← Løgtingsmál

52-022/2022

Navnalógin og tulkingarrættur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
022.22 Svar frá B.Nielsen til H.Pálsdóttir - navnalógin og tulkingarrættur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 22/2022 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann,
frá Hervør Pálsdóttir, løgtingsmanni, um navnalógina og tulkingarrætt
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvør landsstýrismaður hevur rætt at tulka navnalógina?
2. Heldur løgmaður, at tað gongur ímóti vilja Løgtingsins, um landsstýrismaðurin í mentamálum
ikki gevur fólkakirkjuni boð um at skráseta børn saman við sammøðrum í kirkjubókina?
3. Ætlar løgmaður at bera so í bandi, at hesin trupulleikin verður loystur?
Svar:
Til spurning 1
Tað er landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, ið “eigur” navnalógina, og harvið eisini
tulkingarrættin.
Til spurning 2 og 3
Tað er ikki greitt, hvat ið meinast við “vilja Løgtingsins”. Um við “vilja Løgtingsins” meinast við
navnalógina, so er tað so, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur tulkað navnalógina og grundgivið fyri
síni tulking yvirfyri Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Eg taki sum givið, at Uttanríkis- og mentamálaráðið
fylgir tulkingini hjá tí, ið eigur tulkingarrættin.
Í Tinganesi, 7. september 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

-- 1 of 1 --
022.22 Spurningur til B.Nielsen frá H.Pálsdóttir - navnalógin og tulkingarrættur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Navnalógin og tulkingarrættur
Spurningar:
1. Hvør landsstýrismaður hevur rætt at tulka navnalógina?
2. Heldur løgmaður, at tað gongur ímóti vilja Løgtingsins, um landsstýrismaðurin
í mentamálum ikki gevur fólkakirkjuni boð um at skráseta børn saman við
sammøðrum í kirkjubókina?
3. Ætlar løgmaður at bera so í bandi, at hesin trupulleikin verður loystur?
Viðmerkingar:
Í fyrispurningi (52-002/2022) frá undirritaðu svarar Magnus Rasmussen,
landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, at tað er ikki neyðugt at broyta
navnalógina til tess at skráseta børn hjá sammøðrum við eftirnavni hjá sammøðrum. Í
svarinum verður eisini sagt, at tað er landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum,
sum hevur rætt at tulka navnalógina.
Tó er komið fram í miðlunum, at Mentamálaraðið er ósamt í hesum og hevur ikki givið
fólkakirkjuni boð um at loyva hesum skrásetingunum. Spurningurin er tí, um
landsstýrismaðurin í mentamálum gongur í móti vilja Løgtingsins, sum hevur samtykt
uppskotini um at innføra sammóðurskap, ið javnsetir sammøður við onnur foreldur.
Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á, hvat løgmaður, ið leiðir
landsstýrið, ætlar at gera við hesa fløkjuna, og um løgmaður er samdur við
landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum um hansara rætt at tulka navnalógina.
Á Løgtingi, 29. august 2022
Hervør Pálsdóttir

-- 1 of 1 --