52-012/2022
Um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. aug. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
012.22 Svar fra U. Rasmussen til B. Samuelsen um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 25. august 2022 J.nr.: 22/14782-2 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-12/2022 frá Bjørt Samuelsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum er ríkisveitingin, t.e. í mun til inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum grunnum? 2. Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum var ríkisveitingin í 2001? 3. Hvørjar hava inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum grunnum verið hesi árini við og eftir 2001, og hvussu stórur partur av inntøkunum hevur ríkisveitingin verið? 4. Hvørjar hava almennu útreiðslurnar verið hesi somu ár, og hvussu stórur partur av útreiðslunum hevur ríkisveitingin verið? 5. Hvør er føroyska bruttutjóðarúrtøkan í løtuni í mun til ta donsku og onnur grannalond, og hvussu stórur partur av føroyska BTÚ er ríkisveitingin? Til nr. 1 Nýggjasta tøka uppgerðin yvir samlaða almenna búskapin, tað er land, kommunur og almennar sosialar grunnar, er fyri árið 2020. Talva 1 niðanfyri vísir inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum sosialum grunnum í mió. kr. og fyri árið 2020. TALVA 1 : 2020 Landið Kommunur Sosialir grunnar Tað almenna tils. Inntøkur (mió. kr.) 6.800 3.093 1.376 11.269 Útreiðslur (mió. kr.) 7.515 3.364 1.249 12.128 Kelda: Hagstovan (talva LK01010 í Hagtalsgrunninum). Ríkisveitingin á 642 mió. kr. var sostatt út við 6% av inntøkunum hjá tí almenna og um 5% av útreiðslunum hjá tí almenna í 2020. Víst verður eisini til svar uppá fyrispurning nr. 52-134/2020 eftir § 52 a í tingskipanini frá tingárinum 2020/21. -- 1 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/3 Til nr. 2 Talva 2 niðanfyri vísir inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum sosialum grunnum í mió. kr. og fyri árið 2001. TALVA 2 : 2001 Landið Kommunur Sosialir grunnar Tað almenna tils. Inntøkur (mió. kr.) 4.281 1.241 349 5.871 Útreiðslur (mió. kr.) 3.588 959 239 4.786 Kelda: Hagstovan (talva LK01010 í Hagtalsgrunninum). Ríkisveitingin var 982 mió. kr. í 2001, og sostatt var hon út við 17% av inntøkunum hjá tí almenna og út við 21% av útreiðslunum hjá tí almenna í 2001. Víst verður eisini til svar uppá fyrispurning nr. 52-134/2020 eftir § 52 a í tingskipanini frá tingárinum 2020/21. Til nr. 3 og nr. 4 Í talvu 3 niðanfyri eru vístar inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum sosialum grunnum og ríkisveitingin síðani 2001. TALVA 3 Inntøkur (mió. kr.) Útreiðslur (mió. kr.) Ríkisveiting (mió. kr.) Ríkisveiting (% av inntøkum) Ríkisveiting (% av útreiðslum) 2001 5.871 4.786 982 17 21 2002 5.784 5.301 616 11 12 2003 5.695 5.488 616 11 11 2004 5.688 5.880 616 11 11 2005 5.828 5.944 616 11 10 2006 6.459 6.157 616 10 10 2007 6.928 6.627 616 9 9 2008 7.062 7.382 616 9 8 2009 6.659 7.224 616 9 9 2010 6.929 7.370 616 9 8 2011 7.234 7.474 616 9 8 2012 7.332 7.584 624 9 8 2013 7.504 7.875 632 8 8 2014 8.031 8.088 635 8 8 2015 8.604 8.373 642 7 8 2016 9.229 8.848 642 7 7 2017 10.064 9.506 642 6 7 2018 10.630 10.596 642 6 6 2019 11.352 11.115 642 6 6 2020 11.269 12.128 642 6 5 Kelda: Hagstovan (talva LK01010 í Hagtalsgrunninum) og Gjaldstovan (leiðslukunningarskipanin). Víst verður eisini til svar uppá fyrispurning nr. 52-134/2020 eftir § 52 a í tingskipanini frá tingárinum 2020/21. -- 2 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 3/3 Til nr. 5 Nýggjasta uppgerðin av føroysku bruttotjóðarúrtøkini er fyri árið 2020. Tá var bruttotjóðarúrtøkan mett til 21,2 mia. kr. ella 404 tús. kr. fyri hvønn íbúgva. Roknast kann við, at føroyska bruttotjóðarúrtøkan fyri hvønn íbúgva vaks 4-5 % í 2021. Bruttotjóðarúrtøkan í Danmark varð uppgjørd til 399 tús. kr. fyri hvønn íbúgva í 2020 og 428 tús. kr. fyri hvønn íbúgva í 2021 sambært Danmarks Statistik. Torført er at sammeta føroysku bruttotjóðarúrtøkuna við ta íslendsku, norsku ella svensku, tí tá er neyðugt at rokna um til eitt felags gjaldoyra. Talva 4 niðanfyri vísir bruttotjóðarúrtøku í USD fyri árini 2020 og 2021 býtt á fýra grannalond sambært uppgerð hjá OECD. At døma útfrá hesum – og um vit siga, at føroyska og danska bruttotjóðarúrtøkan eru á áleið sama stigi fyri hvønn íbúgva – ber helst til at siga, at føroyska bruttotjóðarúrtøkan er á sama stigi sum í okkara grannalondum, tó við undantaki av Noregi, har bruttotjóðarúrtøkan er nakað hægri. TALVA 4 : BTÚ fyri hvønn íbúgva í USD Danmark Ísland Noreg Svøríki 2020 60.099 53.381 62.650 55.631 2021 64.877 57.615 79.163 60.150 Kelda: OECD (2022), Gross domestic product (GDP) (indicator). doi: 10.1787/dc2f7aec-en. Ríkisveitingin á 642 mió. kr. var um 3% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni á um 21,2 mia. kr. í 2020. Í sambandi við hendan fyrispurningin er neyðugt at nevna tað fyrivarnið, at danski staturin rindar fleiri útreiðslur í Føroyum, sum ikki eru taldar við í ríkisveitingina, og sum eru útreiðslur, sum sjálvstøðug lond vanliga hava og rinda. Víst verður eisini til svar uppá fyrispurning nr. 52-134/2020 eftir § 52 a í tingskipanini frá tingárinum 2020/21. Tinganes, 25. august 2022 Uni Rasmussen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 3 of 3 --
012.22 Spurningur til U. Rasmussen frá B. Samuelsen um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni Spurningar: 1. Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum er ríkisveitingin, t.e. í mun til inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum grunnum? 2. Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum var ríkisveitingin í 2001? 3. Hvørjar hava inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum grunnum verið hesi árini við og eftir 2001, og hvussu stórur partur av inntøkunum hevur ríkisveitingin verið? 4. Hvørjar hava almennu útreiðslurnar verið hesi somu ár, og hvussu stórur partur av útreiðslunum hevur ríkisveitingin verið? 5. Hvør er føroyska bruttutjóðarúrtøkan í løtuni í mun til ta donsku og onnur grannalond, og hvussu stórur partur av føroyska BTÚ er ríkisveitingin? Viðmerkingar: Føroyar hava góðar fyritreytir fyri at klára seg sjálv fíggjarliga. Seinastu árini er bruttotjóðarúrtøkan vaksin, eins og kommunurnar hava átikið sær stórar sosialar útreiðslur, sum fyrr lógu á landskassanum. Flestu flokkarnir á tingi siga seg vilja arbeiða fyri fíggjarligum sjálvbjargni. Skal metast um, hvat ið krevst fyri at niðurlaga restina av rískisveitingini og gerast fíggjarliga óheft at øðrum landi, so er neyðugt at taka kommunubúskapin við í roknistykkið. Frá 1. januar 2002 varð ríkisveitingin skorin við einum góðum triðingi. Tá táttaði ríkisveitingin í eina milliard krónur. Tí verður spurt um ríkisveitingina sum part av almenna búskapinum árið fyri og árini eftir blokkniðurskurðin. Ríkisveitingin ella blokkurin er áhaldandi ein sentralur lutur í kjakinum um møguleikarnar fyri at gerast fíggjarliga sjálvbjargin og eitt sjálvstøðugt land. Ítøkilig og dagførd fakta um búskaparviðurskifti eru neyðug, skal kjakið vera sakligt og ítøkiligt. Á Løgtingi, 15. august 2022 Bjørt Samuelsen -- 1 of 1 --