← Løgtingsmál

52-028/2022

Príshækkingar hjá Bygdaleiðum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
028.22 Svar frá U. Rasmussen til Ey. Samuelsen - Príshækkingar á Bygdaleiðum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 29. septembur 2022
J. nr.: 22/16783
Viðgjørt: AE/BAB
Svar til fyrispurning nr. 52-028/2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um príshækkingar hjá Bygdaleiðum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógv fara prísirnir hjá Bygdaleiðum at hækka fyri mánaðarkort og vanligan
ferðaseðil?
2. Nær fara prísirnir at hækka?
3. Metir landsstýrismaðurin, at hetta er rætta løtan at hækka prísirnar, samstundis sum vit
síggja ógvusligar príshækkingar á øðrum økjum?
4. Kunnu viðskiftafólkini vænta, at tænastan verður betri við hægri prísum, t.d. at fleiri túrar
verða úr Klaksvík og gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar?
Svar til 1, 2 og 3
Tænastustøðið hjá Bygdaleiðum má metast at verða gott, og er bíligt at ferðast. Meginparturin av
beinleiðis rakstrinum av Bygdaleiðum, umleið 75%, verður fíggjaður av landskassanum.
Í sambandi við eina dagføring av KT skipanini hækkaðu einstakir prísir av misgáum á einstøkum
leiðum. Mistakið varð rættað eftir 36 tímar.
Svar til 3
Sæð í mun til, at prísir á olju og øðrum vørum eru hækkaðir, er skilagott at dagføra
prísirnar. Landsstýrismaðurin fer saman við Strandferðsluni, at viðgera hetta komandi tíðina.
Svar til 4
Tað mugu roknast við broytingum á leiðunum millum norðurøkið og Suðurstreymoy, umvegis
Eysturoyartunnilin. Ein partur av hesum broytingum verður, at fáa fleiri snartúrar millum nevndu
økir, samstundis sum tillagingar verða gjørdar á øðrum leiðum innanfyri galdandi sáttmálar.
Eisini verður arbeitt við, at fáa betra sambandið millum norð-, suður-, og vesturøkið, umvegis
Eysturoyartunnilin, í sambandi við, at Sandoyartunnilin letur upp í 2023.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Nýtsla av Eysturoyartunnilinum er ein eyka útreiðsla fyri Strandferðsluna. Møguliga verður
neyðugt at tillaga prísirnar, fyri at fáa fíggjarætlanina fyri Bygdaleiðir at hanga saman við øktu
útreiðslunum.
Tinganes, 29. septembur 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
028.22 Spurningur til U. Rasmussen frá Ey. Samuelsen - Príshækkingar á Bygdaleiðum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Príshækkingar hjá Bygdaleiðum
Spurningar:
1. Hvussu nógv fara prísirnir hjá Bygdaleiðum at hækka fyri mánaðarkort og vanligan
ferðaseðil?
2. Nær fara prísirnir at hækka?
3. Metir landsstýrismaðurin, at hetta er rætta løtan at hækka prísirnar, samstundis sum vit
síggja ógvusligar príshækkingar á øðrum økjum?
4. Kunnu viðskiftafólkini vænta, at tænastan verður betri við hægri prísum, t.d. at fleiri
túrar verða úr Klaksvík og gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar?
Viðmerkingar :
Norðlýsið visti herfyri at siga, at viðskiftafólkini nú ein dagin skuldu gjalda 100 krónur meir enn
higartil fyri eitt mánaðarkort. Ein hækking á heili 10% í einum, sum Strandferðslan tó segði var ein
feilur í sambandi við dagføringar av KT-skipanini. Samstundis varð sagt frá SSL, at prísirnir fara at
hækka í næstum.
At hækka prísirnar fyri at brúka almennu flutningstólini, samstundis sum vit hava sæð ógvusliga
príshækking á býli, olju og matvørum, kann vera steinur oman á byrðu hjá borgaranum. Tí er
áhugavert at hoyra, hvat grundgevingin er fyri at hækka prísirnar nú.
Síðan Eysturoyartunnilin kom hava norðoyingar og eysturoyingar ynskt fleiri túrar til Havnar
gjøgnum tunnilin. Hetta fyri at fólk, ið ynskja at brúka Bygdaleiðir í hesum økjum, fáa størri gleði
av nýggja tunlinum.
Fyri at fáa greiðu á, um hetta er nakað, ið landsstýrismaðurin ætlar sær at gera nakað við, verða
hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 12. september 2022
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --