← Løgtingsmál

52-043/2022

Eftirlit við russiskum fiskiskipum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. okt. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
043.22 Svar frá Á. Skaale til B. Hammer - Eftirlit við russiskum fiskiskipum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. okt. 2022

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
7. oktober 2022
Mál: 22/17607-4
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-043/2022
Svar til fyrispurning 52-043/2022 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um eftirlit við
russiskum fiskiskipum
Spurningar:
1. Hvussu ofta ger Vørn eftirlit umborð á russiskum fiskiskipum, herundir skip, sum umskipa í
føroyskum sjógvi?
2. Hvussu ofta hevur Vørn gjørt eftirlit umborð á russiskum skipum, síðan Russland fór í kríggj
við Ukraina?
3. Fylgir Vørn neyvt við, hvat russisk fiskiskip fiska, og um tey fiska meira enn ásettu
kvoturnar av hvørjum fiskaslagi?
4. Hvussu nógv eftirlit var við ávikavist russisk og føroysk skip í 2019, 2020, 2021 og higartil í
2022?
5. Liva eftirlitini hjá Vørn upp til krøvini, sum eru ásett í avtalu við Noreg og ES frá 2020?
Svar:
Til nr. 1
Í 2019 vórðu 14 russisk skip kannað til havs, og 16 ferðir vórðu russisk skip, sum
umskipaðu/uppskipaðu við bryggju, kannað.
Til nr. 2
Í tíðarskeiðinum frá 24. februar 2022 til 29. september 2022 eru russisk skip kannað 10 ferðir til
havs og 10 ferðir við bryggju.
Til nr. 3
Álagt er øllum útlendskum skipum, herímillum eisini russiskum skipum, sum fiska í føroyskum
sjógvi, at fráboða dagliga veiðu. Upplýsingar um nøgdir og fiskasløg skulu upplýsast.
Avtalað er eisini, at Vørn og russiskir myndugleikar javnan samskifta um hagtøl og
veiðuupplýsingar annars.
Vørn vísir á, at um støði verður tikið í teimum royndum, sum Vørn hevur gjørt í mong ár, verður
ikki mett, at tað er nakað, sum talar fyri, at russisk skip lata skeivar ella villleiðandi upplýsingar.

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
Til nr. 4
Niðanfyri er talva, ið vísir, hvussu ofta Vørn hevur framt eftirlit við føroyskum og russiskum
skipum í 2019, 2020, 2021 og fram til 30. september í 2022. Yvirlitið vísir kanningar av
landingum og umskipingum hjá russiskum og føroyskum skipum av makreli, svartkjafti og
norðhavssild.
Kanningar til havs –
russisk skip
Kanningar við
bryggju – russisk skip
Kanningar til
havs – føroysk
skip
Kanningar við
bryggju – føroysk
skip
2019 14 8 5 32
2020 0 1 6 18
2021 0 2 4 17
2022 10 5 3 12
Viðmerkingar til talvuna (spurningur 4)
Í talvuni sæst, at russisk skip mestsum ikki eru kannað í 2020 og 2021. Høvuðsorsøkin til hetta
var, at tíðliga í 2020 vóru fyrstu koronutilburðirnir staðfestir, og tá smitta eisini javnan varð
staðfest umborð á fiskiskipum í 2021, var støða tikin til at vísa størsta varsemi, soleiðis at
eftirlitsfólkini ikki fingu smittuna og gjørdust sjúk. Vørn valdi at gera alt tað, ið gerast kundi, so
skipini Brimil og Tjaldrið ikki vórðu løgd og tí ikki kundu fremja leiting og bjarging, sum eisini er
ein av høvuðsuppgávunum hjá skipunum.
Tað, at myndugleikarnir eisini settu landgongubann fyri útlendsk sjófólk, gjørdi eisini sítt til, at
Vørn ikki fór umborð at fremja eftirlit.
Skoytast skal uppí, at óvæntaðir tekniskir trupulleikar eisini stungu seg upp í 2020 og 2021, sum
gjørdu, at “Tjaldrið” mátti liggja meira við bryggju, enn ætlanin var.
Til nr. 5
Í samband við spurningin verður sipað til krøv í avtalu millum Føroyar, ES og Noreg. Avtalan var
bert galdandi fyri 2020 og er ikki endurnýggjað.
Vørn miðar eftir at kanna so nógv sum gjørligt við teirri avmarkaðu arbeiðsorku, sum stovnurin
hevur tøka.
Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu stórur prosentpartur er kannaður av landaðu nøgdunum í 2022.
Makrelur Sild Svartkjaftur Rossamakrelur* Samlað
3,32% 10,33% 3,40% 0 3,90%
*) Rossamakrelurin, sum er landaður, er hjáveiða í øðrum fiskiskapi. Talan er um heilt fá tons.
Talið av landingum av teimum 4 fiskasløgunum í 2022 er 482, og 17 av hesum eru kannaðar.
Hetta svarar til 3,53 %.
Árni Skaale
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
043.22 Spurningur til Á. Skaale frá B. Hammer - Eftirlit við russiskum fiskiskipum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Eftirlit við russiskum fiskiskipum
Spurningar:
1. Hvussu ofta ger Vørn eftirlit umborð á russiskum fiskiskipum, herundir skip,
sum umskipa í føroyskum sjógvi?
2. Hvussu ofta hevur Vørn gjørt eftirlit umborð á russiskum skipum, síðan
Russland fór í kríggj við Ukraina?
3. Fylgir Vørn neyvt við, hvat russisk fiskiskip fiska, og um tey fiska meira enn
ásettu kvoturnar av hvørjum fiskaslagi?
4. Hvussu nógv eftirlit var við ávikavist russisk og føroysk skip í 2019, 2020,
2021 og higartil í 2022?
5. Liva eftirlitini hjá Vørn upp til krøvini, sum eru ásett í avtalu við Noreg og ES
frá 2020?
Viðmerkingar:
Føroyar hava m.a. í avtalu við Noreg og ES frá 2020 um eftirlit við
uppsjóvarfiskastovnum bundið seg til at gera fult eftirlit av 5% av landingunum og
7,5% av nøgdini, sum verður landað av uppsjóvarfiski í Føroyum. Fult eftirlit er millum
annað, at eftirlitsfólk skal vera til staðar alla tíðina, meðan landað verður.
Tað hevur verið frammi í miðlunum, at Fiskimálaráðið niðurraðfestir eftirlit við
fiskifør, sum fiska í Føroyum. Vørn hevur áður sagt seg ikki hava arbeiðsorkuna til at
liva upp til krøvini um eftirlit við føroyskum havnum, sum Føroyar annars hava bundið
seg til í altjóða samstørvum.
Sjálvt um Russland óprovokerað hevur valt at fara í kríggj í Evropa og harvið dagliga
hóttir vesturheimin, so heldur landsstýrið enn dyrnar víðopnar fyri russiskum
fiskiskipum, og spurningurin er, um Føroyar eru blivnar ein frístaður hjá russiskum
skipum. Tað er av alstórum týdningi, at strangt eftirlit verður hildið við hesum
skipunum og tí, sum skipini fiska í føroyskum sjógvi.
Russisku uppsjóvarkvoturnar í føroyskum sjógvi í 2022 eru: Svartkjaftakvotan er
75.000 tons; makrelkvotan er 13.300 tons og sildakvotan er 9.200 tons. Hetta eru
ovurhonds stór føroysk virði, sum hava stóran almennan áhuga. Vit eiga at fáa góða og
neyva kunning um alt, hesi skipini gera í føroyska rúminum, hvat kemur innanborða,
hjáveiðu, hvat fer í lastina, hvat verður umskipað o.s.fr.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 26. september 2022
Bjarni Hammer

-- 2 of 2 --