← Løgtingsmál

52-021/2022

Digtal brotsverk og heimild til logging hjá telenet- og teletænastuveitarum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
021.22 Svar frá B.Nielsen til Johan Dahl - Digtal brotsverk og heimild til logging.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 21/2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann,
frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um digtal brotsverk og heimild til logging hjá telenet- og
teletænastuveitarum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu langt áleiðis er arbeiðið komið at broyta rættargangslógina við atliti til at heimila telenet-
og teletænastuveitarum at logga m.a. nýtslu av IP-adressum?
2. Hvør myndugleiki arbeiðir við málinum, og nær kann væntast, at uppskot um at broyta
rættargangslógina hesum viðvíkjandi verður lagt fyri Løgtingið?
Svar:
Til spurning 1
Heimildin at áleggja telefyritøkum í Føroyum at logga upplýsingar um teleferðslu finst longu í § 818 stk.
5 í nýggju rættargangslógini fyri Føroyar, sum kom í gildi 1. januar 2021.
Heimildin í § 818 stk. 5 er soljóðandi:
“Stk. 5. Det påhviler udbydere af telenet eller teletjenester at foretage registrering og opbevaring i 1 år af oplysninger om
teletrafik til brug for efterforskning og retsforfølgning af strafbare forhold. Justitsministeren kan efter forhandling med
Færøernes landsstyre fastsætte nærmere regler om denne registrering og opbevaring.”
Trupulleikin, sum spyrjarin vísir á, kemst av, at heimildin í sær sjálvum ikki er nóg mikið, tí sambært somu
grein er ásett, at ”Justitsministeren kan efter forhandling med Færøernes Landsstyre fastsætte nærmere
regler om denne registrering og opbevaring”. Hendan kunngerðin, sum skal ásetta nærri reglur um
skráseting og goymslu av teleupplýsingum (logningsbekendtgørelsen) er enn ikki gjørd. Hendan
kunngerðin er ein fyritreyt fyri, at logningsskyldan kann setast í verk í Føroyum.
Danska løgmálaráðið hevur í fleiri ár arbeitt við at endurskoða sínar logningsreglur í rættargangslógini
orsakað av, at fleiri ES-dómar hava staðfest, at donsku logningsreglurnar vóru ov víðfevndar í mun til
ES-rættin. Hesi óvissu viðurskifti viðvíkjandi donsku logningini hevur gjørt, at løgmálaráðið hevur verið
afturhaldandi við at seta logningskunngerðina í gildi fyri Føroyar, fyrrenn hesi viðurskifti vóru greidd.

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Donsku logningsreglurnar vóru broyttar fyrr í vár, og ætlandi skal enn ein broyting gerast í donsku lógini
fyri at fáa reglurnar í samsvar við ES-rættin. Av tí at Føroyar ikki eru limir í ES, er tað ikki ein treyt, at
logningskunngerðin fyri Føroyar skal vera í samsvari við ES-rætt.
Til spurning 2
Talan er um rættarreglur á felagsøki, og tí er tað danska løgmálaráðið, sum hevur ábyrgdina av at gera
neyðugu kunngerðina. Landsstýrið hevur boðað løgmálaráðnum frá, at landsstýrið vil hava
logningsskyldu setta í verk í Føroyum.
Danska løgmálaráðið hevur upplýst, at ráðið arbeiðir við eini dagføring av rættargangslógini fyri Føroyar,
her í millum møguliga broyting av logningsreglunum. Uppskotið skal vera liðugt í hesum árinum.
Løgmálaráðið fer í hesum sambandi at umrøða eina logningsskipan fyri Føroyar við landsstýrið og m.a.
Føroya Politi, fyri at taka støðu til, um tað í sambandi við dagføring av rættargangslógini er neyðugt at
broyta logningsreglurnar í § 818, stk. 5.
Ætlanin er, at uppskot til broyting í rættargangslógini fyri Føroyar skal leggjast fyri Løgtingið í hesi
tingsetuni.
Í Tinganesi, 6. september 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

-- 2 of 2 --
021.22 Spurningur til B.Nielsen frá Johan Dahl - Digtal brotsverk og heimild til logging.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Digtal brotsverk og heimild til logging hjá telenet- og teletænastuveitarum
Spurningar:
1. Hvussu langt áleiðis er arbeiðið komið at broyta rættargangslógina við atliti til at heimila
telenet- og teletænastuveitarum at logga m.a. nýtslu av IP-adressum?
2. Hvør myndugleiki arbeiðir við málinum, og nær kann væntast, at uppskot um at broyta
rættargangslógina hesum viðvíkjandi verður lagt fyri Løgtingið?
Viðmerkingar:
Í Føroyum er tað ein stórur trupulleiki, at telenet- og teletænastuveitarar ikki hava eina formliga
lógarheimild at logga, tá tað snýr seg um digital brotsverk og øll onnur brotsverk, sum verða
framd umvegis internetið (liggja inni við og downloada barnapornografi, grooming av
ómyndugum, blúnisbrot, avnoyðsla, hóttanir, forfylging, svik o.a. )
Tá brotverk verða framd á alnótini, er IP-adressan oftast einasta brúkbara sporingin hjá
løgregluni. Men vantandi heimildir í rættargangslógini hava við sær, at Føroya Tele og NEMA
kunnu ikki goyma upplýsingar um, hvør hevur brúkt mobil og dynamiskar IP-adressur.
Tann 1. januar 2016 tók Føroya Tele í nýtslu ein nýggjan plattform til veitan av breiðbandi til
nógvar av teirra kundum. Teir byrjaðu at bjóða VDSL ístaðin fyri ADSL, sum hevði við sær, at
kundarnir ikki longur høvdu eina fast tilknýtta IP-adressu. Talan gjørdist nú um eina stóra pulju
av IP-adressum, sum kundarnir skuldu deilast um eftir tørvi. Tá mann brúkar alnótina heima,
syrgja routarin og systemveitarin fyri, at mann fær tillutaða eina tilvildarliga tøka IP-adressu.
Eftir at hava brúkt eina IP-adressu í eina tíð, verður henda automatisk frígivin og løgd aftur í
puljuna.
Hesar broytingar hava havt við sær, at Føroya Tele ikki longur hevur loyvi at logga, hvør brúkar
ymisku IP-adressurnar júst um tað mundið. Føroya Tele kann sambært Dátueftirlitinum bara
logga upplýsingar í førum, har tað er neyðugt í sambandi við rakstur og tilknýti til kundar o.a. Og
tað ger seg ikki galdandi við VDSL.
Tað er enn ongin lógarbroyting sett í verk um logging. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 25. august 2022
Johan Dahl

-- 1 of 1 --