52-037/2022
Um rætt at fáa útskrivað føroyskt pass til føroyingar uttanlands
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. sep. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
037.22 Svar frá B. S. Nielsen til H. Hoydal - Um rætt at fáa útskrivað føroyskt pass til føroyingar uttanlands.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. okt. 2022
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 37/2022 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um rætt at fáa útskrivað føroyskt pass til føroyingar uttanlands Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Kann løgmaður staðfesta, at føroyingar búsitandi uttanlands eiga at kunna velja at fáa útskrivað føroyskt pass, og at tað finnast fordømi fyri tí? 2. Vil løgmaður tryggja, at øll, ið ynskja tað, kunnu velja tað føroyska passið, tá ið tey skulu hava útskrivað ella endurnýggjað pass, meðan tey eru búsitandi uttanlands? 3. Hvat er lógargrundarlagið fyri at nokta føroyingum uttanlands eitt føroyskt pass, og hvat er lógargrundarlagið fyri at útskriva donsk ES-pass til føroyingar í Føroyum? Svar: Til spurning 1-3 Sambært Lovbekendtgørelse nr. 1196 af 10. november 2017 for Færøerne af lov om pas til danske statsborgere m.v. og Bekendtgørelse nr. 994 af 11. oktober 2012 for Færøerne om pas m.v., er tað ríkismyndugleikarnir, ið útskrivað pass. Løgmansskrivstovan sendi tískil tann 16. september spurningin til danska løgmálaráðið at svara. Orsakað einari misskiljing í danska løgmálaráðnum, hevur tað tíverri drigið út hjá Løgmansskrivstovuni at fáa svar uppá spurningin frá danska løgmálaráðnum. 14. oktober hevur danska løgmálaráðið svarað, at tey ikki fáa svara spurninginum, meðan val er útskrivað til Fólkatingið. Heitt verður tískil á spyrjaran um at seta spurningin av nýggjum eftir fólkatingsvalið. Av tí spurningurin viðvíkur máli, sum hoyrir undir málsræði ríkisins, verður heitt á spyrjaran um at seta spurningin til Ríkisumboðsmannin, sbr. tingskipanin § 53 Stk. 5. Í Tinganesi, 14. oktober 2022 Bárður á Steig Nielsen løgmaður -- 1 of 1 --
037.22 Spurningur til B. S. Nielsen frá H. Hoydal - Um rætt at fáa útskrivað føroyskt pass til føroyingar uttanlands.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Evni: Um rætt at fáa útskrivað føroyskt pass til føroyingar uttanlands Spurningar: 1. Kann løgmaður staðfesta, at føroyingar búsitandi uttanlands eiga at kunna velja at fáa útskrivað føroyskt pass, og at tað finnast fordømi fyri tí? 2. Vil løgmaður tryggja, at øll, ið ynskja tað, kunnu velja tað føroyska passið, tá ið tey skulu hava útskrivað ella endurnýggjað pass, meðan tey eru búsitandi uttanlands? 3. Hvat er lógargrundarlagið fyri at nokta føroyingum uttanlands eitt føroyskt pass, og hvat er lógargrundarlagið fyri at útskriva donsk ES-pass til føroyingar í Føroyum? Viðmerkingar: Undirritaði hevur fingið innlit í fleiri ítøkilig dømi, har føroyingum búsitandi uttanlands verður noktað at fáa útskrivað tað føroyska passið, tá ið tey skulu hava nýtt ella endurnýggjað pass. Í staðin verður kravt, at tey skulu hava tað danska ES-passið. Undirritaði hevur tó eisini fingið innlit í dømi, har tað hevur eydnast at fáa útskrivað tað føroyska passið hjá føroyingum, ið hava verið búsitandi í til dømis Bretlandi og Íslandi. Tískil tykist tað, sum mismunur verður gjørdur, og at fólk ikki fáa greiða og einsljóðandi kunning og niðurstøður um síni rættindi at velja pass. Undirritaði hevur sæð dømi, har víst verður til §10 í “Lov om Færøernes hjemmestyre” til tess at nokta fólki at fáa útskrivað føroyska passið uttanlands. Har stendur: ”§ 10. Í ferðapassi og tjóðarprógvi skrivað í Føroyum til Føroying verða „Føroyingur“ og „Føroyar“ sett aftaná orðini „Dansk“ og „Danmark“. Grundgevingin fyri at nokta er, at hetta skal tulkast sum bert galdandi fyri pass, ið eru skrivað út í Føroyum. Vit vita kortini, at framleiðslan av passum langt síðani er flutt av landinum. Og vit vita, at føroyingar í Føroyum fáa útskrivað donsk ES-pass, sum als ikki samsvarar við §10 í “Lov om Færøernes Hjemmestyre”. Tí verður eisini spurt, hvat lógargrundarlag víst verður til viðvíkjandi passi til føroyingar heima og uttanlands. Á Løgtingi, 16. septembur 2022 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --