52-014/2022
Sandoyartunnilin og ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum í Sandoynna
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. aug. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
014.22 Svar frá U. Rasmussen til P. á Reynaugvu - Sandoyartunnilin og ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum í Sandoynna.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. sep. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 2. septembur 2021 J. nr.: 21/12802 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-014/2022 frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, settur Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Sandoyartunnilin og ferðaætlan hjá Bygdaleiðum í Sandoynna Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu gongst við arbeiðinum at gera Sandoyartunnilin lidnan, og nær letur hann upp fyri almennari ferðslu? 2. Hvør verður kostnaðurin fyri at koyra gjøgnum tunnilin við ávikavist persónbili, vøruvogni, lastbili og bussi? 3. Hvussu verða Bygdaleiðir skipaðar millum Havnina og bygdirnar í Sandoynni/Skúvoy? 4. Hvør verður kostnaðurin at koyra við Bygdaleiðum millum Havnina og bygdirnar í Sandoynni/Skúvoy? 5. Hvussu verður farleiðin út í Hest skipað, eftir at Teistin gevst at sigla í Sandoynna? 6. Hevur landsstýrið ætlanir at skipa suðuroyarleiðina um Sandoynna, meðan Suðuroyartunnilin verður gjørdur? Svar til spurning 1 Arbeiðið við Sandoyatunlinum gongur sum ætlað. Sáttmálin við arbeiðstakaran sigur, at arbeiðið at gera tunnilin skal verða liðugt 2. desembur 2023. Tað, sum er eftir at gera, er í høvuðsheitum at vatntryggja tunnilin, at stoypa tveir pumpubrunnar, nøkur tøknihús og portalin í Traðardali. At gera vegin uttanfyri tunnilin, el-arbeiði, seta pumpur upp, og at enda at leggja seinasta laðið av asfalti á vegabreytina og at merkja upp. Svar til spurning 2 Nevndin í P/F Eystur- og Sandoyartunlar hevur ikki viðgjørt spurningin um, hvat tað skal kosta at koyra gjøgnum Sandoyartunnilin. Ætlandi verður spurningurin tikin upp í heyst ella í vetur. Svar til spurning 3 Strandferðslan fyrireikar ferðasambandið hjá Bygdaleiðum til og úr Sandoynni/Skúvoy, sum verður umvegis undirsjóvartunnilin. Umframt at umskipa koyringina, soleiðis at nýggja ferðasambandið gjøgnum tunnilin verður gagnnýtt, er ætlanin at knýta busssambandið til og úr Sandoynni tættari at øðrum leiðum, sum eru knýttar at restini av landinum, umvegis høvuðsstaðarøkið. Tænastan og framkomuleikin verður enn betri. Eitt endaligt uppskot til ferðaætlan fyriliggur 1. februar 2023. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Svar til spurning 4 Tað er ikki ásettur nakar endaligur kostnaður fyri dagførda busssambandið, ið fer at vera millum Sandoynna og meginøkið. Svar til spurning 5 Landsstýrismaðurin vil virka fyri, at tá ið Sandoyartunnilin letur upp fyri ferðslu, so er ein hóskandi loysn funnin á Hestleiðini. Teistin er í størra lagi og sera dýrur í rakstri í mun til møguligt ferðafólkatal millum Gomlurætt og Hest, tá ið siglingin til Sandoynna steðgar. Strandferðslan hevur víst á, at tørvur er á einum minni skipi á leiðini. Strandferðslan hevur samskift við fólk við tilknýti til Hestoynna, um at koma við einum tilmæli um, hvussu ferðasambandið kann skipast í framtíðini. Eitt uppskot er komið, og verður hetta tikið við í víðari tilgongdini at fyrireika framtíðar ferðasamband út í oynna. Strandferðslan bíðar eisini eftir einum áliti frá Tórshavnar kommunu um ætlanirnar hjá kommununi viðvíkjandi leiðini út í Hest. Samanumtikið verður Ferðaætlanin millum Gomlurætt – Hest løgd eftir tí tørvi sum verður á leiðini, í samskifti við fastbúgvandi í Hesti, og helst í samstarvi við Tórshavnar kommunu, sum hevur ábyrdina av havnaviðurskiftunum í Hesti. Svar til spurning 6 Spurningurin um at skipa Suðuroyarleiðina um Sandoynna er áhugaverdur. Arbeitt verður tó bert við málinum um at betra ferjusambandið millum Tórshavn og Suðuroy, meðan Suðuroyartunnilin verður fyrireikaður og gjørdur. Tinganes, 2. septembur 2022 Uni Rasmussen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
014.22 Spurningur til U. Rasmussen frá P. á Reynaugvu - Sandoyartunnilin og ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum í Sandoynna.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Sandoyartunnilin og ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum í Sandoynna Spurningar: 1. Hvussu gongst við arbeiðinum at gera Sandoyartunnilin lidnan, og nær letur hann upp fyri almennari ferðslu? 2. Hvør verður kostnaðurin fyri at koyra gjøgnum tunnilin við ávikavist persónbili, vøruvogni, lastbili og bussi? 3. Hvussu verða Bygdaleiðir skipaðar millum Havnina og bygdirnar í Sandoynni/Skúvoy? 4. Hvør verður kostnaðurin at koyra við Bygdaleiðum millum Havnina og bygdirnar í Sandoynni/Skúvoy? 5. Hvussu verður farleiðin út í Hest skipað, eftir at Teistin gevst at sigla í Sandoynna? 6. Hevur landsstýrið ætlanir at skipa suðuroyarleiðina um Sandoynna, meðan Suðuroyartunnilin verður gjørdur? Viðmerkingar: Gleðin um komandi Sandoyartunnilin er ovurhonds stór í Sandoynni, nú dagurin nærkast har koyrandi verður millum Streymoynna og Sandoynna. Kunningin frá tunnilsfelagnum var jøvn og góð, meðan borað varð, men síðani síðsta skotið, hevur ikki verið nevnivert at frætt hvussu gongst við arbeiðinum. Vísandi til ovurstóra áhugan í Sandoynni, og aðrastaðni í landinum við, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 19. august 2022 Páll á Reynatúgvu -- 1 of 1 --