← Løgtingsmál

52-016/2022

Akstovan flytast úr Klaksvík

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. aug. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
016.22 Svar frá U. Rasmussen til B. L. Jacobsen - Akstova flytast úr Klaksvík.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. sep. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 31. august 2022
J. nr.: 22/xxxxx
Viðgjørt: AP
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-016/2022 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um Akstovuna, um hon skal
flytast úr Klaksvík.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Verður Akstovan flutt úr Klaksvík?
2. Um Akstovan verður flutt úr Klaksvík, hvagar verður hon so flutt?
3. Hvørji høli eru fingin til Akstovuna, um hon verður flutt úr Klaksvík?
Svar til fyrispurningin
Hølisviðurskiftini hjá Akstovuni í Klaksvík og í Runavík eru ikki nøktandi. Ætlanin er tí at bøta um
viðurskiftini og at samla virksemið hjá Akstovuni á einum væl hóskandi staði ímillum verandi
sýnshallirnar í Klaksvík og í Runavík.
Landsverk hevur uppgávuna at fáa til vega eitt leigumál til Akstovuna. Fyri at geva áhugaðum
møguleika at bjóða og at útvega flest møguleikar er leigumálið boðið út. Freistin at lata tilboð inn var
26. august 2022. Innkomnu tilboðini eru ikki endaliga viðgjørd. Tí ber ikki til enn at siga, hvar
Akstovan kemur at halda til í norður-eysturøkinum, ella um tikið verður av nøkrum tilboði.
Leigumálið kann vera í bygningi fyri seg ella vera partur av bygningi, í tann mun tað er sambæriligt
við virksemið hjá Akstovuni. Ætlaði bygningurin kann vera nýbygningur ella heilt ella lutvíst longu
bygdur bygningur. Í útboðstilfarinum eru m.a. neyvari krøv til stødd, innrætting og kringumstøður
hjá bygninginum. Miðað verður eftir, at Akstovan kann flyta inn í leigaðu hølini í seinasta lagi
ársskiftið 2023/2024.
Í útboðstilfarinum er greitt frá, hvussu tilboðini verða vektað. Leiguprísur telur 50%, staðseting
20%, í hvønn mun bygningur er vælskipaður 20% og heildarbúskapur/burðardygd 10%.
Tinganes, 31. august 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
016.22 Spurningur til U. Rasmussen frá B. L. Jacobsen - Akstova flytast úr Klaksvík.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Akstovan flytast úr Klaksvík
Spurningar:
1. Verður Akstovan flutt úr Klaksvík?
2. Um Akstovan verður flutt úr Klaksvík, hvagar verður hon so flutt?
3. Hvørji høli eru fingin til Akstovuna, um hon verður flutt úr Klaksvík?
Viðmerkingar:
Fyri at fáa greiðu á málinum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 19. august 2022
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --