← Løgtingsmál

52-002/2022

Rætturin til eftirnavn og rætta skráseting í landsfólkayvirlitinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. aug. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar til § 52 a-fyrispurning 52-002-2022 frá Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu, um rættin til eftirnavn og rætta skráseting í landsfólkayvirlitinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN
TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið 	Tórshavn, tann 15. august 2022
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Svar til § 52 a-fyrispurning frá Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu, um rættin til eftirnavn
og rætta skráseting í landsfólkayvirlitinum
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Kann eitt barn fáa eftirnavnið hjá sammóður síni?
2. Kann eitt barn skrásetast í landsfólkayvirlitinum við eini mammu og eini sammóður?
3. Um svarið uppá spurningarnar er nei, ætlar landsstýrismaðurin at leggja uppskot fyri tingið um
at broyta hetta?
Svar til spurning 1
Um eftirnøvn sigur § 7, stk. 1, í løgtingslóg um fólkanøvn (navnalógini), at eftirnavnið kann vera
(1) ættarnavnið hjá faðir ella móður ella (2) eitt ættarnavn, sum annað av foreldrunum seinast
hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu. Sambært § 7, stk. 2, kann eftirnavnið harumframt
vera fornavnið hjá faðir ella móður við -son ella -dóttir afturat.
Sambært galdandi familjurættarligu lóggávu hava sammøður rættindi og skyldur sum foreldur,
sbr. § 12 b, stk. 5, í lov om børns retsstilling. Hugtakið sammóðir var ikki partur av
familjurættarligu lóggávuni, tá ið navnalógin varð samtykt, og tí nevnir navnalógin ikki
sammøður, tá ið hon nevnir foreldraheitini faðir og móðir. Men hóast § 7 í navnalógini ikki
nevnir sammøður, metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið, at sammøður sum foreldur sambært
familjurættarligu lóggávuni kunnu javnsetast við møður og fedrar í mun til endamálið við § 7,
stk. 1, nr. 1, í navnalógini.
Hyggja vit í tær serligu viðmerkingarnar til § 7, stk. 1, í navnalógini, so verður har sagt, at
eftirnavnið, sum foreldrini kunnu velja at geva barninum sambært ásetingini, er ”eftirnavnið,
sum foreldrini bóru, ella annað av foreldrunum bar, tá ið barnið varð føtt”. Á hesum skilst, at
tað ikki eru sjálv foreldraheitini faðir og móðir, men heldur foreldrastøðan, sum er avgerandi
sambært ásetingini. Tá ið faðir og móðir verða nevnd, er tað, tí at hetta vóru foreldraheitini
sambært familjurættarligu lóggávuni, tá ið navnalógin varð samtykt. At foreldraheitini faðir og
móðir verða brúkt sum samheiti fyri foreldur, skilst eisini á ásetingini í § 7, stk. 1, nr. 2, har ið
orðið foreldur verður brúkt um tað sama, sum í § 7, stk. 1, nr. 1, verður nevnt faðir og móðir.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið metir ikki, at lóggevarin við ásetingini í § 7, stk. 1, nr. 1, í
navnalógini hevur havt í hyggju at gera avmarkingar í skaranum, sum hevur foreldrastøðu
sambært familjurættarligu lóggávuni. Við tað at hugtakið sammóðir í familjurættarligu lóggávuni
er javnsett við faðir og móðir við atliti at foreldrastøðu, metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið, at
sammøður á allan hátt, sum er viðkomandi í mun til endamálið við navnalógini, kunnu javnsetast
við møður og fedrar. Tí metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið, at eitt barn sambært galdandi
navnalóg kann fáa ættarnavnið hjá sammóðrini sambært § 7, stk. 1, nr. 1, eitt ættarnavn, sum
sammóðirin seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu, sambært § 7, stk. 1, nr. 2, og eitt
eftirnavn við fornavninum hjá sammóðrini við -dóttir afturat sambært § 7, stk. 2.

-- 1 of 2 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
2/2
Hóast tað er Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum varðar av navnalógini, er tað sambært § 1 í
navnalógini tann kirkjubókaførandi sóknarpresturin í sóknini, har ið móðirin býr, tá ið barnið
verður føtt, sum er avgerðarmyndugleiki, tá ið børn fáa navn sambært navnalógini.
Svar til spurning 2
Sambært § 4, stk. 1, í løgtingslóg um fólkayvirlit (fólkayvirlitslógini) verða øll, sum hava eitt
persóntal, skrásett í landsfólkayvirlitinum við teimum upplýsingum, sum nevndar eru í fylgiskjali
1 til lógina. Sambært fylgiskjali 1 verður millum annað ættarsamband millum foreldur og børn
skrásett í landsfólkayvirlitinum, sbr. 8. pkt. Í klombrum stendur, at tað hjá børnum eru p-tølini
hjá faðir og móður, sum skrásett verða.
Sambært galdandi familjurættarligu lóggávu hava sammøður rættindi og skyldur sum foreldur,
sbr. § 12 b, stk. 5, í lov om børns retsstilling. Hugtakið sammóðir var ikki partur av
familjurættarligu lóggávuni, tá ið fólkayvirlitslógin varð samtykt, og tí verða sammøður ikki
nevndar í fólkayvirlitslógini. Men hóast sammøður ikki verða nevndar í 8. pkt. í fylgiskjali 1 til
fólkayvirlitslógina, metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið, at tær sum foreldur sambært
familjurættarligu lóggávuni kunnu javnsetast við møður og fedrar í mun til endamálið við 8. pkt.,
sum er, at ættarsambandið millum foreldur og børn skal verða skrásett.
Fólkayvirlitslógin hevur sambært endamálsásetingini í § 1 m.a. til endamáls at tryggja, at
Landsfólkayvirlitið goymir grundleggjandi persónupplýsingar um hvønn einstakan, sum hevur
eitt persóntal, og at upplýsingarnar á hóskandi hátt skulu kunnu latast almennum myndugleikum
ella privatum við heimilaðum áhuga.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið metir, at tað hevði verið greiðum í ósamsvari við tað yvirskipaða
endamálið við fólkayvirlitslógini ikki at skrásett p-talið hjá eini sammóðir, tá ið ættarsambandið
hjá einum barni varð skrásett.
Tað avgerandi eftir 8. pkt. í fylgiskjali 1 er ættarsambandið millum foreldur og børn. Umhvørvis-
og vinnumálaráðið metir ikki, at lóggevarin við at nevna foreldraheitini faðir og móðir í
klombrum hevur havt í hyggju at avmarka skaran, sum hevur foreldrastøðu sambært
familjurættarligu lóggávuni. Við tað at hugtakið sammóðir í familjurættarligu lóggávuni er
javnsett við faðir og móðir við atliti at foreldrastøðu, metir Umhvørvis- og vinnumálaráðið, at
sammøður á allan hátt, sum er viðkomandi í mun til endamálið við fólkayvirlitslógini, kunnu
javnsetast við møður og fedrar.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið metir tí, at p-talið hjá sammóðrini eigur at verða skrásett í
skránni hjá Landsfólkayvirlitinum, tá ið ættarsambandið hjá einum barni verður skrásett sambært
8. pkt. í fylgiskjali 1.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 15. august 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
002.22 Spurningur til M. Rasmussen frá H. Pálsdóttir - Rætturin til eftirnavn og rætta skráseting í landsfólkayvirlitinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Rætturin til eftirnavn og rætta skráseting í landsfólkayvirlitinum
Spurningar:
1. Kann eitt barn fáa eftirnavnið hjá sammóður síni?
2. Kann eitt barn skrásetast í landsfólkayvirlitinum við eini mammu og eini
sammóður?
3. Um svarið uppá spurningarnar er nei, ætlar landsstýrismaðurin at leggja
uppskot fyri tingið um at broyta hetta ?
Viðmerkingar:
Við broytingunum í lógini um børns retsstilling og foreldramyndugleikalógini, sum
vórðu samtyktar í seinastu tingsetu og komu í gildi 1. januar 2022, fingu børn hjá
samkyndum kvinnum rætt til tvey foreldur frá føðing, og samkyndar kvinnur kundu fáa
foreldramyndugleika til síni børn frá føðing.
Spurningurin er, um onnur lóggáva er í samsvari við hesa rættarstøðu, og um eitt barn
kann fáa eftirnavnið hjá sammóður síni og kann skrásetast í landsfólkayvirlitinum við
eini mammu og eini sammóður.
Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á hesum málinum.
Á Løgtingi, 3. august 2022
Hervør Pálsdóttir

-- 1 of 1 --