← Løgtingsmál

52-026/2022

Í hvørjum kommunukassa endar húsaleiguskattur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
026.22 Svar frá U.Rasmussen til R.Vang - Skattainntøkur frá húsaleigu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 20. september 2022
J.nr.: 22/16670
Viðgjørt:
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-026/2022 frá Ruth Vang, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um í hvørjum kassa
húsaleiguskattur endar.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør kommuna fær kommunuskattainntøkuna av langtíðarleigu sambært §8a í
ásetingarlógini, tá eigarin av leigubústaðnum er búsitandi/skattskyldugur í aðrari
kommunu, enn har leigubústaðurin er?
2. Hvør kommuna fær skattainntøkuna av leiguinntøku, sum ikki kemur undir langtíðarleigu,
men sum stavar frá eitt nú stutttíðarleigu til ferðafólk, Airbnb o.l., tá eigarin av
leigubústaðnum er búsitandi/skattskyldugur í aðrari kommunu, enn har leigubústaðurin er?
3. Hvussu stórar eru skattainntøkurnar hjá ávikavist landi og kommunum av langtíðarleigu?
4. Hvussu stórar eru skattainntøkurnar hjá ávikavist landi og kommunum av leigu, sum ikki er
langtíðarleiga?
Til nr. 1 og nr. 2
Viðvíkjandi langtíðarleigu sambært § 8 a í ásetingarlógini, verður skatturin býttur til ta kommununa
har ognin er staðsett.
Viðvíkjandi stutttíðarleigu, má TAKS fáa upplýsingar frá borgara um eitt møguligt býti til aðra
kommunu enn tilhalds- ella heimakommununa.
Reglurnar í §§ 48 til 53 í skattalógini kunnu skiljast soleiðis, at skattaborgarar eiga at gjalda skatt av
húsaleigu til ta kommununa, har ið leigumálið er, tá ið talan er um aðra kommunu enn
tilhaldskommununa. Reglurnar í §§ 48 til 53 í skattalógini eru tó sera tungar at umsita neyvt fyri
persónar, og tær verða tí ikki altíð brúktar. Harafturat er í allar flestu førum talan um sera smáar
upphæddir, sum eru skattskyldugar. Botnfrádrátturin í bruttoskattaskipanini ger, at í flestu førum
skal talan vera um tvey ella fleiri leigumál, áðrenn inntøkan er skattskyldug.
Viðvíkjandi vinnuligari útleigan, tá ið feløg rinda partafelagsskatt av vinningi av at leiga út ognir
ymsastaðni í landinum, eru óivað nøkur dømi um, at reglurnar um skatt til atvinnukommununa í §§
48 til 53 skattalógini verða brúktar. Í teimum førum er eisini neyðugt, at TAKS fær upplýsingar frá
feløgum um eitt møguligt býti til aðra kommunu enn tilhalds- ella heimakommununa.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Til nr. 3 og nr. 4
Skatturin av húsaleigu verður býttur við 45% til avvarðandi kommunu og 55% til landskassan.
Inntøkurnar hjá landi og kommunum tilsamans av skattinum á húsaleigu vóru um 1,5 mió. kr. í
2021. Hendan upphæddin stavar øll frá bruttoskattaskipanini.
Viðvíkjandi húsaleiguskatti, sum ikki er langtíðarleiga, er at nevna, at inntøka av stutttíðarhúsaleigu
verður uppgivin sum B-inntøka (húsaleiga við roknskapi) og verður skattað saman við aðrari
inntøku og tí ber ikki neyvt til at siga, hvussu stór skattainntøkan av hesum er til land ella til
kommunur.
Tinganes, 20. september 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
026.22 Spurningur til U.Rasmussen frá R.Vang - skattainntøkur frá húsaleigu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ruth Vang, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Í hvørjum kommunukassa endar húsaleiguskattur
Spurningar:
1. Hvør kommuna fær kommunuskattainntøkuna av langtíðarleigu sambært § 8 a
í ásetingarlógini, tá eigarin av leigubústaðnum er búsitandi/skattskyldugur í
aðrari kommunu, enn har leigubústaðurin er?
2. Hvør kommuna fær skattainntøkuna av leiguinntøku, sum ikki kemur undir
langtíðarleigu, men sum stavar frá eitt nú stutttíðarleigu til ferðafólk, Airbnb
o.l., tá eigarin av leigubústaðnum er búsitandi/skattskyldugur í aðrari
kommunu, enn har leigubústaðurin er?
3. Hvussu stórar eru skattainntøkurnar hjá ávikavist landi og kommunum av
langtíðarleigu?
4. Hvussu stórar eru skattainntøkurnar hjá ávikavist landi og kommunum av
leigu, sum ikki er langtíðarleiga?
Viðmerkingar:
Undirritaða hevur forhoyrt seg ymsastaðni í skipanini og semja sýnist ikki at vera um,
hvør kommuna fær skattainntøkuna frá húsaleigu, sum ikki er langtíðarleiga, tá hús og
húsaeigari eru í hvør sínari kommunu. Tí verður hesin spurningur settur.
Sum skilst verða vanlig langtíðarleigumál skattað sambært § 8 a í ásetingarlógini, tvs.
leiguinntøka sum er hægri enn kr. 100.000 árliga. Inntøkan verður býtt ímillum
kommununa, har leigubústaðurin er, og landið við ávikavist 45% og 55%.
Hinvegin verður eitt nú inntøka frá Airbnb løgd aftrat persónligu inntøkuni og býtt
sum vanligur inntøkuskattur ímillum land og kommunu. Spurningurin er so, hvør
kommuna fær skattainntøkuna frá hesari leiguinntøkuni, tá skattgjaldarin hevur bústað
og skattskyldu í aðrari kommunu, enn har leigumálið er.
Nú ferðavinnan er vaksandi og frádrátturin fyri inntøku av langtíðarleigu er høgur, er
hugsandi, at skattainntøkurnar frá leigu til ferðafólk eru lutfalsliga stórar sammett við
langtíðarleigu. Tað er kommunan, har leigumálið er, sum hevur útreiðslurnar av
tilbúgving, vatnveiting, kloakk og øðrum. Tí er hesin spurningur viðkomandi.
Viðvíkjandi vinnuligari útleigan, so sýnist vera greitt, at skattainntøkan fellur til
kommununa, har leigubústaðurin er.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 9. september 2022
Ruth Vang

-- 2 of 2 --