← Løgtingsmál

52-004/2022

Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. aug. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar upp á 52-004, 2022 til S. Nolsø frá Ey. Samuelsen um frítíðartilboð til børn við serligum tørvi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
12. august 2022
Mál: 22/14450-4
Tygara Skriv:
Viðgjørt: BÁT
Svar upp á § 52 a fyrispurning frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmanni settur Sólvit E.
Nolsø landsstýrismanni í almannamálum um bíðilistar til frítíðartilboð
Spurningar:
1. Hvussu nógv børn í skúlaaldri frá 3. flokki standa á bíðilista til frítíðartilboð eftir
skúlatíð?
2. Hvussu nógv fleiri børn hava tørv á frítíðartilboði til skúlaárið, ið byrjar nú?
3. Er nøkur ítøkilig ætlan at útvega hesum børnum frítíðartilboð í skúlaárinum, sum
byrjar nú?
Um ja, hvussu er ætlanin at skipa tilboðið, og nær kann væntast, at tilboðið byrjar?
Til nr. 1 og 2
Sambært upplýsingum frá Almannaverkinum stóðu 34 børn á bíðilista til frítíðartilboð 30.
juni 2022.
Av hesum 34 hava fimm børn fingið bjóðað frítíðartilboð at byrja nú eftir summarfrítíðina.
Fleiri onnur hava síðani søkt frítíðartilboð, og er bíðilistin nú aftur 34 børn.
Royndirnar vísa, at Almannaverkið eisini fær tvær til tríggjar umsóknir um frítíðartilboð til
hendan málbólk eftir skúlabyrjan.
Til nr. 3
Almannaverkið hevur í longri tíð arbeitt við ítøkiligum ætlanum um at útvega børnunum á
bíðilista til frítíðartilboð frá 3. flokki hóskandi tilboð. Komið er væl áleiðis við hesum
arbeiði. Tó vantar enn nakað í, til bíðilistin heilt verður burtur.
Avtala er nýliga gjørd við Tórshavnar kommunu um leigu av hølum til frítíðartilboð á
Frúutrøð í Havn. Tilgongdin at seta leiðara til frítíðartilboðið er byrjað, og tá leiðari er settur,
verður søkt eftir starvsfólkum.
Við frítíðartilboðnum á Frúutrøð, umframt annað størri høli í Tórshavn, hevur
Almannaverkið, tá heystið kemur, hóskandi frítíðartilboð til øll tey børn í Suðurstreymoy,
sum í løtuni hava tørv á frítíðartilboði frá Almannaverkinum komandi skúlaár.

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
Arbeitt verður somuleiðis við at víðka frítíðartilboðini hjá Almannaverkinum í hinum
økjunum í landinum. M.a. verður onkur stovnur uppnormeraður við nøkrum plássum, fáa
nýggj og størri høli til vega og harvið fleiri pláss. Harafturat arbeiðir Almannaverkið við at
gera seravtalur við tær kommunur, sum hava frítíðartilboð til børn í 3. flokki soleiðis, at tey
børn, sum hóast serliga tørvin kunnu megna at ganga í kommunala frítíðartilboðnum við eyka
normering, fáa hóskandi tilboð. Almannaverkið hevur í løtuni eina slíka seravtalu.
Við hesum átøkum væntar Almannaverkið, at tá komið er út á heystið, hava áleið 27 av
teimum 34 børnunum, sum nú hava tørv á frítíðartilboði eftir summarfrítíðina, fingið bjóðað
hóskandi tilboð.
Um sæð verður burtur frá teimum møguligu umsóknunum, ið Almannaverkið vanliga
móttekur eftir summarfrítíðina, væntar Almannaverkið, at samlaði bíðilistin til frítíðartilboð
frá 3. flokki í heyst verður um 7 børn. Men arbeitt verður eftir, at enn fleiri børn kunnu verða
fevnd av átøkunum, og at bíðilistin verður burtur.
Almannamálaráðið, 16. august 2022
Sólvit E. Nolsø,
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
004.22 Spurningur til S. Nolsø frá E. Samuelsen um frítíðartilboð.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi
Spurningar:
1. Hvussu nógv børn í skúlaaldri frá 3. flokki standa á bíðilista til frítíðartilboð eftir
skúlatíð?
2. Hvussu nógv fleiri børn hava tørv á frítíðartilboði til skúlaárið, ið byrjar nú?
3. Er nøkur ítøkilig ætlan at útvega hesum børnum frítíðartilboð í skúlaárinum, sum byrjar
nú?
4. Um ja, hvussu er ætlanin at skipa tilboðið, og nær kann væntast, at tilboðið byrjar?
Viðmerkingar :
Sambært Almannaverkinum stóðu 31 børn á bíðilista til eitt frítíðartilboð tann 31. mai 2022.
Tá varð sagt, at um tað ikki eydnast at útvega fleiri pláss til frítíðartilboð næstu tíðina, fara sostatt
uml. 40 børn at standa á bíðilista til frítíðartilboð, tá komið er út í september.
Frítíðartilboð eru sera týdningarmikil fyri familjuna og barnið. Um tey ikki eru tøk, so gongur tað út
yvir trivnaðin hjá barninum, tí barnið verður isolerað heima og fær ikki møguleikan at vera saman
við øðrum javnlíkum.
Fyri foreldrini merkir tað ein fíggjarligan miss og ótryggleika í starvinum, tí tey noyðast úr arbeiði
fyri at vera heima hjá barninum.
Frítíðartilboðið gevur møguleikar til foreldur við barni, ið hevur serligan tørv, at liva eitt vanligt og
virkið lív og luttaka á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við onnur. Harumframt skulu børnini fáa
somu tilboð sum onnur børn og harvið møguleikar at mennast í felagsskapi við onnur børn.
Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at vita, um landsstýrismaðurin hevur funnið eina loysn á
økinum.
Á Løgtingi, 4. august 2022
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --