← Løgtingsmál

52-027/2022

Biofiltur í havumhvørvinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
027.22 Svar frá M. Rasmussen til I D. Strøm - Biofiltur í havumhvørvinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 23. september 2022
J.nr.: 22/16760
At tilskila í svari
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-027/2021 frá Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu, um
biofiltur í havumhvørvinum
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera, so forðað verður fyri, at biofiltur dálka
havumhvørvið og verða funnin í havhesti?
2. Er talan um brot á løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd í
ítøkiliga førinum, har biofiltur eru funnin í havumhvørvinum og í havhesti?
3. Í hvørjum økjum í Føroyum eru biofiltrini funnin?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at brúka heimildina í lógini at seta forboð fyri dálkandi
virkseminum í økjunum?
Til nr. 1
Plastlikamini, sum eru funnin í havhestaungum norðanfyri, tykjast vera av sama slag, sum tey,
ið verða brúkt í biofiltrum á fleiri smoltstøðum.
Í nýggjastu umhvørvisgóðkenningunum til smoltstøðir eru serligar treytir settar fyri at
fyribyrgja, at hesi plastlikam fara á sjógv.
Síðani fráboðanirnar um biolikam í havhestaungum komu fram, hevur Umhvørvisstovan verið
á eftirliti á fleiri smoltstøðum. Serligur dentur varð lagdur á at kanna, hvussu forðað verður
fyri, at biolikam fara á sjógv.
Niðurstøðan er, at allar vitjaðu smoltstøðirnar hava innbygdar skipanir at forða fyri, at biolikam
fara á sjógv. Umhvørvisstovan roknar tí við, at tað ikki er stórvegis av biolikamum, sum sleppa
út frá smoltstøðum undir vanligum rakstri.
Umhvørvisstovan hevur ikki kunnleika um óhapp ella aðrar umstøður, har biolikam eru sloppin
út í umhvørvið seinastu tíðina.
Øll alifeløgini raðfesta at fyribyrgja dálking við plasti. Fleiri smoltstøðir hava longu sett inn
eyka forðingar, so at biolikam og annað plast ikki skal sleppa út úr skipanunum, á øðrum eru
slíkar eyka forðingar ávegis.
Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum umsitur alilógina, hevur upplýst, at seinnu árini hava
alifyritøkur hildið sína ruddingarskyldu, tá ið alivirksemið heldur uppat. Samstundis hevur

-- 1 of 2 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørt vart við, at fyri 2010 varð ruddingarskyldan ikki altíð
yvirhildin. Orsøkin kann hugsast at vera, at viðkomandi loyvishavarar ikki hava havt
fíggjarliga orku til at rudda.
Til nr. 2
Um biolikam verða leidd á sjógv, er tað brot á løgtingslóg um umhvørvisvernd. Fyri virkir,
sum hava serlig krøv um biofiltur í umhvørvisgóðkenningini, er tað eisini brot á treytirnar í
umhvørvisgóðkenningini, um biolikam fara á sjógv. Men tað kann vera torført ella ógjørligt at
staðfesta, hvaðani plastlikam í havhesti ella á sjónum stava.
Til nr. 3
Fráboðanir um plastlikam í havhestaungum eru komnar úr Norðoyggjum.
Til nr. 4
Landsstýrið hevur fyri stóran part lagt heimildirnar sambært umhvørvisverndarlógini til
Umhvørvisstovuna at fyrisita, eitt nú heimildina til at seta forboð fyri ávísum virksemi, sum
hevur álvarsliga dálking við sær, og har tað ikki ber til at tálma dálkingini. Umhvørvisstovan
hevur í løtuni ongar ætlanir um at seta forboð fyri ávísum virksemi.
Landssstýrismaðurin hevur heitt á Umhvørvisstovuna um at fylgja væl við, um nýggju átøkini
hjá smoltstøðunum eru nøktandi til at fyribyrgja, at plastlikam verða latin út í náttúruna.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 23. september 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrsmaður

-- 2 of 2 --
027.22 Spurningur til M. Rasmussen frá I D. Strøm - Biofiltur í havumhvørvinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Biofiltur í havumhvørvinum
Spurningar:
1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera, so forðað verður fyri, at biofiltur dálka
havumhvørvið og verða funnin í havhesti?
2. Er talan um brot á løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um
umhvørvisvernd í ítøkiliga førinum, har biofiltur eru funnin í
havumhvørvinum og í havhesti?
3. Í hvørjum økjum í Føroyum eru biofiltrini funnin?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at brúka heimildina í lógini at seta forboð fyri
dálkandi virkseminum í økjunum?
Viðmerkingar:
Ógvusliga myndin av havhestinum við 27 biofiltrum í maganum gevur greitt prógv
um, at havumhvørvið er dálkað við biofiltrum. Myndin ferðast víða á sosialu
miðlunum og hevur verið frammi í fjølmiðlunum eisini. Ongar av fyritøkunum, sum
hava virksemi í økjunum, hava givið til kennar, at tær eru atvoldin til dálkingina.
Løgtingið hevur samtykt eina umhvørvisverndarlóg, ið ásetur, hvat gerast skal í
slíkum førum.
Landsstýrismaðurin hevur heimild at seta ymiskt í verk, alt eftir brotinum. Tí verður
spurningurin settur.
Á Løgtingi, 9. september 2022
Ingilín D. Strøm

-- 1 of 1 --