← Løgtingsmál

52-030/2022

Meirvirðisgjald og virðisgjald á ravmagns- og vetnisbilum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
030.22 Svar frá til U. Rasmussen til A. V. Johannesen - Meirvirðisgjald og virðisgjald á ravmagns- og vetnisbilum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 26. september 2022
J.nr.: 22/17423
Viðgjørt:
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-030/2022 frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um meirvirðisgjald og
virðisgjald á ravmagns- og vetnisbilum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leingja skipanina við frítøku av mvg og virðisgjaldi
á ravmagns- og vetnisbilum?
Landsstýrið og samgongan ætla at leingja skipanina við frítøku av mvg og virðisgjaldi á ravmagns-
og vetnisbilum í tvey ár. Lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið saman við fíggjarlógini 30.
september 2022.
Tinganes, 26. september 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
030.22 Spurningur til U. Rasmussen frá A. V. Johannesen - Meirvirðisgjald og virðisgjald á ravmagns- og vetnisbilum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Meirvirðisgjald og virðisgjald á ravmagns- og vetnisbilum
Spurningur:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leingja skipanina við frítøku av mvg
og virðisgjaldi á ravmagns- og vetnisbilum?
Viðmerkingar:
Í fleiri ár hava ymisk løgting valt, at akfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til
framdrift, skulu sleppa undan at rinda virðisgjald (skrásetingargjald) og undan øllum
ella størsta partinum av meirvirðisgjaldinum.
Endamálið við avgjaldsfrítøkunum hevur verið og er framvegis at eggja fólki til at
keypa el-bilar, so vit sum samfelag kunnu sleppa undan dálkandi og kostnaðarmiklu
oljuni.
Tað hevur leingi gingið nokk so striltið at fáa fólk at leggja um til el-bilar. Hetta er tó
broytt í seinastuni. Higartil í 2022 hava føroyingar keypt fleiri enn 300 el-bilar.
Orsakirnar eru helst fleiri. Útboðið av el-bilum er vaksið munandi. Við
avgjaldsfrítøkuni eru prísirnir nú kappingarførir. Og so spæla ógvusligu
príshækkingarnar á bensin og diesel uttan iva eisini inn, tí el-bilar eru munandi
bíligari í rakstri.
Verandi lóggáva, har el-bilar sleppa undan virðisgjaldinum, fer úr gildi 31. desember í
ár, og frá 1. januar komandi fáa el-bilar bara helvtina av meirvirðisgjaldinum
endurgoldið. Hesar broytingar hava við sær, at ein miðal el-bilur, sum kostar 300.000
kr. nú, kemur at kosta áleið 450.000 krónur í 2023.
Vaksandi eftirspurningurin eftir el-bilum hevur við sær, at latingartíðin av el-bilum er
long. Spyrjarin veit um fleiri dømi, har fólk, sum hava bílagt el-bil fyri langari tíð
síðan, ikki fáa bilin fyrr enn eftir 1. januar.
Um avgjaldsfrítøkan ikki verður longd, so verða el-bilarnir munandi dýrari, og er tað
ein ítøkiligur vandi fyri, at fólk koma at avlýsa bíleggingina av el-bilunum, og sølan
av el-bilum steðgar fullkomiliga upp.
Á Løgtingi, 13. september 2022
Aksel V. Johannesen

-- 1 of 1 --