52-042/2022
Støðan á Familjudeplinum hjá Almannaverkinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. okt. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
042.22 Svar frá S. E. Nolsø til D. N. Joensen - Støðan á Familjudeplinum hjá Almannaverkinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. okt. 2022
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 5. oktober 2022 Mál: 22/17522 Viðgjørt: Maria Michelsen Nr. 52-042/2022 Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um støðuna á Familjudeplinum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Sólvit E. Nolsø (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hví er einki virksemi á Familjudeplinum? 2. Hvørjar eru ætlanirnar við hesum tilboðnum í framtíðini? 3. Hvørjar eru ætlanirnar við væl útbúna starvsfólkahópinum? Viðmerkingar: Í nógv ár hava barnaverndartænasturnar kring landið havt møguleika at veita familjum eitt tilboð á Familjudeplinum. Hetta tilboðið hevur havt eitt sera høgt og væl kvalifiserað fakligt orð á sær og hevur hjálpt og vegleitt nógvum familjum víðari á leið. Spyrjarin hevur fingið at vita, at einki virksemi er á Familjudeplinum í løtuni, hóast depilin hevur sera væl útbúgvin starvsfólk. Á Familjudeplinum kemur ofta fyri, at dugnaligu starvsfólkini finna aðrar og smidligari loysnir enn, at barnið fer heiman. Haraftrat eru vit í eini støðu, har barnaverndarøkið fær eitt vaksandi tal av klagum í frágreiðingum frá Løgtingsins umboðsmanni. Spurningur kann tí setast við, um orsøkin er ónøgdsemi við stovnstilboðini hjá landinum, og um nakað kann gerast at bøta um hetta. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 23. september 2022 Djóni Nolsøe Joensen -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Svar: Almannaverkið hevur upplýst, at virksemið á familjudeplinum hevur verið sera óstøðugt seinastu árini. Í 2021 var virksemið á familjudeplinum soleiðis: - av 84 døgum vóru 2 familjur innskrivaðar - av 162 døgum var 1 familja innskrivað - av 119 døgum var eingin familja innskrivað Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur avgerð um at innskriva familjur á familjudepilin eftir tilmæli frá barnaverndartænastunum kring landið. Talan er tó um eitt sjálvboðið tilboð til familjuna. Hetta hevur við sær, at familjan ikki nýtist at møta á stovninum kortini og/ella kann fara av stovninum eftir stutta tíð, hóast avgerðina hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini. Í 2021 vórðu 5 familjur innskrivaðar á familjudepilin, harav tvær familjur fóru av stovninum aftur aftaná fáar dagar. Hóast óstøðugt virksemi, skal stovnurin vera fult virkisførur við fullari starvsfólkamanning árið runt. Hetta hevur ført til ymiskar avbjóðingar við tíðini, bæði í mun til virksemi á stovninum og starvsfólkahópin. Almannaverkið hevur roynt at skipa arbeiðið hjá starvsfólkunum soleiðis, at starvsfólkini á familjudeplinum hava tikið vaktir á samdøgursstovnum fyri børn/ung, tá einki virksemi hevur verið á familjudeplinum. Hetta hevur tó ikki virka eftir ætlan, tí starvsfólkini skula vera tøk á familjudeplinum við stuttum skotbrái, tá ein familja verður innskrivað. Tískil skapar hetta ov nógv órógv í arbeiðinum á samdøgursstovninum fyri børn/ung. Almannamálaráðið hevur saman við Almannaverkinum sett eina tilgongd í verk í mun til at fáa greiðu á, hvussu virksemið á familjudeplinum skal skipast framyvir. Henda tilgongdin fevnir eisini um starvsfólkahópin, sum í verandi løtu eru flutt í onnur størv í Almannaverkinum. Tórshavn, 5. oktober 2022 Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður -- 2 of 2 --
042.22 Spurningur til S. E. Nolsø frá D. N. Joensen - Støðan á Familjudeplinum hjá Almannaverkinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Støðan á Familjudeplinum hjá Almannaverkinum Spurningar: 1. Hví er einki virksemi á Familjudeplinum? 2. Hvørjar eru ætlanirnar við hesum tilboðnum í framtíðini? 3. Hvørjar eru ætlanirnar við væl útbúna starvsfólkahópinum? Viðmerkingar: Í nógv ár hava barnaverndartænasturnar kring landið havt møguleika at veita familjum eitt tilboð á Familjudeplinum. Hetta tilboðið hevur havt eitt sera høgt og væl kvalifiserað fakligt orð á sær og hevur hjálpt og vegleitt nógvum familjum víðari á leið. Spyrjarin hevur fingið at vita, at einki virksemi er á Familjudeplinum í løtuni, hóast depilin hevur sera væl útbúgvin starvsfólk. Á Familjudeplinum kemur ofta fyri, at dugnaligu starvsfólkini finna aðrar og smidligari loysnir enn, at barnið fer heiman. Haraftrat eru vit í eini støðu, har barnaverndarøkið fær eitt vaksandi tal av klagum í frágreiðingum frá Løgtingsins umboðsmanni. Spurningur kann tí setast við, um orsøkin er ónøgdsemi við stovnstilboðini hjá landinum, og um nakað kann gerast at bøta um hetta. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 23. september 2022 Djóni Nolsøe Joensen -- 1 of 1 --