52-013/2022
Dialysuviðgerð í Suðuroynni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. aug. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
013.22 Svar frá K. L. Johannesen til B. Hammer - Dialysuviðgerð í Suðuroynni.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 30. august 2022 HMR j. nr. 22/14924-5 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning nr. 52-013/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um dialysuviðgerð í Suðuroynni, frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær tað verður møguligt at fáa dialysuviðgerð í Suðuroynni? 2. Heldur landsstýrismaðurin tað verða nøktandi, at suðuroyingar saman við familju síni verða noyddir at flyta av oynni, frá húsi og heimi, tí Heilsumálaráðið ikki megnaði at halda orð? Svar: Til spurning 1 Á fíggjarlógini fyri í ár eru játtaðar 1 mió. kr. til Suðuroyar sjúkrahús til dialysuviðgerð. So skjótt sum peningur varð játtaður til endamálið, fór Sjúkrahúsverkið í gongd við at kanna hvørjir møguleikar vóru, og hvussu dialysuviðgerð verður skipað í londunum kring okkum. Ísland og Danmark hava verið nýtt sum kanningarøki, tí hetta eru tey lond, vit meta vera tey, sum líkjast Føroyum og umstøðunum í Føroyum mest. Harafturat eru hetta lond, sum nýta somu tól, sum tey, ið verða nýtt á Landssjúkrahúsinum. Eitt uppskot til loysn av dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi varð liðugt í síðstu viku, og verður viðgjørt av sjúkrahúsleiðsluni í løtuni. Sum landsstýrismaðurin áður hevur boðað frá, so verður serlæknakapasiteturin í nýrasjúkum seinni í ár tvífaldaður, tá ein serlækni í nýrasjúkum væntandi verður settur afturat verandi serlækna á Landssjúkrahúsinum. Sambært Sjúkrahúsverkinum fer hetta at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá einsamalla nýralæknanum, soleiðis at dialysuviðgerð kann gerast veruleiki á Suðuroyar sjúkrahúsi. -- 1 of 2 -- Áðurnevnda játtan til Suðuroyar sjúkrahús uppá 1 mió. kr verður, nú omanfyrinevndu kanningar eru lidnar, brúkt til at keypa útgerð fyri. Henda útgerð kemur á Suðuroyar sjúkrahús í ár. Um alt gongur sum ætlað, kann farast undir at geva dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi í komandi ári. Til spurning 2 Landsstýrismaðurin metir, at tað er óheppið, tá ið tað verður mett neyðugt hjá sjúklingum at flyta bústað vegna teirra sjúkustøðu, men gongur sum ætlað, kann dialysuviðgerð bjóðast á Suðuroyar sjúkrahúsi í komandi ári. Heilsumálaráðið, 30. august 2022 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
013.22 Spurningur til K. L. Johannesen frá B. Hammer - Dialysuviðgerð í Suðuroynni.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 18. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Dialysuviðgerð í Suðuroynni Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær tað verður møguligt at fáa dialysuviðgerð í Suðuroynni? 2. Heldur landsstýrismaðurin tað verða nøktandi, at suðuroyingar saman við familju síni verða noyddir at flyta av oynni, frá húsi og heimi, tí Heilsumálaráðið ikki megnaði at halda orð? Viðmerkingar: Tað er nú meiri enn ein mánaði síðani, at landsstýrismaðurin í heilsumálum segði seg at hava mist tolið við, at eingin loysn enn var funnin á dialysuviðgerðini í Suðuroynni. Sjúkrahúsverkið fekk tá greið boð um, at NÚ skuldi ein loysn finnast. 12. juli gav landsstýrismaðurin í heilsumálum leiðsluni á Sjúkrahúsverki Føroya greið boð um beinanvegin at finna eina loysn fyri dialysusjúklingar í Suðuroynni. Tað vísir seg tó, at leiðslan á Sjúkrahúsverki Føroya leggur líka í, hvat landsstýrismaðurin sigur. Í øllum førum er onki hent uttan tað, at dialysusjúklingar eru noyddir at flyta av oynni, frá húsi og heimi. Umframt herviligu sjúkuna blívur fíggjarliga byrðan av hesum bara enn tyngri, tí nú fáa sjúklingarnir m.a. dupult húsarhald aftur at at stríðast við. Komandi leygardag verður ferðasambandið til og frá Suðuroynni munandi skert, og í skrivandi løtu kann staðfestast, at ætlanin hjá landsstýrismanninum at hjálpa dialysusjúklingum í Suðuroynni ikki er framd í verki. Fyri at fáa greiðu á, hvussu gongst við hesum týdningarmikla máli, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 18. august 2022 Bjarni Hammer -- 1 of 1 --