52-035/2022
Inntøkur og útreiðslur hjá Vága- og Norðoyatunlunum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. sep. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
035.22 Svar frá U. Rasmussen til B. K. Petersen - Inntøkur og útreiðslur hjá undirsjóvartunlum í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 3. okt. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 3. oktober 2022 J.nr.: Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-035/2022 frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um inntøkur og útreiðslur hjá Vága- og Norðoyatunlunum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar hava árligu inntøkurnar verið hjá ávikavist Vága- og Norðoyatunlinum síðan 2016? 2. Hvørjar hava árligu útreiðslurnar verið hjá ávikavist Vága- og Norðoyatunlinum síðan 2016, skift á rakstur, viðlíkahald, umsiting og umvælingar? 3. Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at strikað tunnilsgjøldini í ávikavist Vága- og Norðoyatunlinum? 4. Er nøkur avtala gjørd um, at tunnilsgjøldini á Vága- og Norðoyatunlunum skulu strikast, eftir at teir eru útgoldnir? 5. Arbeiðir landsstýrismaðurin við einum nýggjum fíggingarleisti fyri samferðslukervið? Til nr. 1 Roknskapirnir hjá feløgunum eru almennir og finnast á heimasíðuni tunnil.fo. Inntøkur í mió. kr. 2016 2017 2018 2019 2020 2021 Vágatunnilin 15,1 16,6 14,7 13,4 10,1 11,3 Norðoyatunnilin 24,5 21,0 19,0 17,7 16,1 17,8 Kelda: Ársroknskapir hjá tunnilsfeløgunum (árlig nettosøla), www. tunnil.fo. Til nr. 2 Vágatunnilin í tús. kr. 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 Beinleiðis rakstur 2.874 2.764 1.740 2.245 2.324 2.514 2.338 Fyrisiting 600 600 600 600 600 600 500 Trygging 321 211 455 300 298 101 490 Innkrevjing 1.900 1.800 2.000 1.800 1.950 1.172 1.100 Viðlíkahald 0 139 4.380 8.055 20.174 500 3.800 Samanlagt 5.695 5.514 9.175 13.000 25.346 4.887 8.228 Kelda: Vágatunnilin. -- 1 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/3 Norðoyatunnilin í tús. kr. 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 Beinleiðis rakstur 4.371 4.134 2.959 4.493 4.358 3.288 4.000 Fyrisiting 600 600 600 600 600 600 500 Trygging 436 35 445 311 314 300 313 Innkrevjing 1.900 1.800 2.000 1.800 2.400 2.252 2.000 Viðlíkahald 0 889 0 0 1.651 31.528 9.007 Samanlagt 7.307 7.458 6.004 7.204 9.323 37.968 15.820 Kelda: Norðoyatunnilin. Víst verður eisini til LM-047/2021 skjal C: Ymisk tøl í sambandi við viðgerð av samferðslupakkanum, sum tunnilsfeløgini lótu fíggjarnevndini. Tunnilsfeløgini upplýsa, at seinasta vetur kannaðu fólk frá Rambøll loftið í Norðoyatunlinum. Hetta er kanning, sum verður gjørd 4. – 5. hvørt ár. Tunnilsfelagið hevur boðið arbeiðið út, at gera loftið aftur. Um felagið tekur av lægsta boð, er arbeiðið mett at kosta umleið 3,8 mió. kr. Síðst í september verður loftið í Vágatunlinum kannað, og má tí roknast við einum kostnaði har eisini. Ljósini í Norðoyatunlinum verða skift seinni í ár og komandi ár. Tað er mett at kosta 11 mió. kr. Vifturnar í Vágatunlinum eru 20 ára gamlar og í Norðoyatunlinum 16 ár. Tunnilsfeløgini hava biðið um at fáa tær kannaðar, serliga upphangini og motorarnir. Tað vísir seg, at vera nógv tæring í báðum tunlum. Millum annað sæst tæring í telefon/brand boksunum. El-teknisk útgerð broytist alsamt, sum ger tað torført at fáa eykalutir. Summi teknikkhús mugu eisini kannast, serliga tey, sum eru í bingjum. Alt eftir hvørjum standi vifturnar, telefonirnar v.m. eru í, er metingin hjá P/F Norðoyatunnilinum og P/F Vágatunnilinum, at tað mugu brúkast einar 4 mió. kr. í miðal í viðlíkahaldi av Vágatunlinum komandi 3 árini og nakað meir í Norðoyatunlinum, umleið 7,5 mió. kr. Til nr. 3 Verða tunnilsgjøldini í Vága- og Norðoyatunlunum strikað, fella inntøkurnar, sum greitt frá í nr. 1, burtur. Í 2021 vóru inntøkurnar hjá feløgunum um 29 mió. kr. Útreiðslurnar hjá Vága- og Norðoyatunlunum sambært roknskapinum vóru ávikavist 9,4 mió. kr. og 13,0 mió. kr. í 2021, tilsamans 22,4 mió. kr. Av hesum vóru avskrivingar og útsettur skattur 11,1 mió. kr. Rakstur, lønir og fíggjarligir postar vóru 11,3 mió. kr. Avlopið var 6,6 mió. kr. Við miðaltølum frá feløgunum fyri 2016 til 2022, sum eru lýst omanfyri, og framrokningar hjá tunnilsfeløgunum fyri 2023 til 2025, hevði rakstur og viðlíkahald kostað árliga um 18 mió. kr. Tað er 6,3 mió. kr. til beinleiðis rakstur og 11,5 mió. kr. til viðlíkahald. Tó eigur at viðmerkjast, at munandi umvælingar hava verið gjørdar hesi seinnu árini. Útreiðslur til fyrisiting, tryggingar og innkrevjing eru ikki roknað uppí hesa meting. Skal onki tunnilsgjald vera, fer landið at taka tunnilsfeløgini av. Tá verða avlop, avskrivingar, útreiðslur av innkrevjing og tílíkt ikki viðkomandi, men einans regluligur rakstur og umvælingar av tunlunum. -- 2 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 3/3 Til nr. 4 Spurningurin um tunnilsgjald og í sama viðfangi, um nær tunlarnir skulu latast aftur til landið, hevur ofta verið viðgjørdur sum eitt ivamál um, nær tunlarnir eru afturgoldnir. Ógreiða hevur m.a. verið um, hvørt tað eftir galdandi lóggávu er samlaði útveganarkostnaðurin ella bert lánið, ið skal gjaldast aftur, áðrenn tunlarnir kunnu latast landinum. Tríggir skrivligir fyrispurningar eftir Tingskipanini § 52 hava umrøtt spurningin um, nær og eftir hvørjum treytum tunlarnir skulu latast aftur til landið. Í svari frá 2014 frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum varð víst til, at samsvar ikki er millum orðaljóðið um útveganarkostnað og upprunaligu ætlanina og almennu fatanina, og í svari frá 2016 frá løgmanni varð víst til, at ein tulking av lógargrundarlagnum greitt vísir, at allur útvegnarkostnaðurin skuldi gjaldast aftur. Avhendan av undirsjóvartunlunum til landið krevur undir øllum umstøðum, at Løgtingið samtykkir eina broyting av verandi lóggávu. Tað er landið, sum eigur allan eginpeningin í feløgunum, og tað er landið, sum yvirtekur tunlarnar. Spurningurin um, nær tunlarnir skulu latast aftur til landið, og hvussu landið ynskir, at tunlarnir framyvir skulu rekast, er ein politisk avgerð. Tá politisk semja er um, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu latast aftur til landið, verður málið lagt fyri Løgtingið, og tað má eisini merkja, at tunnilsgjøldini verða avtikin. Fyrimunurin við, at tunnlarnir higartil hava verið riknir í partafeløgum er, at leiðslan skal tryggja, at felagið verður rikið forsvarliga, og at inntøka felagsins er nóg mikið til rakstur, viðlíkahald og at svara hvørjum sítt. Tá tunnilsfeløgini verða avtikin, átekur landið sær hesa ábyrgd. Tað er eyðsæð, at fortreytin fyri at avtaka tunnilsfeløgini og samtíðis avtaka gjaldið er, at nóg mikið verður sett av á fíggjarlógini til viðlíkahald. Eisini tað er ein politisk avgerð. Til nr. 5 Landsstýrið og samgongan arbeiða við einum nýggjum fíggingarleisti fyri samferðslukervið. Tinganes, 3. oktober 2022 Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 3 of 3 --
035.22 Spurningur til U. Rasmussen frá B. K. Petersen - Inntøkur og útreiðslur hjá undirsjóvartunlum í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Inntøkur og útreiðslur hjá Vága- og Norðoyatunlunum Spurningar: 1. Hvørjar hava árligu inntøkurnar verið hjá ávikavist Vága- og Norðoyatunlinum síðan 2016? 2. Hvørjar hava árligu útreiðslurnar verið hjá ávikavist Vága- og Norðoyatunlinum síðan 2016, skift á rakstur, viðlíkahald, umsiting og umvælingar? 3. Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at strikað tunnilsgjøldini í ávikavist Vága- og Norðoyatunlinum? 4. Er nøkur avtala gjørd um, at tunnilsgjøldini á Vága- og Norðoyatunlunum skulu strikast, eftir at teir eru útgoldnir? 5. Arbeiðir landsstýrismaðurin við einum nýggjum fíggingarleisti fyri samferðslukervið? Viðmerkingar: Nógv orðaskifti hevur verið um tunnilsgjøldini fyri undirsjóvartunlarnar í Føroyum. Útbyggingin av samferðslukervinum hevur í ein stóran mun verið fíggjað av brúkaragjøldum. Hesi brúkaragjøldini hava fyrst og fremst verið brúkt til at fíggja Vága- og Norðoyatunlarnar, og hava havt við sær, at teir eru væl hildnir og í sera góðum standi. Tað hevði verið áhugavert at vitað, hvat tað merkir fyri ávikavist Vága- og Norðoyatunnilin, um mann strikar tunnilsgjøldini. Tað hevur verið frammi, at ein avtala er, sum sigur, at tunnilsgjøldini fyri Vága- og Norðoyatunlarnar skulu strikast, eftir at teir eru útgoldnir. Tað er týdningarmikið at fáa at vita, um tað veruliga er so. Framtíðar útbyggingar av samferðslukervinum – eitt nú undirsjóvartunnil til Suðuroynna – fara at bera við sær týðandi útreiðslur fyri landið. Tí hevði verið áhugavert at vitað, um landsstýrismaðurin arbeiðir við einum nýggjum fíggingarleisti fyri samferðslukervið. Á Løgtingi, 15. september 2022 Bjarni Kárason Petersen -- 1 of 1 --