52-017/2022
Bíðitíðin at skifta mjødn
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. sep. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
017.22 Svar frá K.L. Johannesen til I. Strøm - um mjadnaskurðviðgerð.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 5. september 2022 HMR j. nr. 22/15206-4 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning nr. 52-017/2021 eftir § 52 a í tingskipanini um bíðitíð at skifta mjødn, frá Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu. Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvussu long er bíðitíðin at skifta mjødn? 2. Er nøkur ítøkilig ætlan at stytta um bíðitíðina? 3. Hvussu ber tað til, at mjadnaskurðviðgerðir ofta verða útsettar? Svar: Til spurning 1 Tá ið vit tosa um bíðitíðir til skurðviðgerðir, verður vanliga skilt ímillum tvey sløg av bíðirøðum. Fyrra bíðirøðin er frá tí, at kommunulækni hevur sent ávísing til sjúkrahúsið, til tú sleppur til skurðlæknan á sjúkrahúsi. Onnur bíðirøðin er síðani frá tí, at serlæknin hevur kannað teg og metir, at skurðviðgerð er rætta viðgerðin. Á Landssjúkrahúsinum er bíðitíðin at skifta mjødn í løtuni umleið 3 mánaðir frá ávísing til fyrstu viðtalu. Verður støða tikin til at fara beint til skurðviðgerð, er bíðitíðin í løtuni umleið 3 mánaðir. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er bíðitíðin til mjadnaskurðviðgerð eitt sindur ymisk, alt eftir nær rætti skurðlæknin er á sjúkrahúsinum. Tað eru umleið seks vikur um árið, har mjadnaskurðviðgerðir verða framdar á Klaksvíkar sjúkrahúsi av tveimum læknum, sum vanliga arbeiða á sjúkrahúsum í -- 1 of 2 -- Noregi og Svøríki. Hesir koma við jøvnum millumbilum til Klaksvíkar sjúkrahús. Í løtuni eru 8 fólk, sum bíða eftir mjadnaskurðviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og hesi verða viðgjørd í aðru viku. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er bíðitíðin annars í miðal umleið 3 mánaðir frá ávísing til skurðviðgerð. Í sambandi við lágorku, summar, jól og páskir, verða mjadnar og knø ikki skift. Tá verða bert akuttar skurðviðgerðir gjørdar. Hettar merkir, at bíðitíðin fyri summar sjúklingar er longur, tí feria kemur uppímillum. Til spurning 2 Tá ið tað kemur til bíðitíðir, er altíð tætt samband millum kapasitet og tal av fólkum á bíðilista. Kapasitetur er fyrst og fremst tær hendur, sum skulu til at kanna og viðgera fólkini á bíðilista, men eisini tól og hølisumstøður. Leggjast skal aftrat, at eitt av strategisku málunum hjá Sjúkrahúsverkinum er at optimera samlaða skurðkapasitetin á teimum trimum sjúkrahúsunum. Málið hjá Sjúkrahúsverkinum er, at allar skurðlinjur og ambulatoriikapasitetur verður gagnnýttur best møguligt, so sjúklingarnir ikki bíða óneyðugt eftir kanning og viðgerð. Hetta arbeiðið er í gongd. Til spurning 3 Sambært Sjúkrahúsverkinum kunnu heilt serligar umstøður gera seg galdandi, t.d. hevði koronafarsóttin við sær, at allar skurðviðgerðir vórðu útsettar fyribils. Allar hesar skurðviðgerðir eru tó avgreiddar fyri langari tíð síðani. Tað kann eisini koma fyri, at sjúklingur verður raktur av sjúku, sum hevur við sær, at tað ikki er ráðiligt at fara undir stóra skurðviðgerð. Samanumtikið roynir Sjúkrahúsverkið altíð at finna eina so skjóta tíð sum møguligt, tá skurðviðgerðir verða útsettar. Heilsumálaráðið, 5. september 2022 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
017.22 Spurningur til K.L. Johannesen frá I. Strøm - um mjadnaskurðviðgerð.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Bíðitíðin at skifta mjødn Spurningar: 1. Hvussu long er bíðitíðin at skifta mjødn? 2. Er nøkur ítøkilig ætlan at stytta um bíðitíðina? 3. Hvussu ber tað til, at mjadnaskurðviðgerðir ofta verða útsettar? Viðmerkingar: Øll, ið hava bíðað eftir viðgerð, vita, at bíðitíðin oftast kennist drúgv. Tá viðgerðir ferð eftir ferð verða útsettar, kann hetta hava álvarsamar avleiðingar. Dømi er eitt nú um, at mjadnaskurðviðgerð, ið skuldi vera í februar í ár, er útsett upp til fýra ferðir og verður nú væntandi ikki fyrr enn í novembur í fyrsta lagi. Tá skurðviðgerðir verða fluttar, kann tað hava stórar avleiðingar fyri sjúklingin. Møguliga kropsliga, men eisini sálarliga, arbeiðsliga og sosialt. At skifta mjødn er sjáldan partur av eini lívshættisligari sjúku; men verður farið um 52 vikur, og talan ikki er um lívshættisliga sjúku, so hevur sjúklingurin ikki longur rætt til dagpening, hóast viðkomandi enn ikki er arbeiðsfør/ur. Haraftrat kann sjúklingurin verða uppsagdur, um sjúkrameldingin fer út um 120 dagar. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 24. august 2022 Ingilín D. Strøm -- 1 of 1 --