52-003/2022
Vestmanna skúli og starvsetanir
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. aug. 2022 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
003.22 Spurningur til J Rana frá S. Stenberg um støðuna í Vestmanna skúla.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 3. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum Evni: Støðan í Vestmanna skúla og starvssetanir Spurningar: 1. Hvat er gjørt fyri at loysa ótolandi støðuna í Vestmanna skúla? 2. Hevur landsstýrismaðurin vikið frá tilmælum í øðrum starvssetanum enn í málinum um stjórasetanina í Vestmanna skúla? Um ja, hvørjar setanir er talan um? Viðmerkingar: Tað var alment frammi síðst í juni, at støðan var ruðuleikakend í Vestmanna skúla. Víst varð á, at eitt skriv var komið frá lærarum í Vestmanna skúla, sum vóru sera ørkymlað um støðuna og bóðu um hjálp. Víst varð á stóra ónøgd við stjóran og á stóra ótryggleikan, sum hevur merkt farna skúlaár. Nú er eitt nýtt skúlaár fyri durum, og tí er týdningarmikið at fáa greiðu á, hvussu støðan nú er soleiðis, at bæði børn og starvsfólk kunnu koma aftur í nøktandi umstøður. Tað er alment, at landsstýrismaðurin ikki fylgdi tilmælinum frá skúlastýrinum um stjórasetanina í Vestmanna skúla. Spurningurin er tí eisini, um hetta er eindømi, ella um landsstýrismaðurin í nøkrum øðrum setanum hevur vikið frá innstillingum í starvssetanum, og í so fall hvørjum. Á Løgtingi, 3. august 2022 Sirið Stenberg -- 1 of 1 --
Svar til 52-003 2022 spurningur til J. av Rana frá S. Stenberg.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. aug. 2022
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á ÐI Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 16. august 2022 Tygara ref.: 52-003/2022 Máltal.: 21/08502-139 Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-003/2022 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um Vestmanna skúla og starvsetanir. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvat er gjørt fyri at loysa ótolandi støðuna í Vestmanna skúla? 2. Hevur landsstýrismaðurin vikið frá tilmælum í øðrum starvssetanum enn í málinum um stjórasetanina í Vestmanna skúla? Svar til 1: Skúlastjórin í Vestmanna skúla byrjaði í starvinum 21. september 2021. (Ikki kann sigast, at hetta var ein blíð byrjan, tí at starvssetanin fekk nógva umrøðu, ikki minst í miðlunum, og hevur hetta uttan iva ávirkað allar partar.) Undirvísingarstýrið hevur havt regluligt samskifti við skúlastjóran síðani byrjan og hevur veitt skúlastjóranum ráðgeving í starvinum, eisini viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftum. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur harumframt játtað skúlanum tveir ráðleggingardagar í heyst til at menna trivnaðin í skúlanum og samansjóða starvsfólkini, har starvsfólkapolitikkur eisini verður partur av átakinum. Løgd verður ein framhaldandi ætlan um, hvussu arbeitt verður víðari við trivnaðartilgongdini í skúlanum. Ætlanin er, at skúlin fær serkøna ráðgeving til at skipa ráðleggingardagarnar. Svar til 2: Landsstýrismaðurin setti ikki tilmælið hjá setanarnevndini til viks, men valdi ein av innstillaðu umsøkjarunum. Setanarnevndin innstillaði tríggjar umsøkjarar, sum mett varð, sambært krøvunum til starvið og samrøðunum, høvdu førleika at røkja starvið. Umsøkjararnir vórðu raðfestir í tí røð, sum setanarnevndin helt, at umsøkjararnir best luku treytirnar til starvið. Landsstýrismaðurin valdi ein av innstillaðu umsøkjarunum, men ikki tann, sum setanarnevndin raðfesti sum fyrst innstillaða til starvið. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á ÐI Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Landsstýrismaðurin hevur altíð valt ein av innstillaðu umsøkjarunum, sum setanarnevndin hevur mælt til. Í allarflestu førum er raðfestingin hjá setanarnevndini fylgd, men ikki altíð. Saman við tilmælinum, fær landsstýrismaðurin alt tilfarið, sum er brúkt í setanartilgongdini. Við grundarlagi í tilmælinum og samlaða tilfarinum hevur landsstýrismaðurin gjørt sínar grundaðu metingar um, hvør er best egnaður til starvi í hvørjum einstøkum føri. Tað er ikki altíð at setanarnevndin raðfestir øll viðurskifti á sama hátt sum tann, ið er settur at hava setanarmyndugleikan. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --