← Løgtingsmál

52-015/2022

Eftirmeting av Málráðnum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. aug. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
015.22 Svar frá J. av Rana til J. Dahl - Eftirmeting av Málráðnum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 31. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Dagfesting: 31. august 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-145
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-015/2022 eftir § 52a í Tingskipanini frá Johan Dahl,
løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum um
eftirmeting av Málráðnum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær er ætlanin hjá landsstýrismanninum at leggja frágreiðing fyri Løgtingið fyri at viðgera
virksemið hjá Málráðnum, vísandi til lógina um Málráð og eftirmetingina av Málráðnum frá
18. november 2016?
2. Verður eftirmetingin av Málráðnum, dagfest 18. november 2016, eisini løgd fyri Løgtingið til
viðgerðar?
3. Um ikki, nær ætlar landsstýrismaðurin so at almannakunngera frágreiðingina?
Svar
Til 1. Eg eri saman við Málráðnum farin í eina tilgongd at fáa gjørt eina frágreiðing um, hvørt
lógin um málráð virkar eftir ætlan, og um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og
Navnanevnd í somu lóg. Eftir ætlan verður henda frágreiðing løgd fram í vetur ella tíðliga á vári.
Til 2. Eftirmetingin frá 2016 verður eftir ætlan ikki løgd fyri Løgtingið. Hon er longu 6 ára gomul,
og nógv er broytt síðan tá.
Til 3. Miðað verður ímóti, at frágreiðingin verður løgd fram í vetur ella tíðliga á vári komandi ár.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
015.22 Spurningur til J. av Rana frá J. Dahl - Eftirmeting av Málráðnum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Eftirmeting av Málráðnum
Spurningar:
1. Nær er ætlanin hjá landsstýrismanninum at leggja frágreiðing fyri Løgtingið fyri
at viðgera virksemið hjá Málráðnum, vísandi til lógina um Málráð og
eftirmetingina av Málráðnum frá 18. november 2016?
2. Verður eftirmetingin av Málráðnum, dagfest 18. november 2016, eisini løgd fyri
Løgtingið til viðgerðar?
3. Um ikki, nær ætlar landsstýrismaðurin so at almannakunngera frágreiðingina?
Viðmerkingar:
Ásett er í lógini um Málráð, sum kom í gildi 1. januar 2013, at landsstýrismaðurin
eftir 3 árum skuldi leggja frágreiðing fyri Løgtingið um, hvørt lógin virkar eftir ætlan
og kanna, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í
somu lóg.
Í svari frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, dagfest
18. februar 2022, upp á § 52a fyrispurning nr. 52-124/2021 frá undirritaða um
eftirmeting av Málráðnum við tí skerda stavraðnum, stendur m.a. at:
”Ein eftirmeting varð gjørd í 2016, sum tó ongantíð varð løgd fram. Eg haldi, at so
nógv tíð er fráliðin síðan eftirmetingina, at hon ikki kann standa einsamøll.”
Víðari segði landsstýrismaðurin í svari sínum, at ”Nýtt Málráð tók við í juli 2021 og
hevur nú havt eina tíð at finna sær til rættis. Í samráð við nýggja Málráðið fari eg at
taka stig til eina frágreiðing um virksemið og taka støðu til, um ein nýggj eftirmeting
skal gerast. Í frágreiðingini skal spurningurin, hvørt reglur um Staðarnavnanevndina
og Navnanevndina áttu at verið ásettar í lógina um málráð, eisini viðgerast gjøllari.”
Tað er enn ongin frágreiðing og eftirmeting av Málráðnum løgd fyri Løgtingið. Tí
verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 19. august 2022
Johan Dahl

-- 1 of 1 --