← Løgtingsmál

52-044/2022

Lesandi og lærlingar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. okt. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
044.22 Svar frá U Rasmussen frá B. L. Jacobsen - Lærlingar og lesandi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. okt. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 7. oktober 2022
J.nr.: 22/17620
Viðgjørt:
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-044/2022 frá Beintu Løwe Jacobsen,
løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um
lærlingar og lesandi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur samgongan ætlanir um at veita fíggjarligt ískoyti til lærlingar og lesandi, sum
mugu brúka bil at ferðast millum skúla/lærupláss og heimið?
2. Um svarið er ja, nær verður hetta so gjørt?
3. Um svarið er nei, hvør er so grundgevingin fyri hesum?
Til nr. 1, nr. 2 og nr. 3
Tá hendan samgongan tók við, veitti hon ein málrættaðan skattafrádrátt til lærlingar. Hetta gav
lærlingum eitt munandi ískoyti, og gjørdi tað meira lønandi at arbeiða nakrar tímar yvir. Tí eru
lærlingar í dag munandi betri stillaðir til at taka ímóti tí prísvøkstri, sum nú rakar alt
samfelagið, enn hvat teir annars høvdu verið.
Lærlingar, sum mugu ferðast til og frá læruplássi ella skúla, hava møguleika fyri at søkja um
ferðastuðul.
Lesandi fáa ikki ferðastuðul, men kunnu keypa skúlakort frá strandferðsluni, sum gevur
teimum bíligan flutning millum skúla og heim.
Tískil eru longu í dag skipanir, sum stuðla undir, at fólk kring alt landið kunnu vera undir
útbúgving og í læru.
Í Fíggjarmálaráðnum eru sostatt ongar ítøkiligar ætlanir um serlig fíggjarlig ískoyti til lærlingar
ella lesandi, sum mugu brúka bil til at ferðast millum skúla/arbeiðspláss og heimið.
Tað er annars Uttanríkis- og mentamálaráðið sum varðar av studningsskipanum til lærlingar og
lesandi.
Tinganes, 7. oktober 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
044.22 Spurningur til U Rasmussen frá B. L. Jacobsen - Lærlingar og lesandi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Lærlingar og lesandi
Spurningar:
1. Hevur samgongan ætlanir um at veita fíggjarligt ískoyti til lærlingar og
lesandi, sum mugu brúka bil at ferðast millum skúla/lærupláss og heimið?
2. Um svarið er ja, nær verður hetta so gjørt?
3. Um svarið er nei, hvør er so grundgevingin fyri hesum?
Viðmerkingar:
Øktu útreiðslurnar til brennievni ávirka eisini fíggjarstøðuna hjá lærlingum og lesandi.
Lærlingar/lesandi, sum mugu hava bil fyri at sleppa í skúla, eru eisini rakt, tí hesi ofta
hava lítla inntøku, antin lærlingaløn ella studning. Hóast bussamband er, so ber ikki
altíð til at brúka bussrutuna, tí ofta sita lærlingar og gera skúlating saman eftir
skúlatíð. Tí kann vera kostnaðarmikið hjá lærlingum, sum búgva eitt nú í
Norðoyggjum, Eysturoynni ella Vágum, um tey mugu brúka bil fyri at røkja skúlan í
t.d. Havn.
Fyri at fáa greiðu á málinum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 26. september 2022
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --