← Løgtingsmál

52-036/2022

Um skattamál viðvíkjandi Samherja

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
036.22 Svar frá U. Rasmussen til H. Hoydal - Skattamál viðv. Samherja.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 28. septembur 2022
J. nr.: 22/17008
Viðgjørt: JEK
Svar til fyrispurning nr. 52-036/2022 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um skattamál viðvíkjandi Samherja
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat er hent í málinum um skatt hjá útlendska reiðarínum Samherja, har føroysk feløg og
FAS-skipanin vórðu brúkt til at sleppa undan skatti uppá 17 mió. krónur?
2. Hvør er órættaður, og er endurgjald goldið til órættaðar partar?
3. Hvør revsing er framd mótvegis reiðarínum fyri at bróta skattalógina?
4. Finst dømi um nakran vanligan borgara, sum ikki verður revsaður, tá ið tað er staðfest, at
tey hava brotið skattalógina?
Svar til spurning 1-4
Tað er ásett í § 151 í skattalógini, at tað er bannað skattavaldinum undir ábyrgd í borgarligu
revsilógini fyri Føroyar at siga óviðkomandi frá nøkrum av tí, sum tað fær at vita um inntøku-,
ognar-, og vinnuviðurskifti ella viðskifti, sum viðkoma heimalívinum hjá skattskyldugum ella
ávísingarskyldugum, meðan tað røkir starv sítt sambært skattalógini.
Bæði landsstýrið og løgtingið eru í hesum sambandi at rokna sum óviðkomandi, og hevur
landsstýrismaðurin tí ikki innlit í tey viðurskifti, sum spurt verður um.
Tinganes, 28. septembur 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
036.22 Spurningur til U. Rasmussen frá H. Hoydal - Um skattamál viðvíkjandi Samherja.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Um skattamál viðvíkjandi Samherja
Spurningar:
1. Hvat er hent í málinum um skatt hjá útlendska reiðarínum Samherja, har
føroysk feløg og FAS-skipanin vórðu brúkt til at sleppa undan skatti uppá 17
mió. krónur?
2. Hvør er órættaður, og er endurgjald goldið til órættaðar partar?
3. Hvør revsing er framd mótvegis reiðarínum fyri at bróta skattalógina?
4. Finst dømi um nakran vanligan borgara, sum ikki verður revsaður, tá ið tað er
staðfest, at tey hava brotið skattalógina?
Viðmerkingar:
Í mars mánað 2021 varð staðfest alment, at útlendska reiðaríið Samherji hevði brúkt
føroysku skattaskipanina og FAS-skipanina at gjalda sjófólki í Namibia hýru, og
hevði harvið fingið skattaafturbering av órøttum fyri 17 mió. kr.
Nú hálvt annað ár eftir, er onki frætt um nakra revsing.
Tí verður landsstýrismaðurin biðin um at greiða Løgtinginum frá, hvat er hent í
málinum.
Undirritaði setti tann 7. september 2022 landsstýrismanninum somu spurningar sum
teir omanfyri, men tá sum munnligan fyrispurning eftir § 52 í Tingskipanini.
Landsstýrismaðurin svaraði tá frá tingsins røðarapalli, at hetta eru spurningar, sum
hann ikki kann svara uppá, tí at § 151 í skattalógini forbjóðar honum innlit í slíkt, sum
spurt varð um, og at hann tí als ikki fekk svarað hesum fyrispurningi.
Undirritaði gjørdi tá greitt, at hann hevði fulla virðing fyri, at landsstýrismaðurin er
forðaður í at fara inn í einstøk skattamál, men at hann hevði ilt við at góðtaka svarið
um, at landsstýrismaðurin ikki kann biðja um upplýsingar frá TAKS um, hvar hetta
málið liggur, ella at biðja embætisfólkini spyrja ákæruvaldið.
Undirritaði gjørdi síðani greitt, at hann eisini fór at seta fyrispurningin til
landsstýrismannin skrivliga. Landsstýrismaðurin segði eisini, at undirritaði kundi seta
spurningin skrivliga, fyri at fáa tað svarið, sum er møguligt at fáa tann vegin.
Á Løgtingi, 16. september 2022
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --