← Løgtingsmál

52-007/2022

Lands- og PISAroyndir í fólkaskúlanum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. aug. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar uppá 52-007 2022, fyrispurningur um PISAroyndir.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á ÐI Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 16. august 2022
Tygara ref.: 52-007/2022
Máltal.: 21/08502-138
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-007/2022 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jenis av
Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um Lands- og PISAroyndir í
fólkaskúlanum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat er kostnaðurin av at hava lands- og PISAroyndir í fólkaskúlanum?
2. Hvussu verða úrslitini av royndunum brúkt?
3. Metir landsstýrismaðurin, at úrslitini av lands- og PISAroyndunum verða brúkt til frama
fyri næmingin?
4. Hvørjar afturmeldingar hava starvsfólkini, sum virka í skúlunum, givið um lands- og
PISAroyndirnar?
5. Hvørjar eru ætlanirnar við lands- og PISAroyndunum í framtíðini?
Svar
Til 1: Kostnaðurin seinastu árini hevur verið:
2018 2019 2020 	2021 	2022
Pisa 	362 	789 	180 	189 	600
(369)
Landsroynd 	0 	338 	324 	280 	381
(223)
í túsund kr.
Tølini fyri 2022 eru ikki roknskapartøl, men fíggjarætlanartøl. Í klombrum eru roknskapartøl pr.
11. august 2022.

-- 1 of 3 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á ÐI Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 3
Til 2:
Yvirskipaða endamálið við at luttaka í PISA royndum og at skipa landsroyndir er at menna
føroyska fólkaskúlan. Kanningarnar eru ymiskar m.a. við at PISAroyndir eru til 9. floks
næmingar triðja hvørt ár, meðan landsroyndir hvørt ár eru í 4. og 6. flokki.
PISA kanningin er ein meting av støðinum í landinum sum heild og samanborið verður við onnur
lond, meðan landsroyndirnar kanna, hvussu einstaki næmingurin klárar seg í mun til settu
førleikamálini í ávísum lærugreinum. Í PISA kanningini er sjálv føroyska skúlaskipanin í fokus,
meðan landsroyndarúrslitið skal geva Mentamálaráðnum innlit í fakliga støðið í ávísum
lærugreinum í øllum fólkaskúlum, grundað á einsháttaðar uppgávur.
Harumframt skal úrslitið frá landsroyndunum nýtast av einstaka skúlanum sum partur av støðugu
eftirmetingini av úrtøkuni hjá einstaka næminginum í avvarðandi lærugrein til frama fyri
framatlýtandi læring og menning hjá einstaka næmingunum og hjá flokkunum sum heild.
Í báðum førum verða frágreiðingar skrivaðar, og úrslitini hava seinastu árini millum annað verið
brúkt í samband við:
PISA:
 Frágreiðing verður skrivað við tilmælum
 Skjal til UMMR og politisku skipanina at eftirmeta fólkaskúlan
 Førleikamenning av uppgávunevndum
o Fráfaringarroynd og landsroynd
o Menning av próvtøkuuppgávum, soleiðis at øll torleikastigini eru umboðaði
 Kunning úti í skúlunum á økisfundum
 Trivnaðarkanning/happing (Námsvísindadeildin)
 Kanning av lesiførleikum hjá næmingum frá 2009 til 2018 (Nám)
Landsroyndirnar:
 Frágreiðing verður skrivað við royndarúrslitum, miðalúrslit fyri landið, úrslit fyri besta
og lækasta skúla (ikki navngivnir skúlar).
 Foreldur og næmingar skulu verða kunnað um úrslitini í landsroyndum. Mentamálaráðið
(Próvstovan) sendir einstøku skúlunum úrslitini hjá teirra næmingum.
 Skúlaleiðarin viðger úrslitini frá landsroyndini saman við einstøku lærarunum, og løgd
verður ein ætlan fyri, hvussu neyðugar ábøtur skulu fremjast.
 Skúlaleiðarin skal í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at skúlin hevur fingið royndarúrslitini,
senda Mentamálaráðnum eina frágreiðing um, hvørji tiltøk og ætlanir úrslitini í
landsroyndini hava elvt til.
Týdningarmikið er at gera vart við, at landsroyndarúrslitið ikki vísir heildarúrtøkuna hjá
næmingunum. Tí skal úrslitið í landsroyndini ikki standa einsamalt, men skal skiljast sum eitt
ískoyti til regluligu eftirmetingina hjá skúlanum av úrtøkuni hjá hvørjum einstøkum næmingi í
dagligu undirvísingini í avvarðandi lærugrein.
Til 3: Nógv menning er farin fram í fólkaskúlanum síðani fyrstu PISA kanningina í 2006. Hetta
er í ávísan mun orsakað av tilmælum frá PISA-frágreiðingunum. Átøk hava verið framd bæði
innan lesiføri, støddfrøði og náttúruvísindi. Innan lærugreinina føroyskt er m.a. tímatalið økt í

-- 2 of 3 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á ÐI Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 3 of 3
yngstu flokkunum, eisini er ein útbúgving av lesivegleiðarum ment, størri fokus er sett á
orðblindni og vælgrundaðar lesikanningar til teir yngstu flokkarnar eru gjørdar. Hetta hevur havt
eina góða ávirkan á veikasta lesibólkin. Í øllum førum sæst tað aftur í PISA-úrslitinum fyri
lesiføri í 2018, at næstan eingin næmingur er á lægsta stignum, og hetta hevur eisini ávirkað
úrslitið bæði innan náttúruvísindi og innan støddfrøði.
PISA kanningin gevur ikki nakra afturmelding til næmingin, tí kanningin hevur til endamáls at
samanbera skúlaskipanir í OECD limalondunum. Úrslitini av PISA vera tí nýtt á
myndugleikastigi til at áseta tiltøk, ið skulu gagna næminginum í tí føroyska fólkaskúlanum.
Landsroynd:
Samsvarandi endamálinum og fólkaskúlalógini áliggur tað skúlaleiðaranum at viðgera úrslitini
frá landsroyndini saman við einstøku lærarunum og leggja eina ætlan fyri, hvussu neyðugar
ábøtur skulu fremjast. Tað áliggur tí einstaka skúlanum at viðgera úrslitini av landsroyndini.
Hvussu hetta verður gjørt á einstaka skúlanum er ikki eftirkannað av myndugleikanum.
Til 4: Tað hevur ikki verið gjørd nøkur skipað eftirmeting av, hvat starvsfólk sum virka í
skúlunum halda um landsroyndir og PISA kanningar.
Til 5: Framyvir er ætlanin framhaldandi at brúka úrslitini frá kanningunum til at menna og betra
um skúlan og læring, og her er tað sera týdningarmikið at hava fyri eyga, at høvuðsfokus júst má
verða á, hvussu vit framatlýtandi brúka úrslitini til støðugt at menna undirvísingina og harvið
læruúrtøkuna í skúlanum. Tí kann tað verða skilagott framyvir at hava landsroyndirnar í
byrjanini av hvørjum skúlaári, soleiðis at lærararnir framatrætta kunnu brúka úrslitini í síni
fyrireiking og skipan av undirvísingini. Í sambandi við úrslitini frá landsroyndunum er ætlanin at
seta meira orku av til at veita vegleiðing og ráðgeving til teir skúlar, sum ikki hava nøktandi
úrslit í landsroyndunum.
Í 2020 setti Próvstovan sjøtul á eina førleikamenning av uppgávunevndunum, sum gera uppgávur
bæði til landsroyndir og fráfaringarroyndir fólkaskúlans. Endamálið er at menna uppgávurnar og
spurningarnar, soleiðis at dentur verður lagdur á øll torleikastigini, og ætlanin er at halda áfram
við hesum arbeiði. Uppgávurnar í landsroyndunum kunnu mennast, soleiðis at tær betri kunnu
samanberast ár fyri ár, sum kann geva skúlaleiðslum og skúlamyndugleikum innlit í gongdina í
eitt nú støddfrøði og lesiførleika ár undan ári. Eisini er framhaldandi ætlanin at menna
samskiftið millum Próvstovuna og skúlarnar í mun til PISA- og landsroyndirnar.
PISA kanningarnar veita nógv data um bakstøði næminganna, og í mong ár hevur ætlanin verið
at granska meira í hesum. Men fyri at hetta kann bera til, má tað raðfestast, bæði við fígging og
starvsfólki.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
007.22 Spurningur til J. Rana frá J. Joensen um Lands- og PISAroyndir í fólkaskúlanum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Lands- og PISAroyndir í fólkaskúlanum
Spurningar:
1. Hvat er kostnaðurin av at hava lands- og PISAroyndir í fólkaskúlanum?
2. Hvussu verða úrslitini av royndunum brúkt?
3. Metir landsstýrismaðurin, at úrslitini av lands- og PISAroyndunum verða
brúkt til frama fyri næmingin?
4. Hvørjar afturmeldingar hava starvsfólkini, sum virka í skúlunum, givið um
lands- og PISAroyndirnar?
5. Hvørjar eru ætlanirnar við lands- og PISAroyndunum í framtíðini?
Viðmerkingar:
PISA er ein OECD-verkætlan, ið miðar eftir at máta, hvussu væl 15 ára gomul eru
fyrireikað at møta framtíðar avbjóðingum og at duga at nýta førleikar sínar í veruliga
lívinum. Soleiðis stendur at lesa á heimasíðuni hjá Námi.
Endamálið við landsroyndunum er at geva skúlum, foreldrum, næmingum, lærarum
og myndugleikum innlit í úrtøkuna hjá næmingum í 4. og 6. flokki í fólkaskúlanum í
føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni.
Men samstundis er veruleikin, at nógv av okkara børnum hava avbjóðingar við
sálarheilsuni. Orsøkin kann vera, at stór krøv verða sett til børnini, m.a. í sambandi
við landsroyndir og PISA royndir. Spurningurin er tí, um vit brúka pengarnar rætt, og
um úrslitini gagna næmingunum.
Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 5. august 2022
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --