← Løgtingsmál

52-038/2022

Skerjingar á Sernámi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
038.22 Svar frá J. av Rana til R. Samuelsen - Skerjingar á Sernámi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 26. september 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-155
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-038/2022 frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av
Rana, landsstýrismanni, um skerjingar á Sernámi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørja heimild hevur Sernám til sjálvt at minka um virksemið innan dagstovnaøkið?
2. Er landsstýrismaðurin kunnaður um og/ella hevur góðtikið ætlaðu tillagingarnar í
virkseminum frá nú og til juni 2023?
3. Veit landsstýrismaðurin at siga, hvør orsøkin er til, at starvsfólkatrotið er so stórt á Sernámi?
4. Hvussu stóra játtan hevur Sernám fingið til at reka sítt virksemi, tíðarskeiðið 2019-2022 og
hvussu stóra játtan er ætlanin at veita stovninum í 2023?
5. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í sambandi við at tryggja neyðugu fortreytirnar hjá
Sernámi at reka virksemi á tann hátt, tað er tilætlað?
Svar
Til 1: Tillagingin í virkseminum hjá Sernámi eru framdar av stjóranum innan fyri leiðslurættinum,
við tilvísing til støðuni sum stovnurin er í, vegna mangul upp á starvsfólk.
Til 2: Avgerðin at skerja virksemi á dagstovnaøkinum er ikki kjølfest politiskt.
Landsstýrismaðurin var ikki kunnaður, og hevur tí ikki góðtikið ætlaðu tillagingarnar av
virkseminum hjá Sernámi. Uttanríkis- og mentamálaráðið varð kunnað um tillagingina í telduposti
tann 31. august 2022, altso eftir at avgerðin var tikin og send út sum teldupostur til dagstovnar og
dagrøktir í Føroyum.
Til 3: Sambært stjóranum á Sernámi er trupult at fáa sett starvsfólk til fyribilssetanir, eitt nú fyri
starvsfólk í farloyvi ella barsilsfarloyvi. Harumframt hevur talið av umsøkjarum sum heild verið
lækkandi seinastu árini, í samsvari við, at fleiri størv til eitt nú sálarfrøðingar eru komin innan
aðrar geirar.
Til 4: Játtanin til Sernám:

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
ár játtan tús. kr.
2019 19.950
2020 20.740
2021 21.355
2022 22.133
2023 23.095
Til 5: Landsstýrismaðurin hevur sett í verk eina tilgongd at betra um sernámsfrøðiligu tænastuna,
fyri at tryggja, at børn og ung í Føroyum á besta hátt fáa ta hjálp teimum tørvar.
Í fyrsta umfari verður hugt eftir, hvussu sernámsfrøðiligu tænasturnar eru settar saman á
fólkaskúlaøkinum. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin tikið stig til m.a. at gera eina
kvantitativa spurnaðarkanning. Endamálið við hesum arbeiði er at kanna og lýsa núverandi skipan
av arbeiðinum, tænastum og arbeiðsmannagongdum á serøkinum, umframt at tryggja rætta
raðfesting á økinum.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
038.22 Spurningur til J. av Rana frá R. Samuelsen - Skerjingar á Sernámi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Rósa Samuelsen, tingmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Skerjingar á Sernámi
Spurningar:
1. Hvørja heimild hevur Sernám til sjálvt at minka um virksemið innan dagstovnaøkið?
2. Er landsstýrismaðurin kunnaður um og/ella hevur góðtikið ætlaðu tillagingarnar í
virkseminum frá nú og til juni 2023?
3. Veit landsstýrismaðurin at siga, hvør orsøkin er til, at starvsfólkatrotið er so stórt á
Sernámi?
4. Hvussu stóra játtan hevur Sernám fingið til at reka sítt virksemi, tíðarskeiðið 2019-2022
og hvussu stóra játtan er ætlanin at veita stovninum í 2023?
5. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í sambandi við at tryggja neyðugu fortreytirnar
hjá Sernámi at reka virksemi á tann hátt, tað er tilætlað?
Viðmerkingar:
Barnarættindasáttmálin staðfestir m.a., at hóskandi lóggávulig og fyrisitingarlig tiltøk skulu
setast í verk fyri at tryggja børnum ta vernd og umsorgan, sum er neyðug fyri barnsins trivna.
Børnini skulu harumframt verjast í samsvari við tey aðalkrøv, sum myndugleikar hava ásett,
við atliti at trygd, heilsu, starvsfólkatali og starvsfólkaførleika, umframt serkønari umsjón.
Á heimasíðuni hjá Sernámi stendur, at Sernám er tann stovnur, sum veitir ráðgeving innan
sernámsfrøðilig viðurskifti til m.a. dagstovnar. Í skrivi til dagstovnar og dagrøktir varð kunnað
um, at vegna avmarkaða starvsfólkaorku á økinum, verður virksemið hjá Sernámi tillagað frá
nú og fram til juni 2023. Avmarkingarnar við sær, at dagstovnar og dagrøktir ikki fara at fáa
sernámsfrøðiliga ráðgeving í hesum tíðarskeiði, undantikið akutt. Tænasturnar hjá Sernámi
verða nú avmarkaðar til talu- og málmenningarøkið og rørslu- og sansamenningarøkið.
Avmarkingarnar bera við sær vanlukkuligar lagnur fyri børnini, sum ikki verða loftað, meðan
tíð er. Tað er alneyðugt at raðfesta rætt á økinum og tryggja neyðugu fortreytirnar hjá Sernámi
at reka virksemi á tann hátt, tað er tilætlað. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 16. september 2022
Rósa Samuelsen

-- 1 of 1 --