← Løgtingsmál

52-222/2021

Barsilsútgjaldið og barsil til sjálvstøðug vinnurekandi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2022 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
222.21 Svar frá M. Rasmussen til B. Johannesen - Barsilsútgjaldið og barsil til sjálvstøðug vinnurekandi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. jul. 2022

Sjá útdrigin tekst
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður
Svar
upp á
§ 52 a fyrispurning frá Beinir Johannensen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 222.21 um
barsilsútgjaldið og barsil til sjálvstøðug vinnurekandi
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvat kostar tað at hækka hámarksupphæddina í Barsilsskipanini við 1.000, 2.000 og
3.000 krónum?
2. Hevði verið neyðugt við einari hækkan av inngjaldinum?
3. Um ja, hvussu nógv?
4. Hvussu nógv sjálvstøðug vinnurekandi hava teknað trygging til Barsilsskipanina?
5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta treytirnar fyri útgjald hjá sjálvstøðugum
vinnurekandi úr Barsilsskipanini?
Svar til spurning 1
Um hámarksupphæddin fyri útgjaldi úr Barsilskipanini verður hækkað við ávikavist 1.000,
2.000 og 3.000 krónum, verður tað mett at økja útgjaldið úr Barsilsskipanini við ávikavist 2,8
mió. kr., 5,8 mió. kr. og 8,9 mió. kr. Sí annars talvu niðanfyri.
Økt hámark (kr.) Kostnaður (kr.) Øking inngjald (%-stig) Nýtt inngjald (%)
1.000 2.819.381 0,016 0,876
2.000 5.787.473 0,032 0,892
3.000 8.859.599 0,049 0,909
Talan er um eina leysa meting og gjørt verður vart við, at tað er sera trupult at fáa nágreinilig
hagtøl úr KT-skipanini, sum Barsilsskipanin brúkar. TAKS arbeiðir við at menna eina nýggja
KT-skipan til Barsilsskipanina, har tað verður lættari at gera metingar.
Svar til spurning 2
Seinast broytingar vórðu framdar í Barsilsskipanini varð miðjað eftir, at inngjøld og útgjøld
verða í javnvág í 2026 – tá er hædd tikin til gongd í lønargjaldinum, økjandi pensjónsgjaldi o.ø.
Um útgjaldið úr skipanini á annan hátt skal økjast, t.d. við at hækkað hámarkið, so er
samstundis neyðugt at økja um inngjaldið í skipanina.

-- 1 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Svar til spurning 3
Um hámarksupphæddin fyri útgjaldi úr Barsilskipanini verður hækkað við ávikavist 1.000,
2.000 og 3.000 krónum, verður tað mett at vera neyðugt at økja inngjaldið í Barsilsskipanina
við ávikavist 0,016 prosentstigum, 0,032 prosentstigum og 0,049 prosentstigum.
Í mun til verandi inngjald á 0,86%, vildi hetta givið eitt nýtt inngjald í skipanina á ávikavist
0,876%, 0,892% og 0,909%.
Svar til spurning 4
88 sjálvstøðug vinnurekandi hava teknað sjálvbodna barsilspeningatrygging. Tó hava 46 av
teimum ikki goldið fyri tryggingina og hava tí ikki rætt til barsilspening.
Svar til spurning 5
Inntøka frá sjálvstøðugum vinnuvirksemi er B inntøka, og tí verður hon ikki tald við í vanliga
útrokningargrundarlagi í Barsilsskipanini. Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tó tekna eina
sjálvbodna barsilspeningatrygging sambært § 20 í barsilslógini og kunngerðini um
barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi. Tryggingin, sum kostar 3.000 kr. um árið, gevur
rætt til barsilspening grundað á inntøkuna frá tí sjálvstøðuga vinnuvirkseminum fyri síðst lokna
roknskaparár áðrenn fráveruna. T.v.s., at tann sjálvstøðugi vinnurekandi fær eins nógv í
barsilspeningi um mánaðin, sum hann hevur tjent í miðal um mánaðin roknskaparárið
frammanundan. Tó í mesta lagi 25.000 kr. umframt eftirløn. Tryggingin skal hava verið í gildi í
eitt ár, áðrenn hon gevur rætt til útgjald.
Hevur tann sjálvstøðugi vinnurekandi eisini havt A-inntøku, áðrenn barsilin byrjar, verður
barsilspeningur rindaður viðkomandi bæði eftir teimum vanligu reglunum í mun til A-
inntøkuna og eftir reglunum um sjálvbodna barsilspeningatrygging í mun til B-inntøkuna.
Nevnast kann, at barsilspeningur er A-inntøka, og tí skulu skattur, AM-gjald,
heilsutrygdargjald, kringvarpsgjald, ALS-gjald og barsilsgjald rindast av barsilspeninginum.
Harumframt verður 12 % goldið í frítíðarløn. So hóast barsilspeningurin kann vera upp til
25.000 kr. umframt eftirløn, verður ymiskt drigið frá, áðrenn tann sjálvstøðugi vinnurekandi
fær barsilspeningin útgoldnan – eins og hjá løntakarum.
Sum tað sæst av svarinum til spurning 4, eru tað sera fá sjálvstøðug vinnurekandi, sum tekna
sjálvbodna barsilspeningatrygging. Fyri at økja um vitanina til barsilspeningatryggingina fyri
sjálvstøðug vinnurekandi er Umhvørvis- og vinnumálaráðið farið undir eitt kunningarátak.
Sum ein liður í kunningarátakinum hevur Umhvørvis- og vinnumálaráðið saman við
Vinnuhúsinum gjørt eitt yvirlit yvir, hvørjar arbeiðsmarknaðarskipanir eru tvungnar, og hvørjar
eru sjálvbodnar í mun til teir einstøku virkisformarnar. Fyri at fáa kunningina út til tey
sjálvstøðugu vinnurekandi liggur yvirlitið á Íverksetaraportalinum. Íverksetaraportalurin er
ætlaður sum ein amboðskassi við skjótari og lættari atgongd til vitan og slóðir, sum
íverksetarum tørvar. Harumframt er kunning um tryggingina á sjónligum staði á heimasíðuni
hjá Barsilsskipanini, og tá ið einstaklingavirkir verða sett á stovn, upplýsir TAKS, at tað er
neyðugt at tekna eina sjálvbodna barsilspeningatrygging fyri at fáa barsilspening.

-- 2 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Tað stutta svarið til fimta spurningin er, at ætlanin er ikki at broyta treytirnar fyri útgjaldi til
sjálvstøðug vinnurekandi. Tó má ásannast, at skipanin verður lítið brúkt, og tí verður neyðugt
at endurskoða skipanina í síni heild.
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
222.21 Spurningur til M. Rasmussen frá B. Johannesen - Barsilsútgjaldið og barsil til sjálvstøðug vinnurekandi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. jun. 2022

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Barsilsútgjaldið og barsil til sjálvstøðug vinnurekandi
Spurningar:
1. Hvat kostar tað at hækka hámarksupphæddina í Barsilsskipanini við 1.000,
2.000 og 3.000 krónum?
2. Hevði verið neyðugt við einari hækkan av inngjaldinum?
3. Um ja, hvussu nógv?
4. Hvussu nógv sjálvstøðug vinnurekandi hava teknað trygging til
Barsilsskipanina?
5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta treytirnar fyri útgjald hjá
sjálvstøðugum vinnurekandi úr Barsilsskipanini?
Viðmerkingar:
Síðan Barsilsskipanin kom, hevur tað verið eitt mál at leingja tíðarskeiðið á
barsilsfarloyvinum upp í 52 vikur. Hetta málið er rokkið undir hesi samgonguni, og nú
er tíðin búgvin at hyggja at øðrum viðurskiftum, ið treingja til betran í Barsilsskipanini.
Hámarksupphæddin fyri útgjaldið í Barsilsskipanini hevur verið óbroytt síðan 2004, á
25.000 krónum. Síðan tað hava bæði lønar- og prísvøkstur verið í samfelagnum, so
hetta er helst tørvur á at endurskoða.
Tí hevði verið áhugavert at fingið nágreinilig tøl fyri, hvat ein hækking kostar, og hvat
skal til fyri at fíggja eitt hægri útgjald.
Í samgonguskjalinum stendur: «Viðurskiftini hjá sjálvstøðugum vinnurekandi
viðvíkjandi barnsburðarfarloyvi verða endurskoðað.»
Sjálvstøðug vinnurekandi hava møguleika at tekna sær eina trygging, ið gevur teimum
møguleikan at fáa útgjald úr Barsilsskipanini, um tørvur er á tí. Tó vísir tað seg, at sum
skipanin er sett saman fyri teirra viðkomandi, so eru tað fleiri, ið ikki fáa nakað serligt
burturúr. Tryggingin kostar fyri tann sjálvstøðuga vinnurekandi, og tí má tað eisini geva
meining at tekna hana.
Tí hevði verið áhugavert at fingið upplýst, hvussu nógv hava teknað tryggingina og um
arbeitt verður við broytingum.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 22. juni 2022
Beinir Johannesen

-- 2 of 2 --