52-032/2022
Ábyrgd av serskúlaflutningi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. sep. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
032.22 Svar frá J. av Rana til J. Joensen - Ábyrgd av serskúlaflutningi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 26. september 2022 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-152 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-032/2022 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni, um ábyrgd av serskúlaflutningi. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar flutningstænastur kommunustýrið skal seta í verk fyri at lúka kravið í serskúlalógini um at bera kostnaðin av næmingaflutninginum? 2. Hvør myndugleiki skal ávikavist skipa fyri og gjalda fyri næmingaflutning í teimum førum, har næmingurin hevur so serligan tørv, at næmingurin ikki kann ferðast saman við øðrum, t.d. við Bygdaleiðum ella aðrari busstænastu? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til eina meira samhaldsfasta flutningstænastu, har landið átekur sær næmingaflutningin á serskúlaøkinum? Svar Til 1: Tær flutningstænastur, ið kommunustýrið hevur skyldu til at seta í verk sambært serskúlalógini, eru tær somu, sum skulu setast í verk fyri næmingar, sum ganga í fólkaskúla uttan fyri teirra egnu bústaðarkommunu, sbrt. § 11, stk. 3 í løgtingslóg nr. 50 frá 9. mai 2005 um serskúla, sbrt. § 33 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan. Hetta merkir millum annað, at kommunustýrið skal skipa fyri flutningi av næmingum millum heim og (ser)skúla, ella samsýna næminginum útreiðslur til egnan flutning, tá ið ikki ber til at vísa til almennar ferðslumiðlar. Viðvíkjandi júst hvørjum flutningshátti, ið kommunustýrið hevur skyldu til at bjóða næmingi, er at siga, at hetta í størsta mun veldst um eina ítøkiliga meting av tørvinum hjá einstaka næminginum, ið kommunustýrið noyðist at gera í hvørjum einstøkum føri, og kann hetta m.a. fevna um bussar ella hýruvognar, um ongir almennir ferðslumiðlar eru egnaðir. Til 2: Til ber at staðfesta, at kommunan skal skipa fyri og gjalda fyri flutning, eisini í teimum førum, har næmingurin ikki kann ferðast við Bygdaleiðum ella aðrari busstænastu. Til 3: Hesin spurningurin er ikki viðgjørdur enn, men møguleiki er fyri, at hann kann verða tikin upp í sambandi við endurskoðanina av fólkaskúlalógini í ár. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
032.22 Spurningur til J. av Rana frá J. Joensen - Ábyrgd av serskúlaflutningi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Ábyrgd av serskúlaflutningi Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar flutningstænastur kommunustýrið skal seta í verk fyri at lúka kravið í serskúlalógini um at bera kostnaðin av næmingaflutninginum? 2. Hvør myndugleiki skal ávikavist skipa fyri og gjalda fyri næmingaflutning í teimum førum, har næmingurin hevur so serligan tørv, at næmingurin ikki kann ferðast saman við øðrum, t.d. við Bygdaleiðum ella aðrari busstænastu? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til eina meira samhaldsfasta flutningstænastu, har landið átekur sær næmingaflutningin á serskúlaøkinum? Viðmerkingar: Serskúlalógin (ll. nr. 50 frá 9. mai 2005 um serskúla, sum broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 6. mai 2016) ásetir í § 11, stk. 3, at kommunustýrið skal bera kostnaðin av næmingaflutninginum í og úr skúla. Hetta skal sum skilst gerast eftir somu reglum sum eftir fólkaskúlalógini. Eftir § 33 í fólkaskúlalógini er yvirskipaða kravið, at kommunustýrið skal skipa fyri flutningi millum skúlar og heim ella nánd av heiminum av næmingum, sum ganga í skúla uttan fyri teirra egnu bústaðarkommunu. Lógin ásetir eisini, at hendan flutningsskyldan kann vera lokin við at vísa næmingunum til almennar ferðslumiðlar ella við at samsýna teimum útreiðslur til egnan flutning. Spyrjarin hevur fingið kunnleika til, at hendan skipan kann vera sera óheppin í einstøkum førum. Dømi eru um, at ein miðalstór kommuna má hava upp í tríggjar einstaklingafyriskipanir um næmingaflutning. Orsøkin er tann einfalda, at næmingarnir hvør í sínum lagi hava so mikið serligan tørv, at teir ikki kunnu ferðast saman við øðrum. Tað er sjálvandi sera óheppið, um kommunur kenna seg noyddar at skipa fyri slíkum næmingaflutningi, ið at síggja til liggur væl uttanfyri ta ábyrgd, sum fólkaskúlalógin áleggur kommununum; men tað verður gjørt, tí eftir øllum at døma er ongin annar sum tekur um endan, tá ið tey nærmastu ikki hava umstøður ella møguleika at átaka sær flutningin. -- 1 of 2 -- Spurningurin er, um tað skal vera uppgávan hjá einari kommunu – og ikki ein landsuppgáva - at hava einstaklingafyriskipanir, tá ið tað kemur til næmingaflutning. Spurt verður tí um, hvussu lóggávan skal skiljast á hesum øki og hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur. Á Løgtingi, 14. september 2022 Jóhannis Joensen -- 2 of 2 --