← Løgtingsmál

52-019/2022

Um uppsagnir og setanir hjá Atlantflogi undir og eftir koronu

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
019.22 Svar frá U.Rasmussen til B.Samuelsen - uppsagnir og setanir hjá Atlantflogi undir og eftir korona.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 6. september 2022
J. nr.: 22/15467-1
Viðgjørt: JS
Svar til fyrispurning nr. 52-019/2022 frá Bjørt Samuelsen, løgtingsmanni, settur Una
Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um uppsagnir og setanir hjá Atlantsflogi
undir og eftir koronu.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
Spurningar:
1. Hvussu nógv starvsfólk vórðu uppsøgd í tíðini við niðurgongd í flogferðsluni og stongsli
vegna koronu? Ávikavist flogskiparar, flogternur, flogmekanikarar o.s.fr.
2. Vóru uppsagnirnar av flogskiparum og øðrum grundaðar á koronu eina og harav
avleiddari niðurgongd í virkseminum hjá Atlansflogi?
3. Hvussu nógvir av uppsøgdu flogskiparunum eru settir aftur í starv hjá felagnum, og
hvussu mong úr øðrum starvsbólkum? Og hvussu mong hava enn ikki fingið starv aftur
hjá felagnum?
4. Hvussu nógvir flogskiparar eru settir aftur í starv við somu lønartreytum og starvsaldri,
sum áðrenn uppsøgnina, og hvussu nógvir eftir nýggjum og møguliga verri treytum enn
teimum, sum vóru galdandi undan uppsøgnini?
5. Hvussu mong av teimum, sum ikki hava fingið starvið aftur, eru núverandi ella
fyrrverandi nevndarlimir í fakfelag hjá flogskiparum ella í øðrum fakfeløgum?
6. Hvussu nógvir flogskiparar, sum ikki høvdu starv hjá Atlantsflogi innan koronukreppuna,
eru nú settir í starv hjá felagnum? Og hvussu mong í øðrum starvsbólkum?
7. Ætlar felagið at bjóða øllum starvsfólkunum, herundir flogskiparum, sum vórðu uppsøgd
í tíðini við niðurgongd orsakað av koronu, starv aftur í felagnum, tá virksemið er komið
aftur á hædd við støðuna innan koronu?
Svar:
Sum kunnugt verður Atlansflog, sum alment partafelag, rikið við armslongd frá landsstýrinum.
Fíggjarmálaráðið hevur tí vent sær til stjórn felagsins við fyrispurninginum um uppsagnir og
setanir hjá felagnum undir og eftir koronu. Víst verður til leiðreglur fyri umsiting av fyritøkum
landsins, settar í gildi 8. juli 2022, sum áseta yvirskipað, hvussu landið útinnir sín leiklut í
teimum vinnufeløgum, sum landið eigur ella tekur lut í.
Svar til spurning 1
Covid 19 heimsfarsóttin hevði við sær størstu afturgongd nakrantíð í flogsøguni og í skjótt 35 ára
longu søguni hjá Atlantsflog. Koronufarsóttin hevði við sær, at umleið 100 starvsfólk vórðu
uppsøgd í mai 2020. Av hesum vóru 65 í føstum starvi:

-- 1 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/3
• 19 flogmenn M/K
• 20 flogternur
• 8 starvsfólk á teknisku deild
• 8 í kundatænastuni
• 10 onnur starvsfólk, sum arbeiddu á landjørðini.
Atlantsflog hevði ætlanir um at økja flotan úr trimum upp í fýra flogfør, og felagið hevði
fyrireikað seg til at økja virksemið og fingið manningar til øll flogførini. Farsóttin hevði við sær,
at virksemið minkaði við meira enn helminginum, og ætlanin um at flúgva við fýra flogførum
varð útsett. Hóast vøkstur í virksemi og ferðafólkatali í ár, er framleiðslan ikki enn komin upp
aftur á ætlaða virksemið fyri 2020.
Svar til spurning 2
Uppsagnirnar vóru eina grundaðar á avleiðingarnar av minkandi virksemi orsaka av korona.
Svar til spurning 3
Síðani uppsagnirnar í mai 2020 hevur Atlantsflog sett 10 flogmenn M/K aftur í fast starv. Tveir í
oktober 2020, fýra í november 2021, ein í januar 2022 og tríggir í august 2022. Harafturat verða
fýra flogmenn M/K væntandi settir í fast starv seinni í vetur. Umsóknarfreistin til hesi størvini
var 4. september 2022 og setanartilgongdin byrjar beinanvegin.
Allir flogmenninir M/K, sum eru settir í starv, vóru millum flogmenninar M/K, ið vóru uppsagdir
í 2020.
Harafturat hava flogmenn verið í tíðaravmarkaðum starvi í summar, og nakrir eru í starvi sum
fríyrkis flogmenn M/K til 1. november 2022.
Tríggjar av teimum 20 uppsøgdu flogternunum eru aftur í føstum starvi hjá Atlantsflog í dag.
Harafturat hava 10 av teimum uppsøgdu flogternunum í dag starv sum fríyrkisflogternur. Av
hinum 26 uppsøgdu starvsfólkunum eru 7 sett aftur í starv.
Svar til spurning 4
Avtala er gjørd millum FAPA og Føroya Arbeiðsgevarafelag um, hvussu flogmenn M/K, sum
vóru uppsagdir í mai 2020 vegna korona, skulu lønast. Avtalan staðfestir, at flogmenn M/K skulu
setast aftur eftir sama sáttmála, og á sama lønarstigi teir vóru á, tá teir vóru uppsagdir. Tó so, at
um ein uppsagdur flogskipari verður settur aftur sum stýrimaður, verður hann/hon løntur eftir
lønartalvuni hjá stýrimonnum, men fær lønarstigini við sær.
Hetta hevur Atlantsflog hildið seg til og hevur sett allar 10 flogmenninar M/K í starv aftur
samsvarandi avtaluni millum FAPA og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Svar til spurning 5
Av teimum 10 flogmonnunum M/K, sum eru settir í starv aftur, eru fýra núverandi ella
fyrrverandi nevndarlimir í FAPA. Harafturat hevur ein fyrrverandi nevndarlimur í FAPA flogið í
tíðaravmarkaðum starvi í summar, meðan tveir núverandi ella fyrrverandi nevndarlimir í FAPA
ikki hava fingið bjóðað starv enn.
Í løtuni eru 21 flogmenn M/K í føstum starvi hjá Atlantsflog, herav eru 9 núverandi ella
fyrrverandi nevndarlimir í FAPA.
Atlantsflog er ikki vitandi um nevndarlimir í øðrum fakfeløgum millum tey uppsøgdu, sum ikki
eru komin aftur í starv í felagnum.

-- 2 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
3/3
Svar til spurning 6
Allir flogmenn M/K, sum eru settir í fast starv síðan mai 2020, høvdu starv hjá Atlantsflogi
innan koronukreppuna.
Nógvar av hinum deildunum hava javnan broytingar í starvsfólkahópinum, umframt at
fyrrverandi starvsfólk í nógvum førum hava fingið arbeiði hjá øðrum arbeiðsgevarum. Tískil ber
illa til at gera upp fyri aðrar starvsbólkar. Felagið hevur sett bæði fyrrverandi starvsfólk og nýggj
starvsfólk í starv í øðrum deildum seinasta árið. Víst verður annars til svar 3.
Svar til spurning 7
Tað er føst mannagongd hjá Atlantsflog at lýsa størv leys, tá brúk er fyri nýggjum starvsfólki.
Hetta verður framhaldandi gjørt, og gongdin hevur víst, at Atlantsflog í sera stóran mun hevur
bjóðað størv aftur til fyrrverandi starvsfólk, tá tey søkja størvini. Tað er ongin orsøk at halda, at
hetta verður broytt frameftir.
Tinganes, 06. september 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 3 of 3 --
019.22 Spurningur til U.Rasmussen frá B.Samuelsen - uppsagnir og setanir hjá Atlantflogi undir og eftir korona.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Um uppsagnir og setanir hjá Atlantsflogi undir og eftir koronu
Spurningar:
1. Hvussu nógv starvsfólk vórðu uppsøgd í tíðini við niðurgongd í flogferðsluni
og stongsli vegna koronu? Ávikavist flogskiparar, flogternur, flogmekanikarar
o.s.fr.
2. Vóru uppsagnirnar av flogskiparum og øðrum grundaðar á koronu eina og
harav avleiddari niðurgongd í virkseminum hjá Atlansflogi?
3. Hvussu nógvir av uppsøgdu flogskiparunum eru settir aftur í starv hjá
felagnum, og hvussu mong úr øðrum starvsbólkum? Og hvussu mong hava
enn ikki fingið starv aftur hjá felagnum?
4. Hvussu nógvir flogskiparar eru settir aftur í starv við somu lønartreytum og
starvsaldri, sum áðrenn uppsøgnina og hvussu nógvir eftir nýggjum og
møguliga verri treytum enn teimum, sum vóru galdandi undan uppsøgnini?
5. Hvussu mong av teimum, sum ikki hava fingið starvið aftur, eru núverandi ella
fyrrverandi nevndarlimir í fakfelag hjá flogskiparum ella í øðrum fakfeløgum?
6. Hvussu nógvir flogskiparar, sum ikki høvdu starv hjá Atlantsflogi innan
koronukreppuna, eru nú settir í starv hjá felagnum? Og hvussu mong í øðrum
starvsbólkum?
7. Ætlar felagið at bjóða øllum starvsfólkunum, herundir flogskiparum, sum
vórðu uppsøgd í tíðini við niðurgongd orsakað av koronu, starv aftur í
felagnum, tá virksemið er komið aftur á hædd við støðuna innan koronu?
Viðmerkingar:
Tað er sera gleðiligt, at tað nú aftur gongur væl hjá tjóðarflogfelag okkara,
Atlantsflogi. Nú verður lýst eftir starvsfólki. Ógvusliga niðurgongdin í flogferðsluni
orsakað av koronu rakti starvsfólkini og felagið meint, og hópin av starvsfólki vórðu
søgd úr starvi. Teirra millum starvsfólk, við drúgvum royndum, sum hava verið
hjartað í felagnum og verið við til at ment Atlantsflog til tað, tað er í dag.
Í desember 2020 játtaði Løgtingið at seta 100 mió. kr. í felagið til tess at bera tað
ígjøgnum koronukreppuna. Undir viðgerðini varð víst á, at tá ferð aftur fór at koma á
virksemið hjá felagnum, varð væntað, at uppsøgdu starvsfólkini komu aftur í starv.
Spurningarnir verða settir fyri at fáa fram í hvønn mun tey nógvu starvsfólkini, teirra
millum flogskiparar, ið mistu starv sítt undir koronukreppuni, hava fingið møguleikan
at koma aftur í starv.
Fakfeløg eru ein týdningarmikil trygd fyri starvsfólk, og tí er avgerandi, at starvsfólk,
ið eru virkin í fakfelagsarbeiði, eru væl vard. Tí verður eisini spurt um starvsfólk, sum
hava verið virkin í fakfelagsarbeiði.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 25. august 2022
Bjørt Samuelsen

-- 2 of 2 --