← Løgtingsmál

52-039/2022

Etiska ráðið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
039.22 Svar frá K. L. H. Johannesen til B. K. Petersen - Etiska ráðið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
agf. 29. september 2022
HMR J. nr. 22/17122-3
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-039/2022 eftir § 52 í tingskipanini um Etiska ráðið, frá Bjarna Kárason
Petersen, løgtingsmanni
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví og við hvørjum grundgevingum hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um at koyra 6
ráðslimir í Etiska ráðnum frá?
2. Er avgerðin hjá landsstýrismanninum í samsvari við § 6 í løgtingslógini um Etiskt ráð?
3. Hvørjar eru sakligu grundgevingarnar fyri tilnevningini av nýggja formanninum og
nýtilnevndu ráðslimunum?
Svar:
Til spurning 1
Etiska ráðið verður valt 4. hvørt ár og verður mannað við níggju ráðslimum, sum verða sitandi, til
nýtt ráð tekur við.
Løgtingslógin um Etiskt ráð fekk gildi tann 1. september 2017, og tann 1. januar 2018 fór Etiska
ráðið formliga til verka. Etiska ráðið hevur soleiðis sitið í meira enn 4 ár, og tí hevur
landsstýrismaðurin valt eitt nýtt ráð í samsvar við løgtingslógina um Etiskt ráð.
Sambært § 6, stk. 6 í lógini er m.a. ásett, at tað skal miðast “...ímóti at í minsta lagi 3 limir frá
undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat”.

-- 1 of 3 --

Landsstýrismaðurin valdi í samsvar við omanfyristandandi eitt nýtt ráð, har 6 limir vórðu valdir av
nýggjum, og 3 limir vórðu valdir fyri eitt valskeið afturat. Tað er vanligt, at tað er ein útskifting av
limum, tá ið ráð og nevndir undir landsstýrinum verða vald av nýggjum.
Eftirfylgjandi tók ein av teimum afturvaldu limunum seg úr ráðnum. Landsstýrismaðurin valdi tí ein
nýggjan lim í ráðið, sum sambært serligu viðmerkingunum til lógina, skuldi vera lækni.
Til spurning 2
Sambært § 6, stk. 1 í lógini um Etiskt ráð, eru 9 limir í ráðnum, ið verða settir fyri 4 ár í senn.
Heilsumálaráðið er av tí greiðu fatan, at 4 ára valskeiðið er at skilja sum tann tíðin, sum eitt samlað
ráð situr. Soleiðis at skilja, at valdir ráðslimir til tíðarskeiðið 2018 til 2022, eru valdir til hetta
tíðarskeiðið. At hetta eisini hevur verið ætlanin hjá lóggeva, kann somuleiðis grundgevast við, at
vanliga sita allar nevndir og ráð undir landsstýrinum somuleiðis í eitt fast tíðarskeið, soleiðis at tá
skeiðið er runnið, verða allir limir valdir av nýggjum, eisini teir, ið máttu verða komnir til, eftir at
nevndin varð vald av fyrstani tíð. Í hesum sambandi kann millum annað nevnast Fólkaheilsuráðið,
Javnstøðunevndin og Leigunevndin.
Støðan í september 2020 var tann, at táverandi forkvinna í Etiska ráðnum, ið hevði sitið síðani 1.
januar 2018, valdi at taka seg úr ráðnum. Neyðugt var tí at tilnevna formann í hennara sess. Av tí, at
sitandi forkvinna varð tilnevnd í sessin hjá fráfarnu forkvinnuni, stóð hon sostatt fyri vali, nú ráðið
skuldi veljast av nýggjum. Mett verður sostatt, at avgerðin hjá undirritaða landsstýrismanni er í
samsvari við § 6, stk. 1 í løgtingslóg um Etiskt ráð.
Í § 6, stk. 6 í lógini er sum áðurnevnt ásett, at tá ið ráðið verður sett av nýggjum, verður miðað
ímóti, at í minsta lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat. Í samsvari
við hesa áseting vórðu 3 limir afturvaldir í ráðið. Eftirfylgjandi tók ein av hesum limum seg úr
ráðnum. Landsstýrismaðurin valdi tí ein nýggjan lim í ráðið, sum sambært serligu viðmerkingunum
til lógina, skuldi vera lækni. Hetta merkir, at 2 limir eru afturvaldir. Av tí, at tað ikki er eitt krav, at
3 limir verða afturvaldir, verður mett, at landsstýrismaðurin hevur hildið seg til ásetingina í § 6, stk.
6 í lógini viðv. afturvali av limum í ráðið.
Til spurning 3
Etiska ráðið hevur sambært lógini til endamáls “...at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar
spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, ið hava ávirkan á lívið hjá
menniskjum. Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar
etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og
kommunaløkinum”.
Tey, ið verða tilnevnd í Etiska ráðið, skulu sambært lógini hava innlit í etisk, mentanarlig,
samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki. Landsstýrismaðurin í
heilsumálum skal tryggja, at bæði fakfólk og leikfólk eru umboðað, og at umleið eins nógvir limir

-- 2 of 3 --

av báðum kynum eru umboðaðir í ráðnum. Løgtingslimir og kommunustýrislimir kunnu ikki sita í
ráðnum.
Uttan at viðgera ítøkiliga valið av hvørjum einstøkum limi, vil landsstýrismaðurin viðmerkja, at
hann í sínum vali av formanni og hinum ráðslimunum hevur lagt dent á, at ráðið fakliga er breitt
samansett við fólki, ið hava teir omanfyrinevndu førleikar, ið lógin ásetur.
Heilsumálaráðið, 29. september 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
039.22 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá B. K. Petersen - Etiska ráðið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Etiska ráðið
Spurningar:
1. Hví og við hvørjum grundgevingum hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um
at koyra 6 ráðslimir í Etiska ráðnum frá?
2. Er avgerðin hjá landsstýrismanninum í samsvari við § 6 í løgtingslógini um
Etiskt ráð?
3. Hvørjar eru sakligu grundgevingarnar fyri tilnevningini av nýggja
formanninum og nýtilnevndu ráðslimunum?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at koyra formannin og fimm aðrar ráðslimir
í Etiska ráðnum til hús. Hetta hóast tað stendur í § 6 í løgtingslóg um Etiskt ráð, at
limirnir verða settir fyri 4 ár í senn, og forkvinnan bert hevur sitið í 2 ár. Harafturat
stendur í § 6, stk. 6, at tá ið ráðið verður sett av nýggjum verður miðað ímóti, at í minsta
lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat, og at limir kunnu
verða settir av nýggjum eina ferð.
Avgerðin um at koyra ráðslimirnar frá hevur elvt til undran og ørkymlan millum fólk.
Somuleiðis er spurnartekn sett við setanina av nýggju ráðslimunum og
grundgevingarnar handan avgerðina.
Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 19. september 2022
Bjarni Kárason Petersen

-- 1 of 1 --