52-011/2022
Veðurstøðirnar í Mykinesi, í Fugloy og á Eiði
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. aug. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
_ 22_14535-2 Svar til fyrispurning 52-011_2022 um veðurstøðirnar í Mykinesi, í Fugloy og á Eiði 895835_2_0.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 24. august 2022 Mál: 22/14535-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-011/2022 Svar til fyrispurning 52-011/2022 frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, um veðurstøðirnar í Mykinesi, í Fugloy og á Eiði Spurningar: 1. Nær fara veðurstøðirnar í Mykinesi, í Fugloy og á Eiði at virka aftur? Svar: Tað er ongin loyna, at veðurmátingarnar hava verið óstøðugar seinastu tíðina. Tí eru stig tikin til størri broytingar og dagføringar á økinum. Miðað verður eftir at fáa dagføringarnar framdar og trupulleikarnar loystar innan 2-3 mánaðir. Í baksýni kann støðan sera stutt lýsast soleiðis: Viðvíkjandi Mykinesi verður í samandrátti mett, at ov stórur ótryggleiki kann setast í samband við tær vindmátingar, ið hava verið gjørdar. Í Fugloy verður støðan mett soleiðis, at ivi kann reisast við staðsetingina av verandi mastur, tí mátingin endurspeglar ikki væl vindin í økinum. Harnæst er masturin illa farin. Á Eiði datt masturin niður í fjør heyst, og skaði stóðst av tilburðinum. Við grundarlagi í hesum baksýni er ætlanin at fremja hesar ábøtur og broytingar: Í Mykinesi er ætlanin at flyta mátingarnar til tyrlupallin við Mykinesbygd. Umboð fyri Veðurstovuna meta, at nýggja staðsetingin fer at tæna bygdini, ferðafólkavinnuni og tyrluferðsluni betur. Samband hevur verið við fólk, ið kenna til viðurskiftini hjá smábátum. Hesi hava ikki avvíst, at hendan loysnin kann brúkast hjá teimum eisini. Í Fugloy verður illa farna masturin skift út. Hugsanin er eisini at flyta mastrina, soleiðis at mátingarnar gerast ein betri tænasta. Á Eiði verður nýggj mastur sett upp á sama staði. -- 1 of 2 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 2/2 Viðmerkjast skal, at nýggjar og sterkar mastrar eru umbidnar og verða latnar um miðjan september. Viðvíkjandi heimasíðuni er at viðmerkja, at Veðurstovan mennir eina nýggja heimasíðu. Hetta arbeiðið verður raðfest. Ymsar broytingar eru gjørdar á gomlu heimasíðuni, og ætlanin er at fremja fleiri rættingar, tó at ymsar avbjóðingar eru á økinum. Mett undir einum, so er alt arbeiðið umfatandi. Samanumtikið kann tó sigast, at arbeitt verður miðvíst fram ímóti tí endamáli at fáa veðurstøðirnar at virka aftur skjótast til ber. Arbeiðið byggir eisini á eina ætlan við nakað broyttari staðseting. Gongur arbeiðið sum ætlað, so virka støðirnar aftur um 2-3 mánaðir. Árni Skaale landsstýrismaður -- 2 of 2 --
011.22 Spurningur til Á. Skaale frá J. Niclasen um vindmátarar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jørgen Niclasen, løgtingsmaður Svarari: Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Evni: Veðurstøðirnar í Mykinesi, í Fugloy og á Eiði Spurningar: 1. Nær fara veðurstøðirnar í Mykinesi, í Fugloy og á Eiði at virka aftur? Viðmerkingar: Vit hava vindmátarar á rættiliga nógvum vegastrekkjum. Útvarpið varpar hendan vind, so bilførarar vita, hvat teir koma til, ella lata verða við at koma til. Vit hava eisini fimm vindmátarar, sum hava stóran týding fyri øll siglandi. Vindmátararnir standa á okkara ytstu punktum. Teir eru á Akrabergi, á Borðuni, í Mykineshólmi, á Eiði og í Fugloy. Veðrið í Føroyum er merkiligt, ikki tað sama nakrastaðni. Serliga fyri útróðrarfólk og onnur siglandi hevur vindupplýsing stóran týdning. Vindur á nevndu útplássum samsvarar slett ikki við vindin á fastlandinum. Í longri tíð hava 3 av nevndu 5 vindmátarum ikki virkað. Tað hevur givið onkrum trupulleikar. Serliga tí at heimasíðan upplýsti eisini vindin á teimum støðum, har vindmátarin ikki virkaði. T.v.s. at tá tú opnaði síðuna, so var vindurin tann, sum Tórshavn vísti. Trýsti tú so á Mykines, ja so var sami vindur har. Men tað var ikki rætt, tí hetta var vindurin í Havn. Dømi er um, at vindmátarin í Mykineshólmi vísti 7 m/s, men vindurin var 17 m/s. Eftir samrøðu herfyri millum spyrjaran og landsstýrismannin gekk ikki long tíð, til heimasíðan var rættað. Nú sæst, at eingin vindmáting er í Mykinesi, í Fugloy og á Eiði. Helst eru hesar veðurstøðir sera stór trygd fyri øll, sum sigla, og eisini avgerandi fyri trygdina hjá útróðrarfólki. Tí verður spurt, um landsstýrismaðurin kann tryggja, at hesar veðurstøðir aftur fara at virka, og um so er, nær verður tað? Á Løgtingi, 15. august 2022 Jørgen Niclasen -- 1 of 1 --