← Løgtingsmál

52-033/2022

Um støðuna viðvíkjandi máli um bót til alifelag

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
033.22 Svar frá M. Rasmussen til H. Hoydal - Um støðuna viðvíkjandi máli um bót til alifelag.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ
1
Løgtingið Tórshavn, 26. september 2022
Journal nr. 22/16997
Svar uppá fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um støðuna viðvíkjandi máli
um bót til alifelag, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Magnusi
Rasmussen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningur
1. Hvør er støðan viðvíkjandi málinum um bót til eitt alifelag uppá 67 mió. kr., sum
ákæruvaldið kunnaði løgmann um í desember 2021?
2. Hvat er hent fyrisitingarliga í málinum?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at viðgerðin av hesum máli er samsvarandi rættartrygd hjá
fyritøkum og almenningi?
4. Er nakrantíð áður hent, at eitt líknandi mál er kunnað til løgmann og síðani sent víðari
til eitt aðalráð, áðrenn ein fyrisitingarlig viðgerð er liðug og avgerðin fallin?
Svar
Spurningur nr. 1 og 2 verða svaraðir undir einum
Heilsufrøðiliga starvsstovan, ið er stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, hevur
viðgjørt og tikið støðu í málinum. Niðurstøðan hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni varð, at
málið skuldi latast fútanum til støðutakan.
Tá mál verða fráboðað fútanum, er tað fútin sum fær málsræði á málinum, og er
Heilsufrøðiliga starvsstovan eftir tað einans við til at upplýsa málið.
Vísandi til omanfyristandandi, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan vátta, at stovnurin heldur
grundarlag vera fyri at staðfesta, at ein alifyritøka hevur framt brot á galdandi lóggávu. Málið
er fráboðað fútanum, sum tí hevur málið um hendi.
Til spurning 3
Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur grundarlag vera fyri at staðfesta brot á lóggávu, ið
stovnurin umsitur. Málið er tí sent fútanum sambært galdandi lóggávu.
Fyrisitingarliga er málið ikki handfarið øðrvísi enn onnur mál, har fyrisitingarligur stovnur
staðfestir brot á serlóggávu.

-- 1 of 2 --

UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ
2
Til spurning 4
Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur fingið upplýst frá Løgmansskrivustovuni, at løgmaður
ikki áður er kunnaður av fútanum um líknandi mál. Harumframt eru í skjalagoymsluni hjá
Løgmansskrivustovuni í tíðarskeiðinum 2000-2022 ikki dømi um líknandi kunning frá
fútanum.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 26. september 2022
Magnus Rasmussen
Landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
033.22 Spurningur til M. Rasmussen frá H. Hoydal - Um støðuna viðvíkjandi máli um bót til alifelag.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Um støðuna viðvíkjandi máli um bót til alifelag
Spurningar:
1. Hvør er støðan viðvíkjandi málinum um bót til eitt alifelag uppá 67 mió. kr.,
sum ákæruvaldið kunnaði løgmann um í desember 2021?
2. Hvat er hent fyrisitingarliga í málinum?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at viðgerðin av hesum máli er samsvarandi
rættartrygd hjá fyritøkum og almenningi?
4. Er nakrantíð áður hent, at eitt líknandi mál er kunnað til løgmann og síðani
sent víðari til eitt aðalráð, áðrenn ein fyrisitingarlig viðgerð er liðug og
avgerðin fallin?
Viðmerkingar:
Í desember 2021 kom fram í Degi og Viku, at fútin hevði vent sær til
løgmansskrivstovuna í einum máli um at áseta revsing og bót til eina alifyritøku uppá
67 mió. kr.
Upplýst varð, at málið var ikki liðugt fyrisitingarliga viðgjørt, og at løgmaður hevði
sent kunningina frá fútanum víðari til Umhvørvis- og vinnumálaráðið.
Síðani er onki frætt um málið, og tí verður landsstýrismaðurin biðin um at upplýsa
Løgtingið um málið.
Á Løgtingi, 15. september 2022
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --