52-040/2022
Navnalógin og formlig boð til fólkakirkjuna
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. okt. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
040.22 Svar frá B. Nielsen til H. Pálsdóttir - Navnalógin og formlig boð til fólkakirkjuna.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. okt. 2022
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-040/2022 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Hervør Pálsdóttir, løgtingsmanni, um um navnalógina og formlig boð til fólkakirkjuna Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Metir løgmaður tað verða virðiligt, at landsstýrismaðurin í mentamálum drálar við at geva fólkakirkjuni formlig boð um, at prestar skulu kunna skráseta børn hjá sammøðrum, soleiðis sum tulkingin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum staðfestir? 2. Ætlar løgmaður, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum, at fara inn í málið, soleiðis at børn hjá sammøðrum kunnu skrásetast, soleiðis sum tulkingin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum staðfestir? Svar: Til spurning 1 og 2 Mál sum eru tvørgangandi millum tvey ymisk stjórnarráð taka altíð sína tíð at avgreiða endaliga. Í løtuni verður umhugsað málsøkisflyting, har tað verður meira eintýtt, hvussu kirkjubókaføring skal skipast í mun til navnalóggávumyndugleikan. Í Tinganesi, 5. oktober 2022 Bárður á Steig Nielsen løgmaður -- 1 of 1 --
040.22 Spurningur til B. Nielsen frá H. Pálsdóttir - Navnalógin og formlig boð til fólkakirkjuna.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Evni: Navnalógin og formlig boð til fólkakirkjuna Spurningar: 1. Metir løgmaður tað verða virðiligt, at landsstýrismaðurin í mentamálum drálar við at geva fólkakirkjuni formlig boð um, at prestar skulu kunna skráseta børn hjá sammøðrum, soleiðis sum tulkingin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum staðfestir? 2. Ætlar løgmaður, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum, at fara inn í málið, soleiðis at børn hjá sammøðrum kunnu skrásetast, soleiðis sum tulkingin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum staðfestir? Viðmerkingar: 15. august 2022 svaraði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum undirritaðu, at tað var ikki neyðugt at broyta navnalógina, fyri at sammøður skuldu kunna geva eftirnavn til barn sítt. Í svarinum varð gjørt greitt, at tað er Umhvørvis- og vinnumálaráðið, ið hevur tulkingarrættin. (52-002/2022) 7. september 2022 svaraði løgmaður undirritaðu, at hann tók sum givið, at landsstýrismaðurin í mentamálum fylgdi tulkingini hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. (52-022/2022) Nú er meira enn ein mánaður liðin, síðan tað gjørdist greitt, hvussu lógin skal tulkast, og enn hevur fólkakirkjan ikki fingið formlig boð frá landsstýrismanninum í mentamálum um, at prestar kunnu skráseta børn hjá sammøðrum, soleiðis sum tulkingin hjá Umhvørvis- og vinnumálráðnum staðfestir. Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fylgja upp uppá svarið, ið løgmaður gav undirritaðu 7. september 2022. Á Løgtingi, 22. september 2022 Hervør Pálsdóttir -- 1 of 1 --