← Løgtingsmál

52-001/2022

Trygdarpolitikkur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. aug. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-001.2022 til Bárð á Steig Nielsen løgmann frá Beintu Løwe Jacobsen løgtingsmanni um trygdarpolitikk.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 001/2022 til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Beintu Løwe
Jacobsen, løgtingsmanni, um trygdarpolitikk
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørji málsøki koma, sambært løgmanni, undir trygdarpolitikk?
2. Koma fiskivinna, fiskivinnusamráðingar, fiskivinnusáttmálar og/ella líknandi undir
trygdarpolitikk?
3. Hvat samskifti er við donsku stjórnina um uppskotið til samtyktar um trygdarpolitikk Føroya,
sum ætlanin er at leggja fyri tingið í november?
Svar:
Til spurning 1
Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, at yvirtikin málsøki eru ein eind, meðan uttanríkis-, trygdar- og
verjupolitikkur, sum ikki eru yvirtikin, eru ein onnur eind. Sambært heimastýrislógini og yvirtøkulógini er
málsøkið uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur eitt av teimum málum, sum ríkismyndugleikarnir taka sær
av.
Men trygdarpolitiska økið er ikki statiskt, og flytur seg alla tíðina, so hvørt samfelagið broytist.
Fleiri dømi eru um samfelagsøki, ið áður hava verið mett at vera so avgerandi, at tey hava verið roknað
sum hernaðarmál. So hvørt sum tøknin hevur ment seg, verða hesi somu øki ikki longur roknað sum
hernaðarmál.
Í sama viðfangi hava vit seinnu árini sæð, at nýggj samfelagsøki hava fingið ein trygdarpolitiskan dám.
Eisini málsøki, ið eru á føroyskum hondum.
Tað er ikki altíð, at markamótið millum yvirtikin og ikki yvirtikin málsøki er so greitt. Málsøkini kunnu
vera flættað inn í hvørt annað. Í slíkum ivamálum eru tað fyrst og fremst løgmaður og danski
forsætisráðharrin, sum skulu beina ivan av vegnum.

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Í løtuni eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, og tí er tað mín greiða fatan, at møgulig ivamál
verða loyst í sátt og semju partanna millum. Nýggja samstarvsráðið, ið hevði sín fyrsta fund í Føroyum í
summar, er eisini ætlað til at loysa slík ivamál.
Til spurning 2
Nei, tað gera tey ikki. Tey nevndu málsøkini vórðu øll yvirtikin í 1948, tá ið heimastýrislógin varð sett í
verk.
Til spurning 3
Tað hevur ikki verið nakað samskifti við donsku stjórnina um uppskotið til samtyktar um trygdarpolitikk
Føroya, ið verður lagt fyri Løgtingið seinni í ár.
Í Tinganesi, 15. august 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

-- 2 of 2 --
001.22 Spurningur til B. S. Nielsen frá B. L. Jacobsen - Málsøkið trygdarpolitikkur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. aug. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Trygdarpolitikkur
Spurningar:
1. Hvørji málsøki koma, sambært løgmanni, undir trygdarpolitikk?
2. Koma fiskivinna, fiskivinnusamráðingar, fiskivinnusáttmálar og/ella líknandi
undir trygdarpolitikk?
3. Hvat samskifti er við donsku stjórnina um uppskotið til samtyktar um
trygdarpolitikk Føroya, sum ætlanin er at leggja fyri tingið í november?
Viðmerkingar:
Løgmaður sigur í ólavssøkurøðu sínari, at tað í november verður lagt uppskot fyri
tingið um trygdarpolitisku mál Føroya.
Fyri at fáa meira at vita, verður hesin fyrispurningur settur
Á Løgtingi, 2. august 2022
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --