52-041/2022
Øktar inntøkur hjá landsskassanum og hjálp til familjur í fíggjarligari neyð
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. okt. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
041.22 Svar frá U. Rasmussen frá B. Samuelsen - øktar inntøkur hjá landsskassanum og hjálp til familjur í fíggjarligari neyð.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 12. okt. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 11. oktober 2022 J.nr.: 22/17555-2 Viðgjørt: Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-041/2022 frá Bjørt Samuelsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um øktar inntøkur hjá landskassanum og hjálp til familjur í fíggjarligari neyð. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógv meira av mvg er komið í landskassan í ár vegna øktu prísirnar á olju og bensini? 2. Hvussu nógv meira av mvg er komið í landskassan í ár vegna øktu prísirnar á mat- og drykkivørum? 3. Hvussu nógv er inntøka landskassans vaksin av øktum prísum á gerandis- /neyðsynjarvørum sum heild? 4. Arbeiðir landsstýrið við nøkrum ætlanum um at lata hesar øktu inntøkur útaftur til familjur, sum ikki fáa endarnar at røkka saman, tí livikostnaðurin er so nógv øktur? Til nr. 1, nr. 2 og nr. 3 Hesir spurningarnir kunnu ikki svarast neyvt. Eisini er ógreitt, hvat meinast við gerandis- /neyðsynjarvørur sum heild. Uppgerðir eru ikki tøkar, sum vísa inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum býtt á vørubólkar og frádrigið ymiskar frádráttir, til dømis negativu uppgerðirnar, afturbering til kommunur og onnur. Tí kunnu netto-inntøkurnar hjá landskassanum frá meirvirðisgjaldinum ikki gerast upp býtt á vørubólkar. Tað er rætt, at inntøkurnar hjá landskassanum frá meirvirðisgjaldinum hækka, tá ið prísirnir hækka á brennievni, mati og drykkjuvørum. Tekin eru tó um, at húsarhald hava tillagað sína nýtslu í ár, millum annað orsakað av hækkandi prísunum á brennievni og matvørum. Prísvøksturin innan brennievni og matvørur hevur gjørt, at húsarhald brúka minni av peningi til aðrar vørur og tænastur enn brennievni og matvørur. Til dømis sæst, at innflutningurin av vørum til beinleiðis nýtslu er bara vaksin 2,7% frá januar til juli í ár samanborið við somu mánaðir í 2021. Leggjast kann afturat, at broytingin er í ársins prísum. Varð broytingin mátað í føstum prísum (nøgdum), hevði óivað verið talan um eina lækking. Lági vøksturin í innflutninginum av vørum til beinleiðis nýtslu í 2022 kann koma av tillagingum í vørugoymslum. Men hann er eisini tekin um, at vøksturin í húsarhaldsnýtsluni er hæsaður av í ár. Tillagingin í nýtsluni hjá húsarhaldum í 2022 merkir, at landskassin fær færri inntøkur av meirvirðisgjaldinum og øðrum avgjøldum á aðrar vørur. Inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum januar til september í ár eru til dømis vaksnar um 6% samanborið við somu mánaðir í 2021. Í 2021 -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 hækkaðu inntøkurnar hjá landskassanum av meirvirðisgjaldinum omanfyri 11% samanborið við 2020, hóast prísvøksturin var munandi lægri í 2021 enn í ár. Sambært upplýsningum frá TAKS er inntøkan frá innflutnings-mvg á brennievni (vørunummur 27101241, 27101243, 27101245, 27101247, 27101248) umleið 160 mió. kr. hægri fyrstu 9 mánaðirnar av 2022 samanborið við sama tíðarskeið í 2021. Uppgerðirnar av innflutnings-mvg eru bara tekin um broytingarnar í innflutningsvirðinum og vísa, eins og nevnt omanfyri, ikki netto- inntøkurnar frádrigið ymiskar frádráttir í meirvirðisgjaldinum. Hinvegin eru samlaðu inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum sama tíðarskeið 84 mió. kr. hægri enn í 2021. Til nr. 4 Landsstýrið og samgongan hava lagt fram uppskot fyri Løgtingið um oljustuðul, sum ætlandi fer at hjálpa fíggjarliga sperdum familjum at rinda fyri útreiðslur av olju til upphiting í ár. Landsstýrið og samgongan hava síðst í september lagt fram uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2023. Í sambandi við uppskotið er boðað frá skattalætta til føroysku familjurnar. Tinganes, 11. oktober 2022 Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
041.22 Spurningur til U. Rasmussen frá B. Samuelsen - øktar inntøkur hjá landsskassanum og hjálp til familjur í fíggjarligari neyð.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Øktar inntøkur hjá landsskassanum og hjálp til familjur í fíggjarligari neyð Spurningar: 1. Hvussu nógv meira av mvg er komið í landskassan í ár vegna øktu prísirnar á olju og bensini? 2. Hvussu nógv meira av mvg er komið í landskassan í ár vegna øktu prísirnar á mat- og drykkivørum? 3. Hvussu nógv er inntøka landskassans vaksin av øktum prísum á gerandis- /neyðsynjarvørum sum heild? 4. Arbeiðir landsstýrið við nøkrum ætlanum um at lata hesar øktu inntøkur útaftur til familjur, sum ikki fáa endarnar at røkka saman, tí livikostnaðurin er so nógv øktur? Viðmerkingar: Nógvar familjur og stakir persónar fáa ikki endarnar at røkka saman í løtuni, tí livikostnaðurin er so nógv øktur. Barnarfamiljur, ung, pensjónistar og fólk við skerdum førleikum teljast millum teirra, sum eru í vanda fyri at enda í fíggjarligari neyðstøðu og tí mugu leita sær hjálp. Sambært svari frá landsstýrismanninum í almannamálum til fyrispurning frá undirritaðu í summar (52-199/2021) vóru í 2019 gott 1000 børn í fátækraváða í Føroyum. Prísurin á olju, bensini, mati, ja allarflestu gerandisvørum er nógv øktur, samstundis, sum tað er sera dýrt at leiga ella keypa sær tak yvir høvdið. Tí er stórur vandi fyri, at fólk, sum livdu í fátækraváða, nú enda í fátækt. Fleiri hjálparfelagsskapir boða nú frá, at eyðsýnt nógv fleiri venda sær til teirra at biðja um hjálp og stuðul at fáa endarnar at røkka saman. Tá prísstøðið hækkar, vaksa inntøkur landskassan eisini, tí mvg av dýrari vørum gevur meira mvg í kassan. Spurningarnir verða settir fyri at fáa fram í hvønn mun, landsstýrið umhugsar at lata øktu inntøkurnar útaftur til teir borgarar og familjur, sum eru illa sperd av høga livikostnaðinum, og nú ikki fáa endarnar at røkka saman uttan hjálp. Á Løgtingi, 23. september 2022 Bjørt Samuelsen -- 1 of 1 --