← Løgtingsmál

52-009/2022

Asfaltering í Fugloynni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. aug. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
009.22 Svar frá U. Rasmussen til B. Løwe um asfaltering í Fugloynni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 22. august 2022
J. nr. 22/14877
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-009/22 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um asfaltering í Fugloynni
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar ætlanir eru um at asfaltera vegin millum Hattarvík og Kirkju?
2. Hvørjar ætlanir eru um at gera nýggja bilverju á vegnum millum Hattarvík og Kirkju?
3. Hvørjar ætlanir eru um at bøta um lendingina í Hattarvík og á Kirkju?
Svar til spurning 1 og 2
Vegurin millum Hattarvík og Kirkju var bygdur í tíðarskeiðinum 1975-1983, og var asfalteraður
við oljugrúsi eitt sindur seinri. Vegurin er 5 km til longdar, og er einbreytaður við nøkrum
møtiplássum.
Tað kostar umleið 15 mió kr. í dagsins prísum at asfaltera vegin. Sjálv vegabreytin er sum heild í
hampiligum standi, og verður asfaltering tí ikki raðfest.
Rulluportrini eru vánalig, og skulu øll gerast í stand. Bilverjan fram við vegnum er sera illa farin,
og má øll bilverjan skiftast út.
Neyðugt er at raðfesta hesi arbeiði fremri.
Svar til spurning 3
Ábøtur vóru gjørdar á lendingina á Kirkju í 2021, soleiðis at atløguviðurskiftini blivu betri.
Um játtan verður tøk til endamálið, kann verða farið undir at betra lendingina í Hattarvík. Í fyrsta
umfari má lendið omanfyri lendingina verða tryggjað, soleiðis at tað ikki ríður oman.
Tinganes, 22. august 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
009.22 Spurningur til U. Rasmussen frá B. Løwe um asfaltering í Fugloynni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum
Evni: Asfaltering í Fugloynni
Spurningar:
1. Hvørjar ætlanir eru um at asfaltera vegin millum Hattarvík og Kirkju?
2. Hvørjar ætlanir eru um at gera nýggja bilverju á vegnum millum Hattarvík og
Kirkju?
3. Hvørjar ætlanir eru um at bøta um lendingina í Hattarvík og á Kirkju?
Viðmerkingar:
Vegurin millum Hattarvík og Kirkju er illa farin og treingir til ábøtur. Í støðum er
bilverjan eisini burtur, tí hon er illa farin. Talan er bara um einar fimm kilometrar, og
tí átti ikki at verið so kostnaðarmikið at asfalterað og gjørt bilverjuna aftur.
Á fíggjarlógini er peningur fleiri ferðir játtaður til lendingina/havnarlagið í Svínoynni,
og tí er áhugavert at vita, hvat fer at verða gjørt í Fugloynni.
Á Løgtingi, 10. august 2022
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --