← Løgtingsmál

52-018/2022

Rætturin til eftirnavn

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. sep. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
018.22 Svar frá J. av Rana til I. Strøm - Navnalóg.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 5. september 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-147
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-018/2022 eftir Tingskipanini §52 a frá Ingilín D. Strøm,
løgtingskvinnu, um rættin til eftirnavn, settur landsstýrismanni, Jenis av Rana (eftir § 52a í
Tingskipanini)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví metir landsstýrismaðurin, at børn hjá samkyndum foreldrum ikki kunnu skrásetast við
eftirnavninum hjá sammóður?
2. Eru serligar orsakir til, at landsstýrismaðurin ikki vil fylgja tulkingini hjá
landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, sum hevur tulkingarmyndugleika?
3. Fer landsstýrismaðurin at geva fólkakirkjuni boð um, at børn hjá samkyndum foreldrum
kunnu skrásetast við eftirnavninum hjá sammóður?
Svar
Til 1: Fyrisitingin hjá mær hevur – sum eisini eftir mínum tykki fylgir av vanligum viti og skili –
mett, at rættarstøðan er óbroytt, so longi sum navnalógin, ið hevur sera nágreiniligar reglu um hesi
viðurskifti, er óbroytt. Hetta hevur navnamyndugleikin undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum,
Umhvørvisstovan, eisini staðfest so seint sum í juni í ár.
Til 2: Fyrst av øllum er at siga, at enn eru ikki tríggjar vikur umlidnar, síðani § 52a fyrispurningurin
frá Hervør Pálsdóttir til landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum varð svaraður. Væl áðrenn
landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum svaraði umrødda fyrispurningi, hevur fyrisitingin
í Uttanríkis- og mentamálaráðnum í einum ítøkiligum máli – við fyrivarni fyri, at Umhvørvis- og
vinnumálaráðið er tulkingarmyndugleikin á økinum, – mett, at børn ikki kunnu fáa eftirnavn hjá
sammóðir, uttan so at navnalógin verður broytt.
Navnamyndugleikin á økinum, Umhvørvisstovan, hevur í boðum til borgara so seint sum hin 10.
juni í ár boðað frá, at “Navnalógin er ikki broytt isv. broyting av barsilslógina og lóg um børns
retsstilling, og Umhvørvisstovan metir tí, at barn ikki sbrt. verandi navnalóggávu kann fáa
eftirnavnið hjá eini sammóður”.
Nú umrødda svar frá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum til § 52a fyrispurningin
frá Hervør Pálsdóttir, tingkvinnu, kom til beint mótsettu niðurstøðu - uttan stórvegis løgfrøðiligar

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
millumrokningar - hevur umsitingin hjá mær mett, at tað var neyðugt at taka upp samskifti við
Umhvørvis- og vinnumálaráðið fyri m.a. at fáa greiði á ymisku tulkingunum hjá sama ráði.
Til 3: Sum landsstýrismaður haldi eg tað ikki vera rætt at leggja meg persónliga út í formliga
samskiftið, sum er millum stjórnarráð mítt og myndugleikar á málsøkjum, sum eg varði av, uttan
so at heilt serlig viðurskifti skuldu gjørt seg galdandi.
Uttan so at heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi, vænti eg tí, at fyrisitingin í ráðnum sjálv fer
at taka møgulig neyðug stig í framhaldi av tí samskifti, sum nú er tikið upp við Umhvørvis- og
vinnumálaráðið viðvíkjandi tulkingini í svarinum, sum stendur í beinleiðis andsøgn við tulkingina
hjá navnamyndugleikanum á økinum, sum er Umhvørvisstovan.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
018.22 Spurningur til J. av Rana frá I. Stræm - um navnalóg.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 24. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Rætturin til eftirnavn
Spurningar:
1. Hví metir landsstýrismaðurin, at børn hjá samkyndum foreldrum ikki kunnu
skrásetast við eftirnavninum hjá sammóður?
2. Eru serligar orsakir til, at landsstýrismaðurin ikki vil fylgja tulkingini hjá
landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, sum hevur
tulkingarmyndugleika?
3. Fer landsstýrismaðurin at geva fólkakirkjuni boð um, at børn hjá samkyndum
foreldrum kunnu skrásetast við eftirnavninum hjá sammóður?
Viðmerkingar:
Í Degi og Viku mánakvøldið 22. august 2022 kom fram, at ymisk boð koma úr
landsstýrinum um eftirnavnið hjá børnum, sum hava sammóður.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið heldur ikki, at neyðugt er at broyta lógina, men tað
heldur Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Hugtakið sammóðir er javnsett við faðir og móður við atliti at foreldrastøðu í
familjurættarligu lóggávuni. Tað merkir, at sammøður á allan hátt, sum er viðkomandi
í mun til endamálið við navnalógini, kunnu javnsetast við møður og fedrar.
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur tulkingarmyndugleika.
Tí kann spurnartekin setast við, um landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum
umsitur í samsvari við lóggávu, sum Løgtingið hevur samtykt.
Bispur hevur sagt í Degi og Viku, at ósemjan í landsstýrinum er ein syndarlig støða
fyri møður og sammøður.
Á Løgtingi, 24. august 2022
Ingilín D. Strøm

-- 1 of 1 --