52-020/2022
Tilboð til giktasjúklingar í Føroyum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. sep. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
020.22 Svar frá K.L.H. Johannesen frá J. Joensen - Tilboð til giktasjúklingar í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 7. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 6. september 2022 HMR j. nr. 22/15454-4 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning nr. 52-020/2021 eftir § 52 a í tingskipanini um tilboð til giktasjúklingar í Føroyum, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni. Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvørji líknandi tilboð eru ætlað til giktasjúklingar í Føroyum, nú túrarnir til Kroatia eru partvíst strikaðir? 2. Hvussu ætlar sjúkrahúsverkið at skipa viðlíkahaldsvenjingina og viðgerðina hjá giktasjúklingum í Føroyum í framtíðini? 3. Er peningalig sparing orsøk til stóru umleggingarnar/broytingarnar á giktaøkinum í Føroyum farna árið? 4. Hvussu nógvir giktasjúklingar, sum søkja heilsubót í sjúkrahúsverkinum, eru virknir á arbeiðsmarknaðinum í dag? Svar: Til spurning 1 Sambært Sjúkrahúsverkinum er tað mannagongdin til visitering av sjúklingum til klimaviðgerð, sum er broytt, soleiðis at umsóknir um viðgerð uttanlands til viðgerðarstøð, ið Sjúkrahúsverkið ikki hevur avtalu við, verða viðgjørdar í visitatiónsnevndini í Sjúkrahúsverkinum. Her verður støða tikin til, um viðgerðin verður játtað. Klimaterapi er ikki avtikið sum viðgerðartilboð, men kann nýtast sum viðgerðarháttur, tá sjúklingurin ikki tolir medisinska viðgerð. -- 1 of 2 -- Til spurning 2 Í løtuni er ein serlækni í reumatologi á Landssjúkrahúsinum. Avtala verður gjørd við Ríkissjúkrahúsið, har fastir serlæknar koma at hava tilknýti til Landssjúkrahúsið. Tvey størv eru normerað til serlæknar á giktaøkinum, og ætlandi verður tøka starvið lýst leyst í næstum. Innan fysioterapi á Landssjúkrahúsinum verður heittvatnshylur eitt tilboð til bólkar av giktasjúklingum, ætlandi í nakrar vikur. Arbeitt verður í løtuni við at menna hetta tilboðið. Innan ergoterapi fáa sjúklingar endurvenjing ella viðgerð. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi verður intensivt endurvenjingartilboð veitt ambulantum giktasjúklingum 3 ferðir um vikuna í 10 vikur. Tað eru 3 endurvenjingarskeið um árið við tveimum bólkum hvørja ferð. Endurvenjingin verður skipað av fysioterapeuti, ergoterapeuti, heilsurøktara og psykomotoriskum terapeuti. Eisini har verður heittvatnshylur nýttur. Innan fysioterapi á Suðuroyar sjúkrahúsi er heittvatnshylur eitt tilboð til bólkar av giktasjúklingum. Innan ergoterapi fáa sjúklingar endurvenjing ella viðgerð. Til spurning 3 Peningalig sparing er ikki orsøk til broytingarnar. Sambært Sjúkrahúsverkinum er orsøkin í høvuðsheitinum, at tað eru hend stór framstig í viðgerðini seinnu árini, har viðgerðin við lívfrøðiligum heilivági er nógv ment. Ein avleiðing av hesum er, at færri giktasjúklingar hava tørv á klimaviðgerð. Tað eru tó summi, ið av ymsum ávum ikki kunnu fáa lívfrøðiligan heilivág. Hjá teimum kann klimaviðgerð vera ein møguleiki. Sum áður nevnt er klimaviðgerð ikki avtikið sum viðgerðartilboð, men kann nýtast sum viðgerðarháttur, tá sjúklingurin ikki tolir medisinska viðgerð. Til spurning 4 Heilsumálaráðið og Sjúkrahúsverkið hava ikki hagtøl fyri, hvussu nógvir giktasjúklingar, sum søkja heilsubót í sjúkrahúsverkinum, eru virknir á arbeiðsmarknaðinum í dag. Heilsumálaráðið, 6. september 2022 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
020.22 Spurningur til K.L.. Johannesen frá J. Joensen - gikt.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Tilboð til giktasjúklingar í Føroyum Spurningar: 1. Hvørji líknandi tilboð eru ætlað til giktasjúklingar í Føroyum, nú túrarnir til Kroatia eru partvíst strikaðir? 2. Hvussu ætlar sjúkrahúsverkið at skipa viðlíkahaldsvenjingina og viðgerðina hjá giktasjúklingum í Føroyum í framtíðini? 3. Er peningalig sparing orsøk til stóru umleggingarnar/broytingarnar á giktaøkinum í Føroyum farna árið? 4. Hvussu nógvir giktasjúklingar, sum søkja heilsubót í sjúkrahúsverkinum, eru virknir á arbeiðsmarknaðinum í dag? Viðmerkingar: Seinastu tíðina hevur javnan verið alment kjak um stóru broytingarnar innan giktaøkið í Føroyum. Árligu viðlíkahaldsvenjingarnar vórðu avmarkaðar fyri giktasjúklingar í Føroyum, tá túrarnir til Kroatia vórðu avmarkaðir til nøkur heilt fá. Eisini hevur rumbul staðist av læknastarvssetanum og roteringsskipanum av útlendskum læknum, sum virka á giktaøkinum á Landssjúkrahúsinum. Talið á giktasjúklingum er stórt í Føroyum. Hetta eru sjúklingar, sum hava ymiskan tørv á heilivági og viðgerðum fyri at klára gerandisdagin og fyri at hava eitt virkið familjulív og arbeiðslív. Viðlíkahaldsvenjingar og viðgerðir, saman við heilivági, eru grundarlagið undir einum dygdarlívi hjá hesum sjúklingum. Fleiri persónar við gikt liva við áhaldandi pínu og mugu tí javnan hava linna fyri at kunna virka í samfelagslívinum. Tørvur er á øllum fólkum á arbeiðsmarknaðinum og tí er viðkomandi at uppraðfesta viðlíkahaldsvenjingar og viðgerðirnar hjá giktasjúklingum, eins og øðrum sjúklingum, sum virka partvíst ella fulla tíð í dagliga arbeiðslívinum. Spurningurin er, hvør persónligi kostnaðurin og samfelagskostnaðurin verður, um tænastan lækkar í framtíðini, og giktasjúklingar mugu av arbeiðsmarknaðinum vegna vantandi viðgerð og viðlíkahaldsvenjing. Fyri m.a. at fáa greiðu á framtíðarætlanunum á giktaøkinum og fyri at fáa greiðu á óvissum á økinum, verður hesin fyrispurningur settur. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 25. august 2022 Jóhannis Joensen -- 2 of 2 --