52-031/2022
Viðlíkahald av vegastrekkinum niðan gjøgnum dalin í Norðagøtu og inn eftir Kambsdali
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. sep. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
031.22 Svar frá U. Rasmussen til E. Jacobsen - Viðlíkahald, vegastrekkið dalurin í Norðagøtu og inn eftir Kambsdali.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 26. septembur 2022 J. nr.: 22/17038 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning 52-031/2021 frá Edvu Jacobsen, løgtingsmanni, settur Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um viðlíkahald av vegastrekkinum niðan gjøgnum dalin í Norðragøtu og inn eftir Kambsdali Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær er vegastrekkið frá Norðragøtu og inn eftir Kambsdali asfalterað seinast? 2. Hvussu ofta er vegastrekkið asfalterað av nýggjum seinastu 30 árini? 3. Nær er ætlanin at viðlíkahalda hetta vegastrekkið? 4. Hvar í røðini er hetta vegastrekkið í einari asfalteringsætlan hjá Landsverki? Svar: Tað er eitt eftirsleip av viðlíkahaldinum á infrakervinum. Landsverk metti í 2018 at eftirsleipið til asfaltering var umleið 100 mió. kr. Landsverk er í holt við at dagføra metingina av eftirsleipinum, sum samanlagt var mett til 375 mió. kr. í 2018. Vegastrekkið frá Norðagøtu (við íbindingina til fótboltsvøllin) til Fuglafjørð er umleið 6,5 kilometrar og er ein av vegunum, ið Landsverk metir hava tørv á at verða asfalteraður. Vegurin varð asfalteraður í 1999. Síðani eru bert smávegis ábøtur gjørdar á vegin. Í løtuni verða ringastu holini á vegnum fylt við asfalti. Landsverk mælir til, at vegastrekki við nógvari og tungari ferðslu, eins og Fuglafjarðarvegurin, eiga at verða asfalteraðir fimtanda hvørt ár. Í løtuni verður mett, at tað kostar einar 2 mió. kr. at asfaltera hvønn kilometur av vegi. Tað merkir, at tað kostar umleið 13 mió. kr. at asfaltera Fuglafjarðarvegin. Landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri, at meira verður játtað til at asfaltera komandi árini. Tað krevur eina politiska semju, at meira verður játtað til viðlíkahald og kanska minni til nýgerð komandi árini. Tinganes, 26. septembur 2022 Uni Rasmussen landsstýrismaður í fíggjarmálu -- 1 of 1 --
031.22 Spurningur til U. Rasmussen frá E. Jacobsen - Viðlíkahald, vegastrekkið dalurin í Norðagøtu og inn eftir Kambsdali.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Edva Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Viðlíkahald av vegastrekkinum niðan gjøgnum dalin í Norðragøtu og inn eftir Kambsdali Spurningar: 1. Nær er vegastrekkið frá Norðragøtu og inn eftir Kambsdali asfalterað seinast? 2. Hvussu ofta er vegastrekkið asfalterað av nýggjum seinastu 30 árini? 3. Nær er ætlanin at viðlíkahalda hetta vegastrekkið? 4. Hvar í røðini er hetta vegastrekkið í einari asfalteringsætlan hjá Landsverki? Viðmerkingar: Vegastrekkið niðan ígjøgnum dalin í Norðragøtu og inn eftir Kambsdali er eitt strekkið við sera nógvari ferðslu. Tað er nógv vinnulív á Kambsdali og Fuglafirði, umframt at tað liggur ein stórur Miðnámsskúli í sama øki. Sostatt er eisini nógv tung ferðsla, sum setur eyka krøv til eitt trygt vegastrekki. Vegurin er so mikið illa farin, at bilar royna at stýra uttan um holini í vegnum, fyri at koma nøkulunda ígjøgnum hetta strekkið. Hetta er tarnandi fyri ferðsluna og ikki gott fyri ferðslutrygdina. Tað eru nógvir vegir, sum treingja til ábøtur runt um í landinum, men í hesum økinum er nógv vinnulív, tað ferðast fleiri hundrað næmingar hvønn dag, umframt øll onnur ferðsla. Hesar vánaligu koyriumstøður eru til stóran ampa fyri ferðsluna, her ímillum ferðslutrygdina. Tí verður hesum fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 14. september 2022 Edva Jacobsen -- 1 of 1 --