← Løgtingsmál

52-010/2022

Stuðul og útflutningur til Ukraina

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. aug. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
010.22 Svar frá J. Rana til Bjarna K. Petersen - Stuðul og útflutningur til Ukraina.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Dagfesting: 24. august 2022
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-143
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-010/2022 frá Bjarna Kárasyni Petersen, løgtingsmanni, settur
Jenis av Rana, landsstýrismanni, um stuðul og útflutning til Ukraina
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar eru yvirskipaðu umstøðurnar fyri útflutning av føroyskum vørum til Ukraina?
2. Hvør er gongdin fyri útflutning av føroyskum vørum og tænastum til Ukraina?
3. Er grundarlag fyri at stuðla Ukraina búskaparliga við størri útflutningi av føroyskum
vørum og tænastum?
4. Eru markaforðingar fyri útflutning av føroyskum vørum og tænastum til Ukraina?
5. Hvussu stórur partur av játtanini til neyðhjálp fer til Ukraina?
6. Halda samráðingarnar millum Føroyar og Evroasiatiska búskaparsamveldið um
fríhandilssáttmála fram, hóast nýggju støðuna?
7. Hvønn leiklut hevur føroyska sendistovan í Moskva í samband við ósemjuna millum
Russland og Ukraina?
8. Hevur landsstýrið nakrar ítøkiligar ætlanir um at stuðla Ukraina fíggjarliga, búskaparliga,
politiskt, diplomatiskt ella á annan hátt í kjalarvørrinum á russisku innrásini?
Svar
Svar til spurning 1:
Føroyar hava ikki fríhandilssáttmála við Ukraina. Yvirskipaðu umstøðurnar fyri útflutning av
føroyskum vørum til Ukraina eru tí tær, sum Ukraina hevur bundið seg til í WTO-høpi.
Svar til spurning 2:
Sambært upplýsingum úr Hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni hevur gongdin í útflutninginum
verið hendan síðani 2013 (í mió. kr.):
2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021
47,8 19,4 8,2 4,6 13,7 40,8 44,9 86,9 104,6
Eisini hevur nakað av útflutningi verið til Ukraina fyrstu seks mánaðirnar av 2022, sbr.
upplýsingar úr Hagtalsgrunningum niðanfyri (í mió. kr.):
Januar Februar Mars Apríl Mai Juni
18,4 1,9 4,3 24,1 2,3 3,4
Um hugt verður at, hvørji fiskasløg talan er um, eru størstu mongdirnar av makreli og sild.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
Hagtalsgrunnurin hevur ikki hagtøl fyri útflutningin av tænastum til Ukraina.
Svar til spurning 3:
Arbeitt verður miðvíst fyri at betra um møguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi at innflyta og
útflyta vørur við at virka fyri fríhandilssáttmálum við tey lond, sum føroyskt vinnulív sær
møguleikar í.
Tað er kortini fyrst og fremst vinnan í Føroyum, sum avger, hvørjar marknaðir útflutt verður til.
Sambært hagtølunum omanfyri er framvegis nakað av útflutningi úr Føroyum til Ukraina, hóast
truplu støðuna.
Svar til spurning 4:
Sambært upplýsingum frá Vinnuhúsinum er útflutningurin til Ukraina í løtuni m.a. merktur av, at
flutningsleiðirnar gjøgnum Evropa eru broyttar, og at flutningurin tí er drúgvari, enn hann áður
hevur verið.
Annars eru formligu treytirnar fyri útflutningin tær somu sum áður, sbr. svar uppá spurning 1.
Vinnuhúsið hevur upplýst, at tað annars vanliga ikki eru týðandi markaforðingar fyri útflutningin
til Ukraina.
Svar til spurning 5:
Higartil í ár eru 2.750.000 kr. latnar í neyðhjálp í sambandi við kríggið í Ukraina. Hetta er av eini
samlaðari játtan í 2022 til menningarsamstarv og neyðhjálp á 12.000.000 kr.
Svar til spurning 6 og 7:
Síðani russisku innrásina í Ukraina í februar hevur ikki verið arbeitt við málinum um
fríhandilssáttmála við Evrasiatiska Búskaparsamveldið. Hóast virksemið á sendistovuni tískil er
ávirkað av støðuni, hevur sendistovan eina røð av øðrum uppgávum at røkja, harímillum
beinleiðis kunning heim. Umstøðurnar kunnu tó broytast, sum møguliga kann gera tað neyðugt at
umhugsa støðuna hjá sendistovuni, men fyribils eru ikki ætlanir um aðrar broytingar. Her kann
hóskandi verða lagt afturat, at flestu lond leggja dent á at varðveita diplomatisk sambond við
Russland, hóast spentu viðurskiftini - harímillum tey norðurlendsku londini.
Svar til spurning 8:
Landsstýrið hevur stuðlað Ukraina við fleiri átøkum og ynskir eisini frameftir at stuðla, har tað
ber til. Higartil hevur landsstýrið stuðlað Ukraina fíggjarliga við 2.750.000 kr. av játtanini til
neyðhjálp. Eisini hava Føroyar tikið móti fólkum, ið eru rikin úr Ukraina orsakað av krígnum.
Nevnast kann harumframt, at landsstýrið, eftir at hava fingið heimild frá Løgtinginum, hevur sett
sanksjónir í verk móti Russlandi og Hvítarusslandi, m.a. fyri at vísa Ukraina stuðul.
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
010.22 Spurningur til J. Rana frá Bjarna K. Petersen - Stuðul og útflutningur til Ukraina.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum
Evni: Stuðul og útflutningur til Ukraina
Spurningar:
1. Hvørjar eru yvirskipaðu umstøðurnar fyri útflutning av føroyskum vørum til
Ukraina?
2. Hvør er gongdin fyri útflutning av føroyskum vørum og tænastum til Ukraina?
3. Er grundarlag fyri at stuðla Ukraina búskaparliga við størri útflutningi av
føroyskum vørum og tænastum?
4. Eru markaforðingar fyri útflutning av føroyskum vørum og tænastum til
Ukraina?
5. Hvussu stórur partur av játtanini til neyðhjálp fer til Ukraina?
6. Halda samráðingarnar millum Føroyar og Evroasiatiska búskaparsamveldið
um fríhandilssáttmála fram, hóast nýggju støðuna?
7. Hvønn leiklut hevur føroyska sendistovan í Moskva í samband við ósemjuna
millum Russland og Ukraina?
8. Hevur landsstýrið nakrar ítøkiligar ætlanir um at stuðla Ukraina fíggjarliga,
búskaparliga, politiskt, diplomatiskt ella á annan hátt í kjalarvørrinum á
russisku innrásini?
Viðmerkingar:
Útflutningsvirðið til Ukraina var bert 4,6 milliónir krónur í 2016, men í 2021 var
útflutningsvirðið 104,6 milliónir krónur1. Í tonsum vóru føroyskar fiskavørur 4,8% av
samlaða innflutninginum av fiskavørum hjá Ukraina í 20202. Tað er áhugavert at vita,
hvørjir møguleikar eru fyri at stuðla Ukraina við at selja føroyskar fiskavørur til teirra,
og hvørjar møguligar avbjóðingar og forðingar eru í hesum sambandi.
Føroyar hava í fleiri ár arbeitt miðvíst við at fáa handilssáttmála við Evroasiatiska
Búskaparsamveldið (EABS)3. Eftir russisku innrásina í Ukraina er at kalla allur
samhandil millum Russland og Føroyar hildin upp at, og føroyskir útflytarar hava flutt
seg til aðrar marknaðir.
Ein av fremstu uppgávum hjá Sendistovu Føroya í Moskva hevur verið at virka til
frama fyri einum fríhandilssáttmála við Russland og hini limalondini í Evroasiatiska
búskaparsamveldinum. Tað er áhugavert at fáa innlit í, hvønn leiklut sendistovan í
1 Hagstova Føroya
2 UIFSA (Association «Ukrainian importers of fish and seafood»)
3 EN: Eurasian Economic Union (EAEU)

-- 1 of 2 --

Moskva hevur í dag, eftir at viðurskiftini millum Russland og restina av heiminum eru
broytt so grundleggjandi.
At enda ynskist svar uppá, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur um at stuðla Ukraina í
krígnum móti Russlandi.
Á Løgtingi, 12. august 2022
Bjarni Kárason Petersen

-- 2 of 2 --