52-029/2022
Klimaviðgerðartúrar til Kroatia fyri gikta- og psoriasissjúklingar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. sep. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
029.22 Svar frá K.L.H.Johannesen til E.Jacobsen - Klimaviðgerðartúrar til Kroatia fyri gikta- og psoriasis sjúklingar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 23. september 2022 HMR j. nr. 22/16824-4 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-029/2021 eftir §52a í tingskipanini um klimaviðgerðartúrar til Kroatia fyri gikta- og psoriasissjúklingar, frá Edvu Jacobsen, løgtingskvinnu Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Nú tá eingin sleppur klimaviðgerðartúrar til Kroatia, fáa so øll nøktandi viðgerðartilboð, bæði tey, sum ikki tola lívfrøðiligan heilivág, og tey, sum lívfrøðiligur heilivágur ikki veitir nóg góða hjálp? 2. Eru tað gikta- og psoriasissjúklingar, sum kunnu sigast at fáa verri viðgerðartilboð (detta niður ímillum), nú teir ikki sleppa til klimaviðgerðartúrar? 3. Hví er visitatiónin til hesar klimaviðgerðartúrar hjá Heilsuverki Føroya so nógv broytt, at hesir sjúklingar ikki sleppa hesar túrar, sum hava verið gjørdir í tøttum samstarvi við Et Bedre Liv í Danmark? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at eftirmeta skipanina við klimaviðgerðartúrum fyri at tryggja, at eingin dettur niður ímillum, grundað á eitt avtikið tilboð? 5. Ætlar landsstýrismaðurin at fáa formliga avtalu við klimaviðgerðardepilin í Kroatia ella við annan viðgerðarstovn uttanlands, soleiðis at viðgerð verður tryggjað fyri hesar sjúklingar? Svar: Til spurning 1 og 2 Sambært Sjúkrahúsverkinum verður nøktandi viðgerð givin til allar sjúklingar. Teir sjúklingarnir, sum ikki tola medisinska viðgerð, fáa framvegis tilboð um klimaviðgerð. Klimaviðgerðin er sostatt ikki avtikin sambært Sjúkrahúsverkinum. -- 1 of 2 -- Til spurning 3 Sambært Sjúkrahúsverkinum er mannagongdin at senda sjúklingar til klimaviðgerð broytt soleiðis, at umsóknir um viðgerð uttanlands til viðgerðarstøð, ið Sjúkrahúsverkið ikki hevur avtalu við, verða viðgjørdar í visitatiónsnevndini. Hetta merkir, at serlæknin innan økið, í hesum føri serlæknafrøði innan giktasjúkur og serlæknafrøði innan húðsjúkur, sendir umsóknir til visitatiónsnevndina. Her verður støða tikin til, um tað er grundarlag fyri, at viðgerðin verður játtað. Orsøkin til broytingina er sambært Sjúkrahúsverkinum, at allir sjúklingabólkar í Sjúkrahúsverkinum skulu fylgja somu visitasjónsmannagongd, í samsvar við galdandi lóggávu. Tað er framvegis galdandi, at í mesta lagi 20 fólk kunnu verða send avstað. Hetta er tengt at, um serlæknafrøðin innan økið, giktalækni/serlækni innan húðsjúkur, meta, at tað er heilsufakligur tørvur á tí, og um visitatiónsnevndin endaliga játtar hesum. Til spurning 4 og 5 Landsstýrismaðurin hevur í vikuni havt fund við nevndina í Giktafelag Føroya um klimaviðgerð. Tey meta ikki, at tær broyttu mannagongdirnar eru nøktandi og meta, at fleiri giktasjúklingar detta niður ímillum og fáa ikki eina nøktandi viðgerð. Landsstýrismaðurin hevur tikið málið um tær broyttu mannagongdirnar í sambandi við klimaviðgerð upp við sjúkrahúsleiðsluna. Landsstýrismaðurin er kunnaður av sjúkrahúsleiðsluni um, at klimaviðgerðin ikki er avtikin, og at tað framhaldandi kunnu í mesta lagi 20 fólk sendast avstað um árið til klimaviðgerð, um tað er heilsufakligt grundarlag fyri tí. Landsstýrismaðurin roknar tí við, at viðgerðin framhaldandi verður nøktandi, og at tað verður tryggjað, at tey, sum til dømis ikki tola medisinska viðgerð, framhaldandi fáa bjóðað eitt nøktandi tilboð, sum til dømis klimaviðgerð. Heilsumálaráðið, 23. september 2022 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
029.22 Spurningur til K.L.H.Johannesen frá E.Jacobsen - Klimaviðgerðartúrar til Kroatia fyri gikta- og psoriasis sjúklingar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Edva Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Klimaviðgerðartúrar til Kroatia fyri gikta- og psoriasissjúklingar Spurningar: 1. Nú tá eingin sleppur klimaviðgerðartúrar til Kroatia, fáa so øll nøktandi viðgerðartilboð, bæði tey, sum ikki tola lívfrøðiligan heilivág, og tey, sum lívfrøðiligur heilivágur ikki veitir nóg góða hjálp? 2. Eru tað gikta- og psoriasissjúklingar, sum kunnu sigast at fáa verri viðgerðartilboð (detta niður ímillum), nú teir ikki sleppa til klimaviðgerðartúrar? 3. Hví er visitatiónin til hesar klimaviðgerðartúrar hjá Heilsuverki Føroya so nógv broytt, at hesir sjúklingar ikki sleppa hesar túrar, sum hava verið gjørdir í tøttum samstarvi við Et Bedre Liv í Danmark? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at eftirmeta skipanina við klimaviðgerðartúrum fyri at tryggja, at eingin dettur niður ímillum, grundað á eitt avtikið tilboð? 5. Ætlar landsstýrismaðurin at fáa formliga avtalu við klimaviðgerðardepilin í Kroatia ella við annan viðgerðarstovn uttanlands, soleiðis at viðgerð verður tryggjað fyri hesar sjúklingar? Viðmerkingar: Heilsuverk Føroya hevur í umleið 20 ár bjóðað fólki við gikt og psoriasis ein klimaviðgerðartúr, fyrstu árini til Íslands fyri sjúklingar við psoriasis, og seinnu mongu árini til Kroatia fyri bæði psoriasis- og giktasjúklingar. Tað eru fleiri, sum ikki tola lívfrøðiligan heilivág ella sum ikki fáa nokk av hjálp við hesum heilivági. Fyri tey hevur klimaviðgerðartúrurin verið alt avgerandi sum viðgerðartilboð. Tó skal sigast, at fyri nógv er lívfrøðiligur heilivágur góður, og hesin heilivágur er við til at geva nógvum fólkum eina góða lívsgóðsku, og tað er at fegnast um. Tað virkar bara ikki sum viðgerð hjá øllum. Tá sjúka rakar er sera týdningarmikið, at tryggleiki viðvíkjandi viðgerð er til staðar. Tað er krevjandi alla tíðina at skula brúka orku uppá at søkja og kanna uttan at vita, um møguleikin fyri viðgerðartilboðum er til staðar longur. Tí verður hesin spurningur settur. Á Løgtingi, 13. september 2022 Edva Jacobsen -- 1 of 1 --