← Løgtingsmál

52-024/2022

Skeivar upplýsingar um Herjólf III

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
024.22 Svar frá U.Rasmussen til B.Hammer - Skeivar Upplýsingar um Herjólf III.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 16. septembur 2022
J. nr.: 22/15769
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-024/2021 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um Herjólf sum avloysaraskip hjá
Smyrli
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Gav landsstýrismaðurin skeivar upplýsingar um, hvussu nógvan farm, bingjur og trailarar
Herjólfur III hevur pláss fyri?
2. Gav landsstýrismaðurin skeivar upplýsingar um, hvussu nógvar persónbilar og ferðafólk
Herjólfur III hevur pláss fyri?
3. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at bøta um støðuna, soleiðis at tørvurin á
suðuroyarleiðini verður nøktaður, sum landsstýrismaðurin hevur givið lyfti um?
Svar til spurning 1
Strandferðslan hevur áður upplýst, at Herjólfur III væntandi fór at taka upp til 67 bilar ella 16-18
trailarar/sleip í ymiskum støddum og longdum. Útrokningarnar bygdu á upplýsingar og tekningar
frá Vegagerðini í Íslandi, ið var samanborið við lutfallið av ymiskum sløgum og stødd av farmi,
ið vanliga fer um Suðuroyarfjørð.
Eitt sleip kann lýsast sum einhvør størri last, ið verður sleipað umborð og í land við sleiparum
(forvognur við bilførara hjá Strandferðsluni). Ein last kann vera alt frá einari 20 ella 40 fóts
bingju, opnari last, last við tanga ella bingju við burturkasti ella øðrum. Ein trailari er stutt sagt
eitt sleip við tilhoyrandi forvogni við bilførara, sum kann koyra umborð og í land uttan at verða
sundurskildur.
Stórsleip, ið eru 40 fóts lastir ella 40 fóts bingjur á Mafivognum, eru størsta slagið av sleipum.
Fyribils útrokningar vístu, at tað bar til at hava upp til 9 eindir av stórsleipum við á hvørjum túri.
Aftaná royndarsiglingina í august varð tað av praktiskum ávum broytt til 6 eindir. Tað ber tó til
at hava 8-9 stórsleip, um 3 av teimum verða flutt yvir á Mafivognar, umframt at hava 2-4 smærri
sleip/lastbilar á sama túri.
Síðani Herjólfur fór undir sigling 20. august hevur stórfarmur fylt alt dekkið, tað vil siga 5-7
stórsleip, umleið triðja til fjórða hvønn túr. Hinar túrarnar hava tað verið upp til 6-8 sleip, 2-4
lastbilar/ ruskbingjur, umframt ein røð av persónbilum. Tað er fyri at betra tænastuna til
persónbilar, ið annars ikki høvdu sloppið við á farmatúrinum kl. 22:00/02:00.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til spurning 2
Bildekkið á Herjólfi er upprunaliga bygt til 67 persónbilar á umleið 4,5 metrar. Tá ið skipið kom
til Føroyar, gjørdi Strandferðslan nýggjar útrokningar og uppmátingar á dekkinum við støði í
miðalstøddini á persónsakførum, ið eru 5-5,1 metrar.
Um tað einans eru persónsbilar, so sleppa 56-60 akfør við. Strandferðslan gjørdi av at seta eitt
bilrað av í stýriborði til átrokandi farm og lastbilaflutning, umframt fast pláss til sjúkraflutning,
og eru tí 42-45 føst pláss til persónbilar á hvørjum túri, undantikið á farmatúrum.
Strandferðslan fekk 11. juli 2022 undangóðkenning av millumlanda málibrævi (International
Tonnage Cetrificate) uppá 481 ferðafólk. Tá ið endaliga ferðafólkaloyvið kom frá
Sjóvinnustýrinum, var ferðafólkatalið avmarkað til 391.
Svar til spurning 3
Strandferðslan hevur havt fleiri fundir við vinnuna og flutningsfeløgini um, hvussu
farmaflutningurin skal skipast á Suðuroyarleiðini, meðan Smyril er í dokk.
Higartil hevur tað sambært Strandferðsluni eydnast at fáa allan farm fram til tíðina, tí
Strandferðslan, privat flutningsfeløg og vinnan hava samstarvað og samskipað farmaflutningin.
Tinganes, 16. septembur 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
024.22 Spurningur til U.Rasmussen frá B.Hammer - Skeivar Upplýsingar um Herjólf III.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Skeivar upplýsingar um Herjólf III
Spurningar:
1. Gav landsstýrismaðurin skeivar upplýsingar um, hvussu nógvan farm, bingjur og
trailarar Herjólfur III hevur pláss fyri?
2. Gav landsstýrismaðurin skeivar upplýsingar um, hvussu nógvar persónbilar og
ferðafólk Herjólfur III hevur pláss fyri?
3. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at bøta um støðuna, soleiðis at tørvurin á
suðuroyarleiðini verður nøktaður, sum landsstýrismaðurin hevur givið lyfti um?
Viðmerkingar:
Ósamsvar er í fleiri førum millum tað, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sagt um
avloysaraskipið hjá Smyrli, Herjólf III, tá tað er kunnað um kapasitetin hjá
avloysaraskipinum, og tað sum vísir seg at vera støðan.
Eitt dømi er í svari til § 52a fyrispurning frá undirritaða, har landsstýrismaðurin tann 30. juni
2022 skrivaði, at Herjólfur III tekur 67 bilar. Nú er komið fram í miðlunum, at Herjólfur III
tekur 35-36 bilar.
Upprunaliga var upplýst, at Herjólfur III tekur 481 ferðafólk. Men sambært
siglingarloyvinum hjá Skipaeftirlitinum hevur hann bara fingið loyvi til at føra 385 ferðafólk.
Harumframt er nú eisini komið fram, at minni pláss verður til farm við Herjólfi III enn
upprunaliga ætlað.
Landsstýrismaðurin tók endaligu avgerðina um, at lítla ferjan einsamøll skuldi røkja bæði
ferðafólka- og farmaflutningin um Suðuroyarfjørð við høvuðsgrundgevingini, at tað var tann
bíligasta loysnin.
Landsstýrismaðurin legði eisini ábyrgdina frá sær og bað suðuroyingar sjálvar finna sær
okkurt skip, sum kundi nøkta tørvin, meðan Smyril var í dokk.
Sum nevnt omanfyri hevur landsstýrismaðurin havt ymiskar útsagnir, m.a. til tey, sum virka í
framleiðsluvinnuni. Skiftandi fráboðanir kunnu gera tað trupult hjá framleiðsluvinnuni at
leggja virksemið til rættis og kunnu harvið eisini skaða fiskaframleiðsluna í Suðuroynni.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á løgtingi, 24. august 2022
Bjarni Hammer

-- 1 of 1 --