52-006/2022
Um Brandskúlan
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. aug. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
svar uppá 52-006 2022, fyrispurningur til J. av Rana frá E. M. Gunnleygsdóttur um brandskúlan.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á ÐI Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 16. august 2022 Tygara ref.: 52-006/2022 Máltal.: 21/08502-140 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-006/2022 frá Elsebet Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, Brandskúlan (trygdardepilin við Áir). Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu gongst við at flyta brandskúlan hjá Trygdardeplinum við Áir til Klaksvíkar? 2. Hvar er ætlanin, at skúlin skal verða staðsettur í Klaksvík? 3. Fylgja lærararnir við flytingini ? 4. Er leiðslan á Sjónámi tikin við upp á ráð í tilgongdini, ella undir hvørjum stovni skal brandskúlin verða? 5. Við Áir er m.a ein konstruktión av einum maskinrúmi, har venjingar verða gjørdar. Verður henda konstruktiónin flutt til Klaksvíkar, ella verður ein bygd av nýggjum ? Svar til spurning 1: Samgongan ætlar, at flyta brandskúlan til Klaksvíkar. Skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur verður í næstum settur, við umboðum frá m.ø. Sjónámi, Vinnuháskúlanum, Klaksvíkar kommunu og brunamyndugleikunum, sum skal gera tilmæli til Uttanríkis- og mentamálaráðið, um tilgongd, staðseting, høli, útgerð, brunatrygdarkrøv, v.m. Svar til spurning 2: Viðvíkjandi staðseting, hevur í fleiri umførum verið samskift við Klaksvíkar kommunu, har ymiskir møguleikar vórðu umrøddir. Enn er tó ikki greitt júst hvar brandskúlin kann staðsetast. Svar til spurning 3: Hesin spurningur er ikki viðgjørdur enn. Talan er eisini um starvssetanir, sum skulu handfarast, sum slíkar eiga at verða, í góðum samráði millum allar partar. Svar til spurning 4: Leiðslurnar á báðum maritimu skúlunum hava luttikið í tilgongdum um nýggja staðseting av brandskúlanum. Málið hevur verið frammi í fleiri umførum. Mest sannlíkt verður brandskúlin knýttur at Sjónámi, tá hann kemur at liggja í Klaksvík. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Svar til spurning 5: Vísandi til svarið til fyrsta spurning, skal omanfyri nevndi arbeiðsbólkur kanna hvussu hesi brandskúlaskeið verða skipað í grannalondunum, hvørji krøv eru til útbúgvingar og brunatrygd, og hvør útgerð verður brúkt aðrastaðni. Eftir hetta koma tey við einum tilmæli um, hvørt verandi útgerð skal nýtast, ella um tørvur er á nýggjari ella dagførdari útgerð. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
006.22 Spurningur til J Rana frá Elsebeth M. Gunnleygsdóttur um brandskúlan.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum Evni: Brandskúlin (Trygdardepilin við Áir) Spurningar: 1. Hvussu gongst við at flyta brandskúlan hjá Trygdardeplinum við Áir til Klaksvíkar? 2. Hvar er ætlanin, at skúlin skal verða staðsettur í Klaksvík? 3. Fylgja lærararnir við flytingini ? 4. Er leiðslan á Sjónámi tikin við upp á ráð í tilgongdini, ella undir hvørjum stovni skal brandskúlin verða? 5. Við Áir er m.a ein konstruktión av einum maskinrúmi, har venjingar verða gjørdar. Verður henda konstruktiónin flutt til Klaksvíkar, ella verður ein bygd av nýggjum ? Viðmerkingar: Tað vóru hugalig tíðindi fyri norðoyingar, tá tað frættist í síni tíð, at brandskúlin skuldi flytast til Klaksvíkar. Tað er tí sera áhugavert at fáa at vita, hvar málið liggur í løtuni. Somuleiðis er áhugavert at vita, hvar í Klaksvík brandskúlin skal staðsetast, soleiðis at roykurin frá honum ikki kann verða ein bági fyri grannar og onnur. Á Løgtingi, 5. august 2022 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur -- 1 of 1 --