← Løgtingsmál

52-034/2022

Sparingar hjá Sernámi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
034.22 Svar frá J. av Rana til Ey. Samuelsen - Sparingar hjá Sernámi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 26. september 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-154
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-034/2022 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av
Rana, landsstýrismanni, um sparingar hjá Sernámi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør nú skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til
starvsfólk og familjur hjá børnum undir skúlaaldur ?
2. Hvussu leingi skulu foreldur, dagstovnar og børn nú bíða eftir sernámsfrøðiligari
ráðgeving?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til Sernám, so tað ikki er neyðugt at tillaga
virksemið?
Svar
Til 1: Sernám fer framhaldandi at røkja sernámsfrøðiliga ráðgeving til starvsfólk og familjur hjá
børnum undir skúlaaldur.
Sambært stjóranum á Sernámi merkir gjørda tillagingin ikki, at eingin sernámsfrøðilig ráðgeving
er til dagstovnarnar. Tillagingin er gjørd í mun til fakbólkarnar sernámsfrøði og sálarfrøði, tí
Sernám manglar starvsfólk innan hesar fakbólkar.
Til 2: Tillagingin er fyribils, og fevnir ikki um átøk, sum eru ígongd. Í hesum førum fáa
dagstovnar og foreldur at barninum framvegis ráðgeving frá Sernámi í mun til tørvin.
Í tillagingini eru eisini undantøk. Um tørvur er á ráðgeving í mun til børn, har ivamál er um
útsetan av skúlabyrjan ella ivamál er um, hvat rætta skúlatilboðið er, er framhaldandi møguligt at
fáa sernámsfrøðiliga ráðgeving.
Til 3: Tillagingin, sum Sernám hevur valt at gera, er ikki grundað á væntandi játtan, men á
væntandi starvsfólkaorku innan fakbólkarnar: sálarfrøðingar og sernásmfrøðiligar ráðgevarar.
Játtanin til Sernám verður ætlandi hækkað nakað í 2023.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
034.22 Spurningur til J. av Rana frá Ey. Samuelsen - Sparingar hjá Sernámi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Sparingar hjá Sernámi
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør nú skal veita sernámsfrøðiliga
ráðgeving til starvsfólk og familjur hjá børnum undir skúlaaldur ?
2. Hvussu leingi skulu foreldur, dagstovnar og børn nú bíða eftir
sernámsfrøðiligari ráðgeving?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til Sernám, so tað ikki er neyðugt
at tillaga virksemið?
Viðmerkingar:
Sernám hevur boðað dagstovnaleiðslunum frá, at virksemið hjá Sernámi verður
tillagað fram til juni 2023. Hetta merkir, at dagstovnar og dagrøktir ikki fáa ráðgeving
frá sernámsfrøðiligum ráðgeva í hesum tíðarskeiðinum.
Landsstýrismaðurin hevur áður sagt, at stovnurin var farin undir at broyta bygnaðin,
og tí varð virksemið broytt, soleiðis at foreldur ikki skuldi venda sær til Sernám, tí
stovnurin veitti bert ráðgeving til dagstovnar og skúlar - ikki til foreldur.
Tí er stóri spurningurin, hvør nú skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til starvsfólk
og familjur hjá børnum undir skúlaaldur. Spyrjast kann tí, um foreldur og børn, ið
frammanundan hava bíðað alt ov leingi, skulu brynja seg við toli til komandi ár.
Fyri at fáa greiðu á, hvat landsstýrismaðurin vil á økinum, verður hesin
fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 15. september 2022
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --