← Løgtingsmál

52-023/2022

Framleiðsla av svartkjafti til matna

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
_ 22_15622-2 Svar til fyrispurning 52-023_2022 um framleiðslu av svartkjafti til matna 908838_6_0.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
9. september 2022
Mál: 22/15622-2
(at tilskila í svari)
Svar til fyrispurning 52-023/2022 frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, um
framleiðslu av svartkjafti til matna
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at størri partur av svartkjaftinum verður
landaður til matna í framtíðini?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta krøv til vinnuna um, at ein partur av
svartkjaftinum skal landast til matna?
3. Um so er, at landsstýrismaðurin ikki hevur neyðugu lógarheimildina til at krevja,
at ein partur skal landast til matna, hevur landsstýrismaðurin so ætlanir um fáa
heimildina til vega?
Svar:
Landsstýrismaðurin hevur valt at svara øllum trimum spurningunum undir einum.
Landsstýrismaðurin tekur av fullum huga undir við ynskinum um, at mest møguligt av
svartkjaftinum verður virkaður til matna – antin umborð á skipi ella á virki á landi.
Í samgonguskjalinum eru flokkarnir samdir um, at vinnan skal hava góðar karmar,
soleiðis at hon sleppur at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum, og at vit skulu
hava eina fiskivinnuskipan, ið elvir til m.a. búskaparliga og vinnuliga burðardygd, sum
hevur við sær mest møguliga virðisøking og menning í Føroyum.
Tað er landsstýrisins fatan, at heldur enn at hava ásetingar um, at ein ávísur partur av
fiskinum – í hesum føri svartkjaftur – skal landast til matna, kann vinnan undir
marknaðarbúskaparligum treytum tillaga seg soleiðis, at fiskurin verður avreiddur til ta
framleiðslu, sum kastar mest av sær og á tann hátt stuðlar undir búskaparliga og
vinnuliga burðardygga gagnnýtslu av fiskatilfeinginum.

-- 1 of 2 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/2
Tí er ikki hóskandi við ásetingum um, at fiskurin skal landast til ávísa framleiðslu/virking,
og hevur landsstýrismaðurin tí ikki ætlanir um at tillaga lógarverkið soleiðis, at beinleiðis
heimild er í sjófeingislógini fyri at seta slíkt krav.
Viðvíkjandi svartkjaftinum kann annars verða víst á, at tað eru skip og virki, sum virka
svartkjaft til matna/frystingar. Gongdin seinastu árini hevur tó verið, at tað ikki hevur
verið góður marknaður fyri hesi vøru. Tí er okkurt skip, sum var í hesi vinnu, selt, og
virkini á landi hava í avmarkaðan mun tikið ímóti svartkjafti til virkingar/frysting.
Niðan fyri eru upplýsingar frá Vørn um, hvussu mikið av svartkjafti seinastu árini er
landað til matna og fryst umborð.
Ár Landað til matna Fryst umborð
2019 24.405 42.509
2020 18.075 34.435
2021 26.725 26.579
2022 26.346 1.246 Til 1. september
Landsstýrismaðurin er vitandi um, at okkurt virki hevur ætlanir um at virka svartkjaft til
surimi. Tað er tekin um, at tað á marknaðarbúskaparligum grundarlagi ber til at menna
gagnnýtsluna av svartkjafti frá ídnað til matna.
Árni Skaale
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
023.22 Spurningur til Á.Skaale frá A.V.Johannesen - framleiðsla av svartkjafti til matna.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Framleiðsla av svartkjafti til matna
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at størri partur av svartkjaftinum verður
landaður til matna í framtíðini?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta krøv til vinnuna um, at ein partur
av svartkjaftinum skal landast til matna?
3. Um so er, at landsstýrismaðurin ikki hevur neyðugu lógarheimildina til at
krevja, at ein partur skal landast til matna, hevur landsstýrismaðurin so ætlanir
um fáa heimildina til vega?
Viðmerkingar:
Vakstrarforum legði síni tilmæli fram fyrr í summar. Eitt av tilmælunum hjá
Vakstrarforum er, at útflutningsvirðið á okkara sjófeingi skal vaksa í minsta lagi við
eini helvt fram til 2030.
Sambært Vakstrarforum skal hetta millum annað gerast við munandi meira
virðisøking av tilfeinginum enn í dag. Tað vil siga, at nógv meira skal fáast burtur úr
hvørjum kilo av rávøru.
Eitt av tilmælunum er, at politiska skipanin skipar karmar fyri javna rávørutilgongd
hjá nýggjum hugskotum og virkjum á landi.
Í dag verður partur av okkara uppisjóvarfiski landaður til ídnað. Hetta ger seg ikki
minst galdandi fyri svartkjaftin, har nærum øll veiðan verður landað til Havsbrún og
brúkt til laksafóður.
Alt gott um tað, men tað eru virkir á landi, sum vilja framleiða svartkjaftin til matna.
Proteinini í svartkjafti kunnu eisini brúkast til m.a. kostískoyti. Virkini, sum ynskja at
virðisøkja svartkjaftin, hava tó trupult við at sleppa fram at tilfeinginum. Hví so er,
eru ymsar meiningar um, men ofta verður ført fram, at vit hugsa ov nógv í tonsum og
ov lítið í krónum.
Tað er ikki tonsum, vit liva av, men krónum. Fer tað at eydnast okkum at gagnnýta
svartkjaftin til matna og hágóðskuvørur, so kunnu vit fleirfalda avreiðingarvirðið til
gagns fyri fiskimannin, vinnuna og samfelagið í sínari heild. Tað eru uttan iva fleiri
møguleikar at skunda undir hesa mannagongdina. Ein av møguleikunum kundi verið
at álagt skipunum, at ein partur av svartkjaftinum skal landast til matna.

-- 1 of 2 --

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 26. august 2022
Aksel V. Johannesen

-- 2 of 2 --