← Løgtingsmál

52-005/2022

Átøk í Krabbameinsætlanini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. aug. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar uppá § 52 fyrispurning nr 52-005-2022 til K. L. Johannesen frá S. Stenberg um átøk í krabbameinsætlanini_.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 16. august 2022
HMR j. nr. 22/14412-4
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 005/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um átøk í Krabbameinsætlanini, frá
Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær er ætlanin at seta screening fyri tarmkrabba í verk?
2. Nær er ætlanin at víðka um bróstkrabbascreeningina?
3. Eru nøkur átøk í nýggju Krabbameinsætlanini sett í verk?
Svar:
Til spurning 1
Millum tey 69 tilmælini í krabbameinsætlanini, sum varð handað í apríl í ár, verður sum nakað nýtt
mælt til, at screening fyri tarmakrabba verður sett í verk. Í ætlanini verður m.a. víst á, at ein tílík
screening millum annað fer at hava við sær munandi fleiri koloskopikanningar, har tað
frammanundan eru kapasitetstrupulleikar í dag. Tí verður tað mælt til, at tað í fyrstu syftu verður
settur ein arbeiðsbólkur til at fyrireika tilboðið og gera eitt nágreiniligt tilmæli um, hvat krevst fyri
at fara undir tílíka screening í Føroyum.
Landsstýrismaðurin tekur undir við tilmælinum um at fara undir eina tilgongd við at skipa eina
tarmscreening í Føroyum, og fer í heyst at seta ein arbeiðsbólk til at fyrireika tilboðið og gera eitt
nágreiniligt tilmæli um, hvat krevst fyri at fara undir tílíka screening í Føroyum. Í ætlanini verður
mett, at ein tílík screening í Føroyum kann verða sett í verk í 2023 ella 2024. Tað er torført at seta
ítøkiligt árstal á, fyrr enn tað fyrireikandi arbeiðið er gjørt.

-- 1 of 3 --

Til spurning 2 og 3
Skjøtul er settur á arbeiðið við at seta ymisk tilmæli í ætlanini í verk.
Landsstýrismaðurin setti sær fyri at fáa boð uppá spurningin um viðgerðartrygd í sambandi við
arbeiðið við krabbameinsætlanini. Tilmælið um hetta í nýggju krabbameinsætlanini er at fáa
lógarfest viðgerðartrygd fyri krabbameinssjúkur. Eftir tilmælinum skal mest loyvda bíðitíðin til
bæði útgreining og viðgerð fyri krabbamein ásetast í lóg, og lógin skal eisini tryggja, at sjúklingurin
fær tilboð um ávísing til útgreining og viðgerð privat ella uttanlands í tann mun, føroyska
sjúkrahúsverkið ikki fær hildið lógarfestu freistirnar. Landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri at fáa
lagt eitt lógaruppskot fram í hesi tingsetuni um hetta.
Sambært krabbameinsætlanini eigur tað at raðfestast høgt at fáa sett eitt tvørfakligt
Krabbameinsráð, ið hevur til uppgávu at geva landsstýrismanninum eina breiða fakliga ráðgeving á
krabbameinsøkinum og skal viðvirka til eina gagnliga og støðuga dygdarmenning av økinum, m.a.
við at ráðgeva hvussu tilmælini í krabbameinsætlanini verða sett í verk. Hetta ráð verður væntandi
sett í næstum.
Tá ráðið er sett og farið til verka, fer landsstýrismaðurin at taka málið upp um at dagføra og víðka
um verandi screeningar í heilsuverkinum. Í hesum sambandi verður hugsað um bæði bróstscreening
og screening fyri lívmóðurhálskrabba.
Onnur tilmæli eru eisini ávegis at verða sett í verk. Sum dømi kann nevnast, at landsstýrismaðurin
hevur raðfest tilmælið um at fáa sett ávikavist ein sálarfrøðing og ein kliniskan sexolog í fast starv í
Sjúkrahúsverkinum. Tað er nú avklárað, hvussu starvsfólkini skulu organiserast, og lýsingarnar eru
klárar til at fara út í næstum. Eisini kann nevnast, at arbeitt verður við at fáa til vega nýggjan CT-
skannara til Landssjúkrahúsið, sum eisini er í samsvar við tilmæli í ætlanini. CT-skannarin er í
útboð í løtuni.
Landsstýrismaðurin hevur eisini raðfest at fáa bíðitíðina til MR-skanningar niður á
Landssjúkrahúsinum. Verður farið til byrjanina av 2019, var bíðitíðin til at sleppa til eina MR-
skanning umleið 6 vikur, ið varð mett at verða ov long tíð til eina tílíka skanning. Tað vórðu 250
tús. kr. játtaðar til hetta økið í 2020 og aftur 500 tús. kr. í 2021, soleiðis at MR skannarin var opin
fýra kvøld um vikuna. Tað er eydnast at fáa bíðitíðina burtur, soleiðis at tað í dag ikki er bíðitíð til
MR-skanningar. Hetta hevur m.a. týdning, tá ið tað til dømis viðvíkur útgreining av
krabbameinssjúklingum.
Annars er skipanin soleiðis, at ávísingar til MR- og CT-skanningar verða visiteraðar á
sjúkrahúsinum, dagin eftir tær eru komnar inn, og raðfest verður, nær kanningarnar skulu gerast. Er
talan um akuttar kanningar, verða tær gjørdar beinanvegin, meðan planlagdar kanningar verða
gjørdar eitt sindur longri fram í tíð.
Sambært tí evropeisku krabbameinsætlanini frá 2021, sum víst verður til í krabbameinsætlanini,
kann fyribyrging og broyttur lívsháttur skarva heili 40 prosent burtur av øllum
krabbameinstilburðum. Landsstýrismaðurin metir í hesum sambandi, at fyribyrgingararbeiði eigur
at raðfestast hægri í Føroyum, og hevur tí tikið avgerð um, at tilmæli í ætlanini um at orða eina
nýggja fólkuheilsuætlan, sum leggur dent á sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk sum heild,
verður tikið til eftirtektar. Arbeiðið við fólkaheilsuætlanini verður sett í gongd í heyst.

-- 2 of 3 --

Seinnu árini hevur landsstýrismaðurin eisini raðfest at fáa sett fleiri serlæknar í starv í
Sjúkrahúsverkinum. Serlæknar eru settir innan eina røð av sergreinum, og fleiri eru ávegis, sum
eisini koma krabbameinssjúklingum til góðar. T.d. er avtala gjørd um, at ein serlækni innan
nýrasjúkur og ein serlækni innan tarmsjúkur verða settir afturat seinni í ár.
Heilsumálaráðið, 16. august 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
005.22 Spurningur til K.L.H. Johannesen frá S. Stenberg Átøk í Krabbameinsætlanini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Átøk í Krabbameinsætlanini
Spurningar:
1. Nær er ætlanin at seta screening fyri tarmkrabba í verk?
2. Nær er ætlanin at víðka um bróstkrabbascreeningina?
3. Eru nøkur átøk í nýggju Krabbameinsætlanini sett í verk?
Viðmerkingar:
Krabbamein er álvarsom sjúka, sum á hvørjum ári rakar nógar føroyingar. Hóast
viðgerðarmøguleikarnir eru batnaðir, og fleiri blíva frísk, ella liva við krabbasjúku, so
doyggja nógv fólk árliga av krabbameini.
Í apríl í ár varð nýggj Krabbameinsætlan handað landssstýrismanninum. Í
Krabbameinsætlanini eru 69 átøk, sum tilmælt er at seta í verk komandi tíðina.
Í ætlanini er m.a. tilmælt at seta í verk screening fyri tarmkrabba, at broyta
screeningina fyri lívmóðirhálskrabba og at víðka um bróstkrabbascreeningina.
Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann er sinnaður at seta átøk í verk
beinanvegin. Tí er spurningurin, hvørji átøk verða sett í verk nú, og hvørji átøk
møguliga eru sett í verk.
Í seinasta samgonguskeiði varð bróstkrabbascreeningin sett í verk, fyrsti onkologur
varð settur í starv, og HPV koppseting bleiv sett í verk fyri dreingir. Umframt
raðfestingar í kommunulæknaskipanini og serlæknum. Raðfesting av heilsuverkinum
heldur fram, og spurningurin er tí, hvussu krabbameinsøkið er raðfest.
Á Løgtingi, 4. august 2022
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --