar til Skúvoyar, og Ritan hevur siglt ein einstakan túr.
Tað er slagið av farmi, ið ger av, hvat skip verður brúkt til at avgreiða farmatúrin. Eru tað akfør
ella smærri tólbúnaður, ið skulu flytast, er tað aloftast Sam, ið ger túrin. Er talan um byggitilfar,
sand, skerv í tungum sekkjum, ið mugu koyrast í land, er tað Sam, ið ger túrin.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Hinvegin, er talan um tilfar, ið kann hivast í land, hevur Strandferðslan undanfarin ár samstarvað
við privata fyritøku um at taka sær av uppgávuni.
Privatar fyritøkur kunnu eisini leiga skip hjá Strandferðsluni til farmatúrar, og er tað ein nógv
brúkt tænasta, tá ymisk arbeiði skal gerast á útoyggjum og øðrum oyggjum enn útoyggjum, eitt
nú í sambandi við at flyta tólbúnað í sambandi við tunnilsarbeiðið.
Svar til spurning 3
Tað er ikki tørvur á at sigla fleiri farmatúrar til Skúvoynna, og tessvegna at økja kapasitetin.
Nú Strandferðslan hevur eitt eykaskip, Erlu kongsdóttir, ber betri til at fyriskipa farmatúrar og
leigutúrar, tí tað í størri mun slepst undan at taka annað skip úr sigling.
Strandferðslan hevur í eitt tíðarskeið samstarvað við privatan veitara um farmatúrar eitt nú til
Skúvoyar, og hevur tað riggað væl. Tað hevur verðið gjørt, tá Strandferðslan í onkrum føri ikki
hevur havt nøktandi kapasitet til at ført farmin.
Svar til spurning 4, 5 og 6
Kostnaðurin fyri ein farmatúr til Skúvoyar er ymiskur, alt eftir hvat skip siglir, hvussu langur
túrurin er, siglingarleið, nøgd og slag av farmi og annað. Um talan er um óhandaligan farm, skal
møguliga eykaútgerð umborð og kanska eykamanning.
Í tíðarskeiðinum 2016 - 2021 hava farmatúrarnir til Skúvoyar kostað millum 58 til 107 tús. kr.
um árið. Í 2019 og 2020 var eingin farmatúrur.
Spurt verður, hvat tað kostar at tryggja Skúvoyingum ein farmatúr um mánaðin við tilkalling og
at tvífalda túratalið. Strandferðslan metir, at ein farmatúrur við Sam til Skúvoyar kostar einar 79
tús. kr. At tvífalda túratalið kostar sostatt einar 158 tús. kr.
Av tí, at farmatúrar til Skúvoyar eru eftir tørvi, tað vil siga, at borgarar sjálvir bíleggja farmatúr,
er í dag talan um eina skipan, ið virkar sum ein tilkalliskipan. Tørvur er ikki á fleiri túrum.
Svar til spurning 7
Strandferðslan fer at seta seg í samband við Sands kommunu, Skúvoyingar og Útoyggjafelagið,
hvussu best er at skipa farmaflutningin eftir at Sandoyartunnilin er latin upp fyri ferðslu. Ætlanin
er ikki at minka farmasiglingina til Skúvoy.
Tinganes, 13. oktobur 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
045.22 Spurningur til U. Rasmussen frá S.K. Poulsen - Skúvoy og farmur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Skúvoy og farmur
Spurningar:
1. Hvussu nógvir túrar verða gjørdir til Skúvoyar við og eftir tungum farmi, sum
Sildberin ikki megnar at flyta, um árið?
2. Hvørji skip hjá SSL røkja (tungu) farmatúrarnar til Skúvoynna?
3. Hevur SSL skipskapasitet til at økja um farmatúrarnar til Skúvoynna?
4. Hvat er kostnaðurin fyri at røkja verandi farmatúrar?
5. Hvat er eyka kostnaðurin av at tryggja Skúvoyingum ein farmatúr um mánaðin
við tilkalling?
6. Hvat er eyka kostnaðurin av at tvífalda farmatúrarnar?
7. Fer tað at broyta fortreytirnar fyri farmi og sigling annars til Skúvoyar at
Sandoyartunnilin letur upp?
Viðmerkingar:
Sildberin røkir sjóvegis rutuna til Skúvoyar, men er øgiliga avmarkaður í kapasiteti og
kraft (hevur lítlan krana), tá tað kemur til tungan farm. Tí mugu onnur skip hjá SSL
inn á rutuna fyri at flyta tunga farmin aftur og fram.
Sambært borgarum á oynni eru farmatúrarnir minkaðir nógv í tali, og eru teir ov fáir í
mun til tørvin í dag. Ein av orsøkunum, sum hevur verið nevnd, er, at Ritan hevur
havt ein týðandi leiklut, tá tað kemur til tunga farmin í Skúvoy. Eftir at hon bleiv flutt
frá leiðini millum Havnina og Nólsoynna til at røkja rutuna úr Hvannasundi til
Svínoyar og Fugloyar eru farmatúrarnir til Skúvoyar minkaðir nógv, tí at Ritan ikki
hevur kunna verið ein “viðspælari” í sama mun sum áður.
Á Løgtingi, 28. september 2022
Steffan Klein Poulsen

-- 1 of 1 --