52-025/2022
Gjaldið frá Strandferðsluni til Tórshavnar havn
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. sep. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
025.22 Svar til fyrispurning frá U. Rasmussen til H. Old - Gjaldið frá Strandferðsluni til Tórshavnar havn.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 23. septembur 2022 J. nr.: 22/15769 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-025/2022 frá Henrik Old, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um gjaldið frá Strandferðsluni til Tórshavnar havn Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvat Strandferðslan rindar í leigu fyri parkeringsøkið á Bursatanga? 2. Hvat kostar tað hjá Strandferðsluni at leiga tornið til at ganga umborð á Smyril? 3. Hvat kostar tað hjá Strandferðsluni at leiga pakkhús og skrivstovu á kaiini? 4. Hvussu nógv rindar Strandferðslan í havnargjaldi fyri Smyril til Tórshavnar havn? 5. Hvat er gjaldið hjá Strandferðsluni fyri ferðafólk og bilar, sum fara umborð á Smyril umframt samlaða gjaldið fyri 2021? 6. Hvussu nógv rindar Strandferðslan fyri bingjur og last fyri virksemið á Bursatanga? 7. Hvat er sostatt samlaða gjaldið hjá Strandferðsluni til Tórshavnar havn? Svar til spurning 1, 2, 3 og 6 Strandferðslan rindaði 1,0 mió. kr. í leigu til Tórshavnar Havn í 2021. Leigan av farstøðini, økinum til bilar, bussar, bingjur og sleip kostaði 754 tús. kr. Trapputornið kostaði 237 tús. kr., og at leiga skrivstovu í farstøðini kostaði 35 tús. kr. Svar til spurning 4 og 5 Strandferðslan rindaði 3,62 mió. kr. í havna- og brúgvagjaldi til Tórshavnar havn. Av hesum 3,0 mió. kr. fyri Smyril (Suðuroyarleiðina), og 622 tús. kr. fyri Ternuna (Nólsoyarleiðina). Harumframt rindaði Strandferðslan 2,1 mió. kr. í vørugjaldi. Av hesum 1,8 mió. kr. fyri Smyril og 271 tús. kr. fyri Ternuna. “Vørugjaldið” er fyri ferðafólk, bilar, bingjur, lastir og tílíkt. Strandferðslan rindar 4 kr. fyri hvørt ferðafólk (undantikið skúlabørn, barnagarðar o.a.), 8 kr. fyri hvønn persónbil og 16 kr. fyri størri akfør og sleip, sum koma í havn ella bryggju hjá kommununi. Tað merkir, at Strandferðslan rindar bæði, tá ið komið verður til Nólsoyar og til Havnar. Landið eigur hinvegin havnina á Krambatanga. Svar til spurning 7 Samanumtikið var leigukostnaðurin hjá Strandferðsluni 1,0 mió. kr., havna – og brúgvagjaldið var 3,62 mió. kr., og vørugjaldið 2,1 mió. kr. Samlaðu útreiðslurnar hjá Strandferðsluni til Tórshavnar havn vóru sostatt 6,73 mió. kr. í 2021. Sí eisini talvuna niðanfyri. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Gjøld til Tórshavnar Havn í 2021 tús. kr. Leiga av farstøð, øki til bilar og bussar 754 Leiga av trapputorni 237 Leiga av skrivstovu á farstøðini 35 Havna- og brúgvagjald, Smyril 2.995 Havna- og brúgvagjald, Ternan 622 Vørugjald: ferðafólk, bilar, bingjur og lastir, Smyril 1.814 Vørugjald: ferðafólk, bilar, bingjur og lastir, Ternan 271 Gjøld tilsamans, útreiðslur 6.728 Tinganes, 23. septembur 2022 Uni Rasmussen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
025.22 Spurningur til U. Rasmussen frá H. Old - Gjaldið frá Strandferðsluni til Tórshavnar Havn.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Henrik Old, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Gjaldið frá Strandferðsluni til Tórshavnar havn Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvat Strandferðslan rindar í leigu fyri parkeringsøkið á Bursatanga? 2. Hvat kostar tað hjá Strandferðsluni at leiga tornið til at ganga umborð á Smyril? 3. Hvat kostar tað hjá Strandferðsluni at leiga pakkhús og skrivstovu á kaiini? 4. Hvussu nógv rindar Strandferðslan í havnargjaldi fyri Smyril til Tórshavnar havn? 5. Hvat er gjaldið hjá Strandferðsluni fyri ferðafólk og bilar, sum fara umborð á Smyril umframt samlaða gjaldið fyri 2021? 6. Hvussu nógv rindar Strandferðslan fyri bingjur og last fyri virksemið á Bursatanga? 7. Hvat er sostatt samlaða gjaldið hjá Strandferðsluni til Tórshavnar havn? Viðmerkingar: Tjóðleikhúsið skal eftir ætlan byggjast á Bursatanga. Men á leið 265.000 ferðafólk og 111.000 bilar eru farnir við Smyrli um kaikantin á Bursatanga í 2021. Hetta merkir, at stórir kostnaðir hjá Strandferðsluni eru knýttir aftrat virkseminum hjá Smyrli. Haraftrat kann nevnast, at í Nólsoy eru 87.000 ferðafólk og 5.500 bilar farin um kaikantin, og eisini her eru stórir kostnaðir knýttir aftrat. Eisini byrjar farleiðin til flogvøllin og til Klaksvíkar á Bursatanga. Tað vóru 55.000 ferðafólk frá Bursatanga til flogvøllin í 2021. Sama ár vóru 75.000 ferðafólk úr Tórshavn til Klaksvíkar; so sigast má, at hetta má vera eitt tað mest ferðslutunga økið, sum er í landinum. Tað er umráðandi, at kostnaðurin fyri nýtsluna á Bursatanga verður upplýstur, nú eitt tjóðleikhús eftir ætlan skal staðsetast sama stað. Á Løgtingi, 9. september 2022 Henrik Old -- 1 of 1 --